Tuesday, May 31, 2011

Seinna Aftursvarið Til Eivind Ortind Simonsen: Tann søguligi Jesus

Hetta er annað aftursvarið til Eivind Ortind Simonsen (limur í Gudloysi).

Eg kann ikki annað enn siga, enn at aftursvarið há Eivind var lítið meiri, enn ein minni versión av fyrru grein hansara um tann søguliga Jesus, ein endurtøku. Hann svarar uppá líti av mínum aftursvarið, kallar meg ókritiskan og einfaldan, og mótsigur sær síðani tá hann lýsir aftursvar mítt sum langt og drúgt; sum týðir uppá at Eivind ikki veruliga hevur funni semju við seg sjálvum, um grein mín var detaljera ella einføld; í hvussu so er, hevur hann ikki kunna svara uppá alt hetta einfaldni. Á eini aðrari heimasíðu kallar svar mítt fyri intellektuela óerligheit. Ivaleyst er trupuleikin heldur tann, at hann ikki hevur fult innlit inn í evnið og ikki megnar at svara aftur. Tó skal sigast, at hetta er ikki tí at Eivind tørvar førleikar at granska, men heldur tí at slík gransking tekur langa tíð.

Men satt at siga, so haldi eg ikki at Eivind hevur svara uppá nakað, og tí nøktar hann seg heldur við, at leggja at persóninum og at demonisera alt sum persónurin sigur.

Lætt meg her eisini siga (áðrenn eg byrji), at eg havi einki ímóti Eivind, ella nøkrum øðrum í Gudloysi. Kjak kann ganga hart fyri seg, og kennir Eivind á sær, at eg leggi for hart út, so kann hann altíð gera vart við hetta og so biði eg sjálvandi um umbering.

Men her er so fylgjandi parturin av kjakinum:

Eivind skrivar:
Høgni ákærir meg fyri at royna at villleiða fólk, men tað einasta eg geri er, at halda meg til tað vit veruliga vita, samstundis sum eg seti spurnartekin við tað, sum Høgni heldur seg vita.

Høgni svarar:

Mín fyrstu spurningur her, er: hvørji eru ‘vit’? ‘Vit’ eru í veruleikanum teir granskarir sum eg áhaldandi siteraði og navngav í fyrsta aftursvari mínum; men hesir eru slett ikki samdir við Eivind. Hesir ‘vit’ eru heldur ikki samdur í at evangeliini vóru skriva við endan á 2 árhundra. Heldur ikki eru ‘vit’ samdir í at eindin av teimum 4 evangeliinum, nevnd í tekstinum hjá Irenaeus umleið ár 180 er alt vit vita um. Kann Eivind geva okkum grundgevingar fyri pástandin?

Vil tað so siga, at hvørjaferð Eivind ger nýtslu av keldum, meiningum, niðurstøðum, ástøðum, próvtilfarið, so ger hann seg skyldigan í einfaldari hugsan, names-dropping, óerligheit og ókritiskari hugsan? Hetta er slíkt hann ákærir meg fyri. Hví heldur hann, at hetta bara skal galda fyri meg?

Tá Eivind skrivar, at Testamonium Flavianum í søgubókini hjá Josefus er ein falska kelda, eftirsum nógvir granskarir eru av tí hugsan, avdúkar Eivind so ikki hann sjálvur er einfaldur og ókritiskur? Ella tá Eivind í grein síni framleggur pástandir, sum tildømis: at Eusebius í bók síni játtar, at verk sítt er ein søgufalskan, er hetta so ikki ein einføld hugleiðing, har Eivind slett hevur givi sær far um at tað er ein nógv longri tekstur aftanfyri og ein samanhengur?

Men tá eg avdúki hesar pástandirnar hjá Eivind og svarið aftur við grundgevingum, bæði frá primerum keldum eins væl og niðurstøðum hjá granskarum, so far hann ikki svara mær aftur; hann velur heldur at endurtaka seg sjálvan og lýsa meg sum einfaldan, óerligan og ókritiskan.

Tað harmar meg, at hetta er tann taktikur hesir gudloysingar hava valt at brúka, og sum eg nú fleiri ferðir havi útsettur fyri síðani eg kom til Føroyar og byrjaði at kjakast.

Tað sum Eivind ikki lutar við lesaran er at vit vita rættuliga nógv meiri enn at Evangeliini vóru nevnd sum ein eind í einaferð í 180-200.

Men eftirsum Eivind heldur seg til ovurhonds ekstrema skeptisismu (blinda vantrúgv), so bólkar hann alla aðra vitan undir óerligheit ella óvitan. Nú pástendur hann eisini at hendan vitanin sum hann ikki vil viðurkenna, eru detaljur sum eg (Høgni) 'haldi meg vita’, meðan hann í undanfarnum postum hevur ákært meg, fyri at tveita út við nøvnum og meiningum hjá øðrum.

Eivind skrivar
Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr.. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er. Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus.

Høgni svarar:

Ok, vit taka hetta punkt fyri punkt:
Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr..
Hetta er í veruleikanum ikki annað enn ein endurtøka av upprunaligu greinini.

Eg eri samdur við Eivind, at evangeliini verða nevndu sum ein eind, umleið ár 180, í skrivingini hjá Irenaeus; men hvussu veit Eivind at hetta var fyrstu ferð evangeliini vóru nevnd sum ein eind? Tað hevði verði rættari at sagt at hetta er elsta keldan, hesum viðvíkjandi, vit vita um ídag.

Men tað er ein rúgva av detaljum sum Eivind heldur aftur, tildømis at Irenaeus var lærisveinur hjá Polycarp sum var lærisveinur hjá Jóhannes ápostli.

Irenaeus var ikki ein hvør sum helst; hann hoyrdi til eina serliga elitu, sum arbeiddi fanatiskt við traditión og skriftum og sum hevði gjørt soleiðis líka síðani tíð Jesusar. Eivind nevnir heldur ikki at Irenaeus, hevði liva størsta partin av aðru øld, og hevði møtt kristnum leiðarum í fleiri londum. Eivind nevnir heldur ikki, at kristnar samkomur í fyrstu og aðru øld vóru væl skipaðar og høvdu síðani samkomu stovnanina lagt stóran dent á at varveita traditión. Eivind nevnir heldur ikki, í hesum sambandi, at Irenaeus í skrivingini, greiðir frá hvussu tey kristnu hava varveit teirra traditiónir og skriftir og hvussu tey kunnu føra hesar traditiónir aftureftir, frá einum yvirførara (successor) til annan og líka aftur til ápostlanar og Jesus. Her útilukkar Eivind eina rúgvu av søguligum detaljum, slíkt sum hesir ‘vit’ eisini vita um, og so kallar Eivind meg einfaldan.

Men annars so sipar Eivind bara til eindina av 4 evangeliinum. Vil hann harvið siga, at evangeliini ikki vóru til sum ein eind, ella hvør sær áðrenn ár 180, orsaka av at tey fyrstu fer verða nevnd sum ein eind í ár 180? Fatar hann slett ikki, at informatiónin sum Irenaeus gevur okkum byggir uppá allar faktorarnar eg nevndi omanfyri?

Men um hetta ikki er nóg mikið av søguligum ábendingum, læt okkum so fara aftur til handritini. Tað eru hópin av prógvum fyri at evangeliini vóru til áðrenn hetta tíðarskeiði. Vit vita at fleiri av handritunum, eitt nú p52 (Jóhannes), sum var skriva onkrastaðni millum ár 100-145, ivaleyst ár 130.

Vit vita eisini at onnur handrit eitt nú P66 (Jóhannes) og P75 (Jóhannes og Lukas) sum verða tíðarfest umleið ár 200, kunnu tíðarfestast ár 175 og fyrri (Philip Comfort). Bruce Metzger, kanska ein tað kendasti tekst kritikarin í seinastu øld, hevur ongan kritik til Herbert Hunger leiðindi, papyrologi samlaran í Austrian National Library, sum tíðarfesti P66 til fyrstu helvt av aðru øld (Metzger og Ehrman, The Text of the New Testament, s.51).

Men tað eru eisini onnur handrit, sum av praktiskum orsøkum eru tíðarfest ár 200, men har upprunin kann roknast at verða munandi eldri. Tildømis P45 (sum inniheldur partar av øllum 4 evangeliinum), sum av summun verður tíðarfest ár 150-160 (Comfort), og P90 sum av summun er tíðarfest 150-200 (Evans).
Tekst kritikkarir eitt nú Barth Ehrman (fyri at sitera eina ómetaliga óhefta keldu), siga at hesi seinastu handritini søguliga staðfesta at evangeliini vóru til við byrjanini av 2 árhundra.

Eg kann eisini nevna Justin Martyr, sum er ein kelda óheft frá bæði Ireaneus og Papias, sum skrivar í Róm ár 140-160 og sum sipar til eitt fleirtal av evangelium í Róm um tað mundi. Hann kallar hesar tekstir ‘Endurminningarnar hjá Ápostlunum’, og nevnir við navni ‘Endurminningina hjá Pætur’ og siterar enntá í tí sambandi eitt brot úr Markus 3.

Eg kann eisini nevna Papias sum, basera uppá ‘internal evidence’, skrivar um ár 100. Papias sipar um hasa tíðina til Markus, Logia (orðini) hjá Matteus, Fyrsta Pætur, brævið hjá Jóhannes og eitt evangeliið sum kallast Hebreara Evangeliið. Kritikarir hava havt rættuliga ilt av Papias, men hesir eru ikki farnir so langt sum Eivind, at røra undir pástandinum at teksturin, slett ikki hevur søguligt virði, eftirsum hann er endurtikin í eini eldri søgubók.

Granskarir tíðarfesta tí vanliga, uttan nakað prógv ella viðhald, Papias umleið ár 140. Um vit so taka undir við hesari tíðarfesting, so prógvar tað kortini at hesar bókur vóru til undir hasum heitnum um ár 140. Her mugu vit tí bíta í okkum, at enntá ateist granskarir og kritikarir prógva Eivind skeivan.

Somuleiðis kann eg vísa á, at øll evangeliini verða sitera av Irenaeus (180) og Justin Martyr (140-160). Polycarp sum doyði í ár 140 siterar rúgvuvís av teksti úr Nýggja Testamenti og eisini úr Klement, millum annað Matteus og Lukas. Klement í ár 90 og Ignatius í ár 110 sitera líkaleiðis Evangeliini, brøv og annað tilfar. Um hetta ikki er nóg gott prógv fyri at Evangeliini eru skriva áðrenn ár 180, so staðfestir hetta bara ovurhonds yvirdrivnu skeptisismuna, hjá Eivind. Tað er uttan iva har trupuleikin veruliga liggur.

Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey.
Hmm...hvat baserar Eivind hendan pástandin uppá?

Er nakað í evangeliinum, sum bendir á at tey eru skriva í 180? Er nakað sum bendir á at tey eru skriva í ár 150? Er nakað sum bendir á at tey eru skriva í ár 120?

Áhugavert at hetta argumenti kann bara brúkast øvugta vegin. Tvørtur ímóti pástandinum hjá Eivind, so eru týðilig tekin í tekstinum sjálvum, sum benda á nær hann er skrivaður.

Tildømis, gera hvørki brøvini ella skriving hjá kirkjufedrum mikið burtur úr heitinum ‘menniskjasonurin’, eins og Evangeliini gera. Grundin var uttan iva, at heiti var miskiljandi á griskum málið og í griskari hugsan. Ein griskur høvundur hevði neyvan gjørt brúk av heitinum, um evangeliini bygdu uppá eitt griskt kristi samfelag í aðru øld.

Á sama hátt, gera evangeliini (uttan Jóhannes) ikki mikið burtur úr Heilaga Andanum. Hetta má sigast at verða løgið um tíðarfestingin hjá Eivind er sannlík, tí Heilagi Andin var eitt yvirdrivi evni eftir deyða og uppreisn Jesusar, meðan tann søguligi Jesus var í fokus áðrenn Ur-samkomuna.

Eg nevndi eisini í aftursvarið mínum, dømi uppá tempulskattin í Matteus 17. Kanst tú greiða frá hvussu grikkar í einum heilt øðrum landi og mentan, seint ella fyrst í aðru øld, vistu um detaljur viðvíkjandi jødiska tempulskattinum og yvirhøvur tímdu inkludera slíkt? Eg nevndi eisini, í aftursvari mínum endan á Lukasar skrivingini; hví endar Lukas so bráddliga at skriva um ár 60-62, um so var at maðurin skrivaði so seint í fyrsta árhundra ella sum tú heldur fast uppá, við endan á aðru øld?

Eg kann nevna nógv onnur dømir av hesum slagnum, men eftirsum Eivind ikki hevur megna at svara nøkrum av hesum, skulu vit ikki ovbyrða hann við fleiri dømun.
Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er.
Eg eri púra samdur, einki í sjálvum evangeliums tekstinum vísir greitt hvør høvundurin er. Men eg veit ikki heilt hvat tú vil við hasum argumentinum.

Tildømis siti eg her við bókini ‘Øldir og Upphav’ hjá Jóannes Rasmussen. Um eg lesi sjálvan tekstin í bókini, er einki sum bendir á at høvundurin Jóannes Rasmussen hevur skriva bókina. Somleiðis bókin ‘Brot úr Fuglafjarðar Søgu’; einki í sjálvum tekstinum, avdúkar hvørjir høvundarnir og teir sum hava samla tilfarið saman, eru. Her mást tú til permuna ella formælið í bókini.

Eg nevndi í mínum aftursvari, at mær vitandi hava vit einki protokollum (fyrstu síðu) av elstu handritinum; tíðskil kann Eivind ikki vísa á eitt anonymt gamalt protokollum av einum handriti, fyri at prógva pástandin. Men eg nevndi eisini at heitir á bókrullum og kodexum, vóru oftani skriva á ein lepa sum var heftur á rulluna ella bókina. Somuleiðis nevndi eg, at fleiri slíkir lepar eru funnir, saman við nøkrum av teimum elstu handritunum. Her kann tí ikki annað sigast, enn at mítt argument stendur væl sterkari. Tú hevur heldur ikki givið tær far um hvat slag av skriving talan er um. Hetta vóru ikki persónligir vitnispurar um hvønn einstakan høvunda, men eygnavitnis frásøknin um tann søguliga Jesus; jødar í fyrstu øld skrivaðu soleiðis.

Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus.

Hetta argumenti hjá Eivind er væl veikari enn hini fyrru.

Um vit nú bara halda okkum til brævið, sum Klement úr Róm skrivaði til tey kristnu í Korint einaferð seinast í fyrstu øld. Í brævinum sæst at Klement siterar eina rúgvu av keldum, Mósibøkurnar, Josva, Kongabøkurnar, Krønikubøkurnar, Orðatøkini, Sálmarnar, Esaias, Jeremias, Ezekiel, Habakkuk, Jónas, Malakias, Ester, Job, Jødiskar Apokryfiskar bøkur, Matteus, Lukas, Ápostlasøguna, Brøvini hjá Paulusi, Hebrearabrævið, 1 Pætursbræv, Jákupsbrævið; men Klement nevnir ongan av høvundunum.

Neyvan kann sigast at maðurin hevur verið óvitandi um hesar, eftirsum hann var virkin sum leiðari, í kristnu samkomuni alt sítt lív, og enntá leiddi kristna samfelagi í Róm í fleiri ár. Klement virkaði enntá saman við ápostlunum og var ein ‘successor’.

Her kunnu vit bara koma til tað niðurstøðu, at Klement ikki nevndi hesar høvundar, ikki tí hann ikki kendi hesar høvundar, men tí hann ikki kendi tørvin á at nevna høvundar. Tað nærmasta vit koma, er í kapitul 47, har hann nevnir brævið sum tey kristnu í Korint høvdu fingi frá Paulusi; við øðrum orðum Fyrsta Korintbræv. Men Klement skrivar tó ikki Fyrsta Korint Bræv; heldur ikki nevnir hann navni Paulus, tá hann aðrastaðni í brævinum siterar Fyrsta Korintbræv. Hetta vísir, at Klement kendi til Fyrsta Korintbræv og tess høvunda, men eisini at Klement ikki helt tað verða neyðugt at nevna Paulus tá hann siterar brævið. Hetta prógvar tí ikki sum Eivind pástendur (giti eg), at Klement ikki kendi til Matteus og Lukas sum Klement eisini siterar í brævinum.

Men eg má tó eisini ásannað, at eg við hesum, heldur ikki eri førur fyri at prógva, til fulnar, at Klement kendi til Matteus og Lukas. Tó vitandi at hann siterar so mikið av keldum uttan høvundar, so er tað rættuliga sannlíkt at hann eisini kendi til Matteus og Lukas, tó at hann ikki nevnir hesar. Tað var rættuliga vanligt í fyrstu til triðju øld at skribentar siteraðu keldur uttan at nevna høvundar.

Endi:

Tað at eg megni at vísi á eina rúgvu av prógvum, keldum, detaljum og niðurstøðum og rættingum (uppá Eivind), og at Eivind bara kann endurtaka teg sjálvan, uttan at svara øllum hesum aftur, grundgevur ikki fyri (sum Eivind pástendur), at eg ikki havi megna at prógva mítt sjónarmið, men heldur at eg gav Eivind góðar grundgevingar; so góðar at hann má demonisera hesar.

At Eivind ikki megnar at svara hesum aftur, uttan at ákæra meg fyri óerliga gransking, vísir heldur ikki at aftursvar mítt er óbrúkbart, men heldur at Eivind møguliga má fáa sær betri innlit inn í evni.

Monday, May 30, 2011

Trúarverja á Fjarðarfestivalinum



Nú í vikuni (um Gud vil), komi eg at hava tveir fyrilestrar (við trúarverju innihaldi), á Fjarðarfestivalinum:

       1) Eru Evangeliini søguliga álítandi?
           Mikudagin 1 juni, kl. 20:00


      2) Kristindómur, Europa og Avbjóðingin
          Leygardagin 4 juni, kl. 15:00


Sí:



Friday, May 27, 2011

Aftursvar til Eivind Ortind Simonsen (fyrri partur): Bíblian og Kristindómur, um hugtakið trúarverja


Hetta er tað fyrra at tveimum aftursvarum, til aftursvarið hjá Eivind Ortind Simonsen (limur í Gudloysi) um tann søguliga Jesus. Eivind byrjar við at átala meg, fyri royndir mínar at prógva Kristindómin. Hann pástendur at slíkt er ókristiligt og ikki samsvarar við dentin sum Kristindómurin leggur á trúgv.

Eg vil tí byrja við at forsvara hugtakið ‘trúarverja’, fyri at vísa á at vitan og staðfesting er sambart Bíbliuni, partur av kristnu grundarlæruni bæði í samband við Kristindóm sum heild, í lívinum hjá tí einstaka kristna og eisini í kunngerðini av tí kristna boðskapinum.

Læt meg líka siga at endamálið við hesum aftursvarinum, er ikki at verja tann søguliga Jesus, skapan ella Bíbliuna, men at vísa á at trúarverja, er eitt evnið sum Bíblian leggur miklan dent á og enntá beskrivar sum grundleggjandi.

Eivind skrivar:

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.
Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”
Trúgvandi, sum royna at prógva Jesus, gera trúnna til einkis, tí hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva.
Høgni Johannesen er ein av hesum trúgvandi, fyri hvønn tað er neyðugt at halda trúnni uppi við søguligum og vísindaligum prógvum.


Høgni svarar:

Eg eri ikki førur fyri at siga, hvussu nógv innlit Eivind hevur inní kristnu læruna, men her mistekur hann seg ómetaliga.

Tað eru mong sum halda, eins og Eivind, at Kristindómur byggir á blinda trúgv, uttan at ein skal fyrihalda seg til søgu og fakta, men hatta er ein villeiðindi gongd og slett ikki ein bíbilsk meðinregla.

At nýta Søren Kierkigaard sum fyrimynd í hesum høpinum er eisini púra til fánýtis. Ein uppgáva eg skrivaði um Søguliga Jesus og Kierkegaard fyri nøkrum árum síðuni, setti meg nøkulundi inní hugsunnarháttin hjá hesum manninum. Kierkegaard sigur í samband við tann søguliga Jesus, at søgugranskan staðfestir einki viðvíkjandi ‘Kristusi av trúnnið’. Hetta var ikki tí at Kierkegaard avnoktaði Kristus og kristologisku hendingarnar, men tí hann metti at nærveran av tí ‘æviga’ í ‘tíð’, ikki mótsigur søgu (sum gudloysingar pástanda), men ‘hevjar seg yvir søgu’ og kann tí ikki forklárast út frá søguligum rammum.

Hendan hugleiðingin hjá Kierkegaard, hevur tó einki við søguliga gransking at gera og gerð einki uttan at yvirfløkja gransking í samband við trúgv og søgu. Í veruleikanum umboðar hetta einki, uttan typiska hugfloðið innan teologi-filosofi á samtíð hansara, Schleiermacher, Ranin og enntá Bultmann inkludera. Granskarir ídag, halda tó ikki serliga hátt um slíkan háfloygdan filosofiskan mystik innan søguligari gransking; tað undrar meg tí at Eivind rør upp við einum sovornum dømi.

Eivindsa skeiva tulkingin av Hebrearabrævinum 11

Gera søgugranskan og prógv trúnnað og harvið sanna virði í Kristindóminum til einkis, soleiðis sum Eivind sigur? Í hesum sambandi sipar Eivind til Hebrearabrævið 11: 1-2: ‘Trúgv er full vissa um tað sum vóna verður, sannføring um tað, sum ikki sæst’.

Men her týðir okkurt uppá, at Eivind ikki hevur givi sær far um samanhengin av tekstinum. Í samanhenginum, hevur versi sum so einki við tann søguliga Jesus at gera. Haraftrat eru tað fleiri vinklar til hetta versi. Tann eini, eru sjálvsagt teir faktorar sum menniskjan ongantíð kemur at hava fult innlit inní; tildømis, hvussu alheimurin uppstóð. Í hesum sambandi, snýr ‘trúgv’ í tekstinum seg ikki um Guds eksistens, men at vit ‘við trúgv’ kunnu ‘skilja’ at Gud virkar gjøgnum tous aionas ‘øldirnar’, sum oftani er yvirsett ‘heimurin’. Hetta hevði Eivind verið varðin við um hann læs versi í samanhengi.

Samanhengurin av tekstinum í kapitul 11, í Hebrearabrævinum, snýr seg annars ikki um Guds eksistens men um tað álit og vón sum teir gomlu trúarkappanir høvdu til Gud, í teimum dagligum viðurskiftunum, í teirra stóru lívsroyndunum og í teimum avgerðum hesir máttu taka. Í hesum høpinum snúði tað seg slett ikki um at prógva Gud ella religión; flestu av hesum høvdu longu uppliva Gudin gjøgnum guddómliga inngrípan, undrum og opinberingum og høvdu tíðskil alla tað staðfesting og apologetisku sannføring teir høvdu tørv á.

Enntá vers 3, sum gevur okkum ábending um at tað er við trúgv vit ‘skilja’ at Gud skapti ‘øldinar’, ella rættari ‘worlds’ ella alheimarnar, nýtist heldur ikki brúkast sum dømi uppá blinda trúgv og so slett ikki prógv fyri Gudi, men heldur at Gud er upprunin til eksistensin.

Við hesum kann eg eisini vísa pástandinum hjá Eivind aftur, um hvat hann heldur verða ein kristiligi uppfatan av kunngeringini.

Tvørtur ímóti, so argumenterar hesin teksturin fyri, at tað krevst ein skapari fyri at ein eksistensur skal verða til; hetta er tí ein faktorur, eg sum ein kristin, persónliga kann taka til mín og ein faktorur sum eg eisini kann deila við onnur. Men harvið framleggur teksturin heldur ikki henda faktorin sum ein blindan pástand; versi fevnir ikki um blinda trúgv men eisini um ‘nooumen’ at ‘skilja’ at heimurin uppstóð av tí guddómliga. Vit vita frá hópin av gomlum tekstum, at millum lærda fólki í 1-2 árhundra, verið tað seg grikkar, jødar og kristin, spældu hugtøk og gransking innan ‘kosmogoni’ ein heilt stóran leiklut. Tíðskil, er útgangsstøði ikki bara trúgv, men samstundis at hesi longu høvdu ‘grunda á’ og her hjálpti trúgvin teimum, at skilja at tað nátturliga mátti hava sín uppruna í tí ósjónliga, ókenda, guddómliga.

Hetta er í hvussu er, ikki so nógv øðrvísi, enn tað sum eisini gudloysingar gera í nýmótans høpi; har teir ‘grunda á’, og út frá síni materialistisku heimsmynd, koma til tað niðurstøðu (eftir teirra egnu materialistisku trúgv), at uppruni alheimsins ikki er ónátturligur, guddómligur ella intelligentur, men reint nátturligur.

At talan er um skil og trúgv, kemur eisini til sjóndar í øðrum bíbilskum tekstum, har alheimurin og nátturan, tess tilvera, skipan og mynstur verða framløgd sum prógv fyri at Gud er.

Dávid yrkir í Sálmi 19: 1-5:

“Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, gongur rødd himmalsins út um alla jørðina...”

Seinni skrivar Paulus í Rómbrævinum 1: 19-20:

"Tað sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan."

At Bíblian her talur um ID og at skil og trúgv eru ein nátturlig reaktión, er púra opinlýst. Í hesum høpinum haldi eg ikki at Hebrearabrævið 11: 2-3, talar móti nøkrum slagi av staðfesting ella eggjar til blinda trúgv. Heldur grundgevur teksturin í ljósinum av heildarmyndini, at uppruni alheimsins, upprunin av tíð, stað og evnið, eins væl og kosmologiska, nátturulistiska og biologiska skipanin kann skiljast nógv betri í ljósinum av einum skapara. Her haldi, í mótsetning til tað sum Eivind sigur um trúgv mótvegis staðfesting, at Bíblian heldur eggjar meg, til at tala fyri einum alheimi og einari nátturu sum staðfesta ein skapara.

So her havi eg víst Eivind á heili tvey vers í Bíbliuni, sum sipa til staðfestingar út frá nátturuni (vísind), í samband við kristnu trúnna. Eivind fer tí so dyggiliga skeivur, tá hann ákærir meg fyri at verða ókristiligan, um eg ditti mær at vísi á søguligar ella vísindaligar staðfestingar um Gud ella av kristnu trúnni.

Her haldi annars at Eivind við at nýta hetta versi, hevur blanda millum evnið 'søguligi Jesus' og evni í Hebrearabrævinum 11; hesi eru hvør sítt. Eg havi eisini varhugan av at hann eisini blandar millum evnini ‘trúgv á Gud’ og ‘trúgv á Guds virkan’.

Jesus og evangeliums keldan um trúgv og sannførðing

Men nú hugsaði Eivind kanska um versi í samband við tann søguliga Jesus. Um so er, kundi Eivind ivaleyst pástaði, at fyri at verða kristilig, mugu vit taka við evangeliums boðskapinum, Jesusi og Gudi, alt í meðan vit samstundis eiga at verða so blinda fyri fakta og veruleika, sum tað nú einaferð til berð.
Men her fert tú skeivur.

Jesus í evangeliums kelduni, sá sjálvur týdningin í vitan og staðfesting, ikki blindari trúgv. Her kundi Eivind sjálvand sipa til orð Jesusar, til Tummas, tann ivandi ápostulin í Jóhannes 20, sum eitt mótargument; men so má hann eisini hava í geyma at samanhengurin í tí førinum snýr seg um uppreisn Jesusar eina. Tummas hevði eftir tekstinum at døma, í undanfarnu hendingunum, sæð Jesus virknan og Tummas hevði tí longu eina apologetiska sannførðing.

Hav eisini í geyma at hinir lærisveinir høvdu bæði sæð Jesus virknan og høvdu eisini verið vitnir til Jesu uppreisnar likam, vóru hesir so (eftir tekstinum at døma) ikki rættstillaðir í teirra trúgv? Gjørdi hetta sum tú sigur, trúgv teirra til einkis? Hesir høvud sæð, vistu og trúðu, ger hetta ikki heldur pástandin hjá Eivind til einkis?


Tey ‘sum ikki hava sæð’ og ‘tó trúgva’ eru sjálvsagt tey sum fóru at hoyra boðskapin frá Jesu lærisveinum, teimum 12 og hinum. Men hesi fóru eisini at hoyra um hetta út frá einari samtíðar, felags, eygnavitnis frásøgn; tú kanst tí ikki heilt skilja trúgv frá staðfesting í hesum samanhenginum (eg skal koma aftur til hetta).

Eivind skrivar: “Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”

Passar at Jesus segði “fylg mær”, men enn einaferð, rívir Eivind eitt punkt út frá heildartekstinum. Tildømis mátti Jesus vísa hvør hann var, og at hann kundi liva upp til hetta; hetta gjørdi hann, tildømis við sínum kraftargerðum (Jóhannes 5: 36; 10: 25-26, 37-38).

Bæði Markus og Jóhannesar Evangeliið vísa á fleiri støði av Jesusar staðfesting fyri lærisveinunum (Jóhannes 2: 11; 16: 30; 20: 8-31). Samanbera vit allar tekstirnar, vóru tað bara Filip og Matteus, sum undan kallinum fylgdu Jesus, uttan nakra staðfesting og tá hava vit neyvan fult innlit, inn í tær báðar hendingarnar. Av hesum báðum, hevði Matteus ivaleyst hoyrt um kraftargerðir Jesusar, áðrenn kallið. Her stendur tí bara Filip eftir, sum valdi at fylgja Jesusi blint; men seinni hevði hann líkaleiðis krav uppá staðfesting (Jóhannes 2: 11; 6: 1-7).

Eivind kann sjálvandi vísa á fleiri dømir har í Jesus er beinleiðis negativur um hesa staðfesting. Tað er púra rætt, at Jesus til tíðir noktaði at gerða mikið burturúr kraftargerðum. Men grundin var ikki tann at Jesus vildi, at tey blint skuldu trúgva. Teksturin vísir á, at staðfestingin tiltíðir kundi leiða upprunaliga endamálið við missión hansara út av kós (Jóhannes 6: 14-15). Í hesum føri vendi fokusi á ein jødiskan messias, sum politiskt skuldi loysa tjóðina Ísrael frá Róm og føra heimin inní eina nýggja øld. Jesus leggur dent á, fleiri ferðir at hetta var ikki endamálið við komu hansara á hesum sinnið (Matteus 21: 33-44; Lukas 17: 24-25). Tiltíðir kundi tað týtt uppá at Jesus bara vildi hvíla seg (Markus 6: 31 og 7: 24). Í ávísum førum sýtir hann fyri at staðfesta seg, eftirsum hann verður provokeraður av bólkum, sum longu vita um staðfestingina og kortini avbjóða hann, ikki tí hesir høvdu eitt opi sinnið, ella høvdu í huga at trúgva, men heldur tí teir vildu mótvirka. Hesin bólkur, visti uppá forhánd til Jesusar staðfesting; teir løgdu heldur ikki Jesus undir fyri snýta, men fyri at gera brúk av demoniskum kreftum (Matteus 9: 34 og 12: 24). Einki av hesum kann tí nýtast sum prógv fyri, at kristin skulu leggja dent á blinda trúgv, fyri Kristindóminum sum heild.

Tú hevur heldur ikki givið tær far um at Kristindómurin upprunaliga bygdi á søguliga staðfesting.

Tildømis tá Jesus velur sær út ávísar lærisveinar, at verða hjá honum, var tað ikki bara við tí fyri eyga, at læra hesar tí kristnu doktrinina og standardin í Ríkið Guds, men eisini so at hesir seinni kundu standa fram sum ein bólkur av eygnavitnum, fyri søguliga at staðfesta boðskapin. Tildømis lesa vit í Lukas Evangeliinum og Ápostlasøguni:

‘Og Hann segði við teir: “So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu, og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædika fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem. Tit eru vitni um hetta (Lukas 24: 46-48).”’


“...og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar (Ápostlasøgan 1: 8).”

Her leggur Jesus týdningin á at eygnavitnini skuldu virka sum søgulig vitnir. Hetta var bara møguligt um hesir høvdu hoyrt og sæð Jesus í talu og verkið:

“Og eisini tit skulu vitna; tí tit hava verið við mær frá upphavi (Jóhannes 15: 27).”

Týdningurin av hesum kemur eisini til sjóndar tá ápostlanir skulu finna eftirmann Judasar:

"Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út frá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og líka til tann dag Hann var tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara (Ápostlasøgan 1: 21-22)."

Men nú helt eg Eivind pástanda at kristindómurin ikki leggur dent á nakra søguliga staðfesting! Hvar í allari tí víðu verð far hann tað frá?

Paulus og søguliga staðfestingin um Jesus

Eg kann eisini nevna Paulus í 1 Korintbrævið 15, ein tekstur sum verður mettur at verða skrivaður, ikki seinni enn ár 50-51, tað er 20 ár eftir Jesuar deyða og uppreisn; har í Paulus skrivar:

“...at Hann (Jesus) var jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann var sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani var hann sæddur av meir enn 500 brøðrum ísenn – av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani var Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum. Síðst av øllum var hann sæddur av mær við—hinum ófullborna fostri at kalla...” (Fyrra Korintbræv 15: 4-8).

Enn einaferð, um kristindómur, sum Eivind sigur, vildi frárátt mær at søkja mær prógv ella søguliga staðfesting, hví leggur hesin teksturin so dent á prógv og staðfesting? Átti Paulus ikki heldur at sitera setningin, ‘sæl eru tey sum trúgva og tó ikki hava sæð’, ella ‘trúgv er full vissa um tað sum vóna verður’?

Trúarverja í samband við at sannføra tann ikki-kristna

Kann eg so brúka staðfesting í mínari kunngerð og framløgu av evangeliinum, ella tá eg verji evangeliið?
Her kundi Eivind sjálvandi víst á tað sum Paulus skrivar í Fyrsta Korintbrævið 2: 1-5, fyri at geva mær eitt sindur av mótspæl:

“Táið eg tá kom til tykkara brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnispurð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita tykkara millum uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan...tala mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógva við Anda og kraft, fyri at trúgv tykkara skuldi ikki verða grunda á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.”

Men hetta vildi eisini verið miskilt í tí høpinum sum Eivind framleggur argumentið. Paulus sigur ikki her at staðfestingin er til fánýtis.

Tað sum Paulus sigur, er at hann í hesum førinum, ikki gjørdi sær ikki galt av heimspekingini sum tá fylti so nógv í hugsunnarháttinum í Líttla Asia og har umleiðir. Tað er hóast alt griska heimspekingin mótvegis evangeliinum sum Paulus leggur dent á í kapituli 1 og 2 í Fyrsta Korintbrævið, og ikki staðfesting mótvegis trúgv. At gera brúk av heimspekið fyri at staðfesta logikkin í evangeliums boðskapinum, hevði Paulus annars gjørt nýtslu av í býnum Aten frammanundan hesum (Ápostlasøgan 17), har hann roynda at staðfesta boðskapin og tá hava vit ivaleyst bara eitt summirat av framløguni. Paulus lýsir tí ikki 2: 1-5, sum tann vanliga mátan at framboða evangeliið, men sum sín egna hátt at boða tað kristnu trúnnu í hesum eina førðinum. Í kapitul 9 ger hann annars greitt, at hann vanliga tillaðar seg eftir teimum sum hann boðar evangeliið fyri, tildømis sum ein ‘jødi fyri jødum’ og sum ‘ein í ikki er undir jødiskari lóg, fyri teimum sum ikki eru undir jødiskari lóg’. Hann endar við at siga: “...eg eri vorðin øll alt, fyri í hvussu er, at frelsa nøkur (9: 22)!” Ivaleyst var hetta galdandi tá hann framlegði evangeliums boðskapin fyri lærdu fólkunum í Aten.

Fyri meg sjálvan er hetta eisini galdandi; tað nyttar lítið hjá mær, at fara inná háfloygdar filosofiskar spurningar, vísind ella djúpa teologi, á einum kristnum møtið í einari fáttækari bygd í Asia. Men í vesturheiminum er hetta mátin, eftirsum, tað er í hesum banunum tey flestu hugsa og tí eru tað ikki ókristiligt av mær, at boða kristna boðskapin og kjakast um kristindómin út frá tí sum annars er relevant; í vesturheiminum, ídag, er hetta innan trúarverju.

Í kapitul 15, í somu bók, fer Paulus sum sagt, sjálvur inná søguligar staðfestingar í samband við uppreisn Jesusar, júst tí at ‘vitnispurður Guds’, sum hann umtalar í 2: 1 snýr seg um søguliga staðfesting (hetta var jú endamálið við eygnavitnunum); sum hann eisini skrivar í Rómbrævinum 1: 4: “... (Jesus) sum eftir Anda Heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu....”

Men nú helt eg at Eivind segði at Kristindómur ikki snúði seg um prógv.

Her kann eg kann eisini vísa á tekstir, sum vísa á at tey fyrstu kristnu gjørdu brúk av trúarverju; tildømis skrivar Paulus ápostulin:

“Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið...” (Filippibrævið 1: 7).

Kann tað verða meira simpult?

Víðari skrivar Paulus til tey kristnu í Korint:

“Tala tykkara veri altíð dámlig, krydda við salti, so tit vita hvussu tit skulu svara einum og hvørjum” (Kolossibrævið 4: 6).

Somuleiðis sigur Fyrsta Pætursbræv:

“...og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er...” (Fyrsta Pætursbræv 3: 15).

Vit síggja somuleiðis út frá Ápostlasøguni, at tey kristnu leggja stóran dent á kjak og staðfesting, í fyrsta árhundra:

Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði jødar og grikkar (18: 4). 
Tí við miklari kraft tepti hann jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum at Jesus er Kristus (18: 28).
Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðar; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til (19: 8).

Tað er rættuliga stór mótsøgn í øllum hesum og pástandinum hjá Eivind, tá hann sigur at einasta svar kristindómsins eigur at verða: ‘fylg mær’ ella um eg skilji hann rætt: ‘trúgv blint uppá Jesus’.

Hugtøkini ‘trúgv’ og ‘vita’

Eivind blandar eisini millum trúgv og at ‘vita’, sum hann skrivar:

“hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva”.

Hvussu forklárar Eivind so, at Tummas kundi trúgva, sjálvt um hann hevði sæð og at trúgv hansara av Jesusi, var rokna sum trúgv (Jóhannes 20: 29)?

Fari eg skeivur um eg siga at Eivind hevur onkursvegna miðskilt evnið?

Tað er eisini vers sum knýta ‘trúgv’ við at ‘vita’:

‘Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað sum vit hava biðið Hann um’ (Fyrsta Jóhannesarbræv 5: 15).
"...og vit hava trúð og fingið at síggja, at tú ert hin Heilagi" Guds (Jóhannes 6: 69) 

So Eivind, nú veit eg ikki heilt, hvar tú hevur hesar meiningarnar hjá tær frá, men hatta er so ikki heilt í tráð við uppruna læru kristindómsins.

Nú mást tú enn einaferð orsaka um teksturin er ov langur, men eg havi í hvussu grundgivi mítt aftursvar.

Monday, May 23, 2011

Fyrilestur: 'Evangeliums Keldan og Søguliga Trúðvirðið'




Á møtinum 25 mai, í samkomuni Besteda, í Klaksvík, 20.00 til 21:30, verður fyrilestur um søguliga álítið av Evangeliums keldunum:

  1. Hvørjir vórðu høvundarnir?
  2. Nær vóru tekstirnir (Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes) skrivaðir?
  3. Hvussu var evangeliums keldan handfarin áðrenn hon var niðurskriva?
  4. Hvat siga granskarir?
  5. Er søguligi veruleikin ein avbjóðing fyri bíbliukritikkarir og gudloysingar?

Síð heimasíðuna:




Friday, May 20, 2011

Ex-gudloysingurin Lee Strobel

                                                              

Ex-gudloysingurin Lee Strobel vrakaði ateismuna og gjørdist kristin í 1981 eftir at hava rannsaka kristnu trúnna, sum ein professionellur rannsakari í tvey ár. 

Áðrenn hesa nýggju gongdina í lívið hansara, hevði hann í mong ár verið ein vælvitandi og sannførdur ateistur. 

Tá talan er um ein í tekst við media rannsakan, er Strobel ikki bara ein og hvør! Í 1974 tók hann Bachelor innan blaðvinnuni (journalismu) á 'Missouri Universitetinum' og granskaði seinni á 'Yale Law School' har hann fulførdi eina mastaragrad í lóggávu.

Í heili 14 ár, var hann roknaður at verða millum bestu blaðfólkini á 'The Chicago Tribune' og øðrum tíðindabløðum og vann millum annað 'hægsta heiður', bæði í Illinois og frá United Press International, fyri rannsakandi frásagnir innan media. 

Eftir at hava tikið við kristnari trúgv, hevur Strobel verði líka virkin sum ein spyrjari og rannsakari, men hesuferð, í einum kristnum høpi, har hann hevur tráspurgt hópin av kristnum trúarverjum, heimspekingum, vísindafólki og granskarum um mál í hava við trúðvirði Kristindómsins at gera.

Strobel hevur eisini skriva hópin av bókum, tildømis: 

The Case for Faith, The Case For Christ (sum er týdd til føroyskt: Kristus fyri Skotum), The Case for a Creator og The Case for the Real Christ.

Leinkja til Logos Bókahandilin:

http://www.logos.fo/index.php?option=com_virtuemart&page=shop.browse&category_id=0&keyword=&manufacturer_id=0&Itemid=26&orderby=product_name&limit=50&limitstart=1370&vmcchk=1&Itemid=26

Leinkja til Amazon books:

http://www.amazon.com/s/ref=pd_lpo_k2_dp_sr_sq_top?ie=UTF8&keywords=lee%20strobel&index=blended&pf_rd_p=1278548962&pf_rd_s=lpo-top-stripe-1&pf_rd_t=201&pf_rd_i=0310209307&pf_rd_m=ATVPDKIKX0DER&pf_rd_r=09H5VC1F3XEN768TS25Y

Í frágreiðing síni, hvussu hann gjørdist kristin greiðir hann frá, at rannsakan hansara av kristnu trúnnið, var sum ein streymur av próvtilfarið. Hann beskrivar hendan streymin so harðan, at hann sum ein gudloysingur ikki meganði at standa ímóti.

Mær vitandi er Lee Strobel ikki ein gudfrøðingur ella bíbliu søgugranskari, tilfarið er tí ikki bygt á hansara egnu 20 ára fultíðar, djúpu granskan, men á hansara samrøður við slíkar granskarar, har í samandrátturin gevur eitt gott innlit inn í trúarverjuna.

Bøkurnar hjá Lee Strobel eru avbera góður lesnaður at byrja við, hjá einum sum hevur áhuga fyri trúarverju.

Meiri um Lee Strobel:




Video Youtube fyri ‘The Case For Faith’ (1-10):



Wednesday, May 18, 2011

Er tað nakað um ónátturliga likamliga grøðing?

Hetta er so ikki mítt granskingarøkið, men henda heimasíðan hjá WCDN, er rættuliga áhugaverd og snýr seg um yvirnátturliga likamliga grøðing.




WCDN stendur fyri World Christian Doctors Network.

Hesir eru kristnir læknar í standa saman, í einum altjóða lækna felagskapi, við tí eina endamálinum at savna próvtilfar um hendingar av tí meiri yvirnátturliga slagnum, men í samband við likamliga grøðing.

Dømini sum verða viðgjørd, stava frá øllum heiminum og eru væl rannsaka og skjalprógva.

Dømini umfata tí ikki leysar pástandir, ella kensluborðin útbrot, ella falska kunning frá einum uppøstum prædikumannið, sum vit tíðanverri mangan eru vitnir til.

Á heimasíðuni skrivar WCDN:

Two thirds of medical schools in the US including Harvard and Johns Hopkins offer courses on spirituality and faith in their curriculums largely because patients are demanding more spiritual care. According to a Newsweek poll, 84% of Americans said that praying for others can have a positive effect on their recovery.

Focusing on divine healing, WCDN has conducted international medical conferences where various interesting diseases and medical conditions that were healed through prayer of faith and with definite medical evidences are presented to medical practitioners as well as scientists. Issues relevant to Christian medical practice and to the divine calling are likewise discussed by speakers who are experts in various specialties.

Sunday, May 15, 2011

Aftursvar til Jón Joensen 'Moldkast'

Á Gudloysi blogginum skrivar Jón Joensen eina ómetaliga niðurgerandi grein um meg sum person:

http://gudloysi.fo/2011/05/h%C3%B8gni-johannesen/

Eftir at hava lisi greinina hjá Jón Joensen, haldi eg tað verða ómetaliga harmiligt at gott og gevandi kjak millum ateistar og teistar skal útvikla seg til slík persónlig álop, ærumeiðing, niðurgerð, útspilling, demonisering og lygnir, hetta var so at siga alt sum greinin hevði at geva.

Tað er sjálvsagt at kjak gerst provokerandi til tíðir og oftani sigur ein ov nógv ella orðar seg skeivt; hetta gerið eg meg sjálvan skyldigan í til tíðir; aðrar tíðir standi eg fyri skotum. Í kjakið, er hetta partur av tí lagnu sum ein trýnur inn í og hetta má ein bara góðtaka og venja seg við. Eg havi verið ótrúliga glaður fyri at kjakast eitt sindur við Eivind Ortind Simonsen, eg haldi tað verða gevandi og vóni vit kunnu halda á.

Men hendan greinin hjá Jón er bara ein rein persónlig demonisering frá einum enda í annan; eg haldi ikki at slíkt tænir nøkrum sum helst endamálið.

Eg vil í hesum aftursvarið vísa aftur teimum ákærunum sum Jón framleggur. Eg kundi ivaleyst eisini spilt Jón út á sama hátt og lýst hann í einari líknandi, yvirdrivnari og vrangsnúgvaðari mynd, men slíkt er hvørki fólkaligt ella kristiligt.

Jón og eg hittu hvønn annan fyrstu fer í einum kjakið, skipa fyri av Miðflokkinum undir heitinum ‘Kann ateisma blandast uppí politik. Sum ein áhoyrari legði eg fram ávísar spurningar til Jón Joensen í samband við evnið, serstakliga út frá tí tilfarið sum Jón sjálvur hevur skriva.

Í Aftursvarið sínum leggur Jón dent á at eg undir kjakinum bar meg ófólkaliga at og nýtti óerliga framferð tá eg setti spurningarnar. Seinni kemur hann við uppaftur fleiri líknandi negativum pástandum í samband við eina tíma langa samtalu við høvdu aftaná.

Jón skrivar:

Nú evnið hevur verið Høgni Johannesen allan hendan mánaðin, so haldi eg at eg skal halda hesa traditión í hevd, og halda meg til evnið.
Eg var umboð fyri felagið Gudloysi við eitt kjak fyri einum mánaði síðan og millum áhoyrararnar var omanfyri nevndi Høgni Johannesen. Tá tað var frítt at spyrja tók hesin mær ókendi maður orðið, og hann vísti seg skjótt at vera rættiliga væl fyrireikaður. Kanska mestsum ov…
Hansara taktikkur var tíverri rættiliga vælkendur og ikki sørt óerligur, serliga tá hann sigur seg at vera so væl lisnan, og tá eisini eigur at kenna til vanligan sið innan kjak og argumentatión. Men gakk… lat okkum taka ein av hansara teknikkum:
Uppseta strámenn fyri at vinna egið argument: Hann hevði eitt “ateististiskt manifest”, sum hann las upp úr og hann citeraði navngivnar “leiðandi ateistar”, fyri síðani at biða meg verja teir pástandirnar hann hevði framsett fyri síðani at loypa á somu pástandir, sum hann hevði lagt fram sum nakað eg átti at staðið inni fyri.
Hetta er tikið úr ABC fyri óerligan sið innan argumentatión, og eigur ikki at koma fyri í einum siðiligum kjaki.

Høgni svarar:

Nú veit eg ikki hvat tú meinar við óerligan taktik ella vit at loypa á ein strámann? Tú umboðaði gudloysis felagið í einum kjakið har evni var gudloysi og politikkur, tað stóð mær frítt sum ein áhoyrari at seta spurningar um hetta evni og tað var hetta evni eg legði eftir.

Tá eg læs eitt hvørt úr einum humanistiskum manifesto, so var tað fyri eyga at vísa á at gudloysingar eru áhugaðir í politikki og lógum sum tæna teirra endamálið.

Men tað sum tú ikki nevnir í tínum aftursvarið er at eg slett ikki legði dent á ‘Council of Secular Humanism’ ella teirra manifesto. Eg legði dent á tína egnu skriving, har í tú skrivar á blogginum hjá Gudloysi, at skúlar eins væl og foreldur ikki áttu av havt loyvi til at ávirka ella tosa við børn síni um skapanarvísund.

Eg spurgdi undir kjakinum hvat tú meinti, eg spurgdi hvønn rætt gudloysingar í Føroyum hava at koma inn í mítt heim og siga hvat vit skulu tosa um við nátturaborðið? Her svaraði tú at tað var skeivt at foreldur høvdu rættin til at ræða børn síni við læruni um helviti. Men tá eg so rættaði teg í hesum og segði at greinin hjá tær ikki snúði seg um helviti men um skapan og vísind, hevði tú ikki meiri at siga. Hetta hevði einki við óerligheit ella ein stráðmann at gera, eftirsum eg ongantíð loyp ikki á teg sum person og heldur ikki á nakað sum tú hevði skriva.

Alt sum eg gjørdi var at lesa ávíst upp sum tú hevur skriva, ávíst sum snúði seg um ateismu ideologi og politik, og spyrja teg hvat tú meinti við, rættuliga nógv longur kom eg ikki. Tað er mær ein gáta hvussu tú lesur óerlighet og stráðman argumentið inn í hesa hendingina?

Seinni í kjakinum vart tú inni á moral og ateismu. Men hesuferð játti eg at kom við einum mótspælið, har eg eisini læs eitt brot upp frá vælkenda ateistinum Paul Kurtz, sum tú ikki kendi nakað til.

Kurtz er av tí uppfatan at ateisma í løtuni siglir á vandasjógvið, eftir sum ateisma hevur útvikla seg til eina ótoleranta rørðslu. Kurtz sigur at tað má skerast niður á kritikkurin og ateistar heldur muga fara í holt við at leggja dent á tey elementini, har rørðslan stendur veikast, í hesum førðinum spurningin um moral og ethic. Kurtz er av tí hugsan, at ateisma slett ikki hevur megna at definera moral ella etik út frá gudloysis hugsan og at hetta átti at verði høvuðsdenturin.

Í tínum pástandi at ateisma er moralskt sjálv uppfyllandi, spurgdi eg teg hvørja viðmerking tú hevði til hetta og fekk einki svar, uttan tað at eg gjørdi skeivt í at brúka ein tann kendasta gudloysis umboðsmannin í heiminum, fyri at vísa á at tað eru mótsøgnir í útsøgnini hjá ateistum um hvat er rætt og skeivt.

Tú skrivar heldur ikki í grein tíni at tú sjálvur nýtti ófólkaligan teknik hetta kvøldið, tildømis tá tú undir kjakinum tveittir út pástandin at kristindómur er nakað tvætl—end off story. Metir tú tað so ikki nógv erligari og fólkaligari at seta spurningar, gera brúk av keldum og geva mótstøðumanninum møguleikan at svara?

Jón skrivar:

Eftir kjakið tosaðu vit saman í útvið tveir tímar, bara vit báðir. Har fekk eg eina langa søgu um hvussu hann var “komin til trúgv”, hvussu hann hevði granskað í nógv ár, og millum annað funnið skriftir frá Jesusar tíð, sum greitt vístu at Jesus var ikki bara veruligur, men eisini guddómiligur. Men allir leiðandi granskarar innan teologi, sum hann segði allar vera ateistar, undirtrykkja hesa gransking hjá honum, so hann kann ikki koma fram við tí hann hevur granskað seg fram til.

Høgni svarar aftur:

Her er aftur ein fitt rúgva av dømum uppá at tú antin ikki minnist hvat var sagt ella at tú tilvitandi villeiðir lesaran: 1) Eg havi ongantíð pástaði at vit hava funnið skriftir frá Jesu tíð. Slíkt hevði verið skeiv kunning, hetta samsvarar heldur ikki við tað sum eg annars havi skriva og ein slíkur pástandur vildi verið at lagt mítt høvd á blokkin.

Evangeliið var neyvan skriva tá Jesus livdi. Eg havi kanska nevnt fyrstu øld sum tíðina har evangeliini vóru skriva, men neyvan at handrit vit nú hava um hendir, stava frá fyrstu øld. Væl møguliga hevur tú blanda við mína úttalu um fyrsta árhundra sum eina serliga tíð.

2) Eg segði heldur ikki at allir leiðandi granskarir innan gudfrøði eru ateistar. Tað var tú sum pástóð at allir teologar eru kristnir (um eg minnist rætt), harí eg mótmælti við at teologisk fakultetir og teologiskar deildar generelt verða stýrdar út frá sekuleri ella gudloysis hugsan. Men har skal eisini sigast at stórur partur av gudfrøðingum ídag ikki er kristnir. Og, ja, annars uppplivdi eg at verða undirtryktur tá eg læs.

Men mátin tú setir hetta uppá er ótruliga villeiðandi og yvirdrívandi.

Jón skrivar:

Seinni valdi hann eisini at brúka argumentið um Irreducible Complexity, sum hann útmerkað visti er afturvíst væl og virðiliga. Tá eg fortaldi honum tað, latst hann sum um hann ikki var heilt sikkur uppá at tað nú var ordiliga afturvíst. Og aftaná tað valdi hann sjálvandi at nevna, at Charles Darwin vendi um og gjørdist trúgvandi á deyðastrá, sum um tað uppá nakran máta hevði nakað at gera við tað Darwin hevði at siga viðvíkjandi menning og menningarlæruni. Um Darwin var buddhist, mormon, muhammedanari ella okkurt heilt annað, hevur onga ávirkan á vísindaliga virðið í tí hann fann útav í sínum arbeiði. Annars hevur familian hjá Darwin mangan afturvíst, at omanfyri nevnda umvending skal vera farin fram.

Høgni svarar:

Eg brúkti ongantíð argumenti, eg spurgdi teg hvat tú helt um argumentið. Haldi tó tað var eg sum nevndi Michael Behe.

Men hvat meinar tú við, tá tú sigur at eg veit at ID er aftervíst? Her leggur tú ikki bara orð í mín munn men tankar í mítt sinnið. Upp til nú havi eg onga fatan av at ID er mótprógva, gudloysingar og darwinistar hava havt fyri neyðini í longri tíð at søkja at vesturlendskum granskarum sum halla seg hendan vegin.

Tá eg í samtaluni nevndi Behe, segði tú at hann var afturvístur í samband við kyknur, bakteriuður og motorar, onkrar detaljur sum vóru virknar í kyknum og bakteriðum og annars í øðrum samanhengi eisini. Satt at siga, her var eg ikki heilt klárur yvir hvat tú vísti á, eftirsum tú ikki hevði orð at seta á detaljunar. Eg hugsaði við mær sjálvum: meinar hann við cilium og týdningin av microtubules, ella meinar hann við motorin sum er virkandi við bacterium flagellum?

Eg nevndi enntá cilium við navni í samtaluni, men hetta tyktist tú ikki at hava innlit í. Tað sum undraði meg við tínum pástandi, var at Michael Behe í bókini ‘Darwin’s Black Box’ er púra samdur við tær, um talan var um cilium ella bacterium flagellum; tíðskil var eg ikki heilt klárur yvir hvat tín ákæra mótvegis manninum snúði seg um.

Tað sum eg meti verða at størri álvara við hesi greinini hjá tær er at eg skal hava sagt at Darwin gjørdist kristin á deyðslegu síni. Eg minnist meg hava miskilt ein grein um hetta sum tannáringur tá eg eina tíð trúði hesum pástandi. Tó eftir at hava lisi greinina aðru ferð tók eg avstand frá hesari uppfatan. Hetta er langt síðani, eg minnist meg ongantíð hava trúð pástandinum um umvending Darwins síðani. Um eg helt meg til hesa meining so hevði eg heldur enn gjarna kjakast fyri hesum her og nú, men fyri at kunnað teg eitt sindur so letur hetta seg ikki gera, eftirsum hetta ikki liggur í mínari sannføring.
Eg havi neyvan pástaði í einari samtalu við teg at Darwin gjørdist kristin á sínari deyðslegu, her blander tú meg ivaleyst við onkran annan ella bart út lýgur tú.

Heldur ikki var hetta grundin til at tú rýmdi, mær vitandi var umvendingin hjá Darwin slett ikki partur av okkara samtalu. Man ikki tú rýmdi eftirsum tú fekst ov mikið mótspæl og at tú einki hevði at siga, uttan at alt sum eg segði var ‘nakað tvætl’ og so okkurt um ein dreka tú hevði í garaguni heima.

Jón skrivar:

Alt í alt framstóð hann sum ógvuliga ótrúverdigur. Væl vandur í argumentum fyri síni trúgv og móti vísind, men av tí at har ikki eru nøkur góð argument fyri religión og ímóti vísind generelt, er hansara støða pr. definitión óhaldbar.

Høgni svarar:

Eg haldi ikki, at tú ert ein óvitandi og býttur persónur. Men í hesum førinum hvussu kanst tú definera millum vánalig og góð argumentir innan vísind, tá tú ikki kundi seta orð á sjálvt argumentið og tá tú einki visti um cilium?

Hetta frá tínari síðu er annars tað vit kalla demonisering, og slíkt ger man tá man ikki hevur svar at geva. Einastu mótargumentini eg fekk frá tær hetta kvøldi var at 1) kristindómur hevur ongantíð gjørt nakað gott fyri nakran nakrantíð, sum ikki passar, 2) at Gud er líka ósannlíkur sum drekin tú hevur heima í garaguni (eitt av teimum typisku, látturligu argumentunum vit hoyra frá Dawkins), 3) at alt sum eg sigi er nakað tvætl (ein negativur pástandur og slett ikki nakað argument).

Eg haldi at tað er harmiligt at tú alment skalt umskriva eina samtalu millum okkum báðar sum óerliga og ófólkaliga. Heldur ikki er hetta ein positiv mynd av gudloysi í Føroyum; ella fer Heini nú at fortelja okkum at felagið heldur ikki tekur ábyrgd fyri teirra umboð?

Eg haldi tað verða minst líka harmiligt at Jákup heldur áfram við slíkum undir ‘viðmerkingum’ og uttan nakra víðari grundgeving, ákærir meg fyri at hava sletta ávís aftursvar frá gudloysingum undir greinini ‘fosturdráp er vanlukka føroyinga’ og hetta uttan at geva sær far um at orsøkin kundi verið ein heilt onnur, tildømis at blogger skipanin var aftanfyri trupuleikan:

http://status.blogger.com/

Somuleiðis leggur Kristian áherðslu á at feilurin ivaleyst má liggja á mínari síðu. Her skal sigast, at eg havi einki sletta sum Kristian hevur skriva, og Kristian skal kenna seg vælkomnan at viðmerkja tað hann vil á apologetik heimasíðuni, uttan at verða bangin fyri sensur.

Og til alt hetta hevur so Jón at siga:

‘Jamen hatta passar bara væl við ta uppfatan eg havi av manninum’

Vóni ikki henda mold kastingin verður áhaldandi.

Friday, May 13, 2011

Blogger hevur ligið stilt í tveir dagar

Hey tit øll,

Blogger hevur ikki rigga globalt í tveir dagar. Eg havi tí ikki fingi skriva seinastu 48 tímarnar (ella so) og um onkur hevur roynt at viðmerkja eitt hvørt, á teimum ymisku postunum so hevur tað verið til fánýtis.

Ávísir postar, øll tey seinastu linkini, postar og annað vóru av onkrari grund eisini sletta av blogger. Nú mugu vit bara vóna at blogger áhaldandi riggar.

Ein frágreiðing frá blogger kann finnast her.



--------------------------------------------------------------

Síggi nú 16-05-2011 at Gudloysi hevur reagera ov skjótt við pástandinum um at eg skal hava sletta ávísar viðmerkingar.
http://gudloysi.fo/2011/05/h%C3%B8gni-johannesen/


Hmm...jú, tíðanverri fyri Gudloysi, blogger eigur feilin, ikki eg.

Wednesday, May 11, 2011

Vóru tey fyrstu kristnu før fyri at varveita teirra skriftir og traditiónir?



Var elsta kristna samfelagið kaos sum kritikkarir vilja hava okkum at trúgva? Í hesum innlegginum fara eg inná førleikarnar hjá ávísum kristnum leiðarum og skribentum í 1 og 2 øld, sum geva okkum far um at tey kristnu høvdu góðar førleikar at varveita og yvirføra evangeliums kelduna. 

Fosturdráp er vanlukka føroyinga


Fosturdráp er vanlukka føroyinga

(Grein skriva av Dánjal Mouritsson Joensen)

Síðstu árini hevur eitt syrgiligt tíðarrák rikið innyvir vesturheimin. Forklædd sum mannarættindi verða alsamt fleiri fosturdráp framd við vælsignilsi frá teimum, ið burdi vart lív, læknunum. Tíverri er hetta eisini eitt rák, ið vit kenna alt ov væl í Føroyum, har mong fólk velja tað, ið tíverri er tann  lætta loysnin. Heldur enn at okkara politikarar loysa hendan alsamt veksandi trupuleika, ið kemst av vantandi føroyska lóggávu, tykist tað sum tey venda teirra blindu eygu og deyvu oyru til og latast sum um eingin trupuleiki finst. Hetta meðan eini 50 børn lata lív um árið.

Tann lætta loysnin er ikki altíð tann rætta:
Men hvørjar møguleikar hevur læknin at bjóða mammuni tá hon stendur í viðtalurúminum. 

Við ongari skipan, ið kann hjálpa mammu og familjum við teimu, sosialu, fíggjarligu og øðru avbjóðingum, ið árliga drepa fleiri ófødd børn, verða tað vanlukkiliga avgerð ov oftani tikin, at drepa fostri. Hvar eru tær skipanir og tær tænastur, ið kunna lofta einari einligari mammu áðrenn hendan avgerð verður tikin? Hví lata landsins politikarar hesu framtíðar stjónarleiðarar, vinnulívsfólk, íbirtarar, listafólk og ønnur týna í tí tryggastu umhvørvinum á jørð, heldur enn at gera alt fyri at bjarga teimum? Tað at drepa barnið er ikki ein haldgóð loysn uppá trupuleikan. Lívið gongur oftast ikki bara víðari, men førir mangan við sær vanlukkuligar fylgjur. T.d. úseta  foreldrini seg fyri sálarligum trupuleikum av fosturdrápinum og  barnið sjálvt risikerar at yvirliva miseydnaði fosturtøkuna og koma livandi út við likamligum breki.

Samfelagsligar avbjóðingar
Men tað er ikki einans fyri foreldrini og barnið at hendan avgerð hevur keðilgiar avleiðingar, men samfelagið sjálvt spælir við eld, tá vit latast sum blind yvirfyri hesum veruleika.

Tað er ein sannroynd at fyri at eitt hvørt samfelag skal veksa í fólkatali, má hvør familja føða 2,11 børn fyri at skapa eina sunna demografi. Tóat vit føroyingar enn hava eitt føðital, ið er yvir hesum markinum, hevur talið verður minkandi tey síðstu árutíggjundi og standa vit skjótt frammanfyri somu avbjóðingum sum restina av Vesturheiminum. 

Um vit hyggja at londunum í vesturheiminum, er tað ein ræðandi lestur. Í Usa og Kanada liggur miðaltalið á 2,04 børn, í Danmark 1,74 børn, í Onglandi 1,6 børn, í Týsklandi 1,3 børn, í Italia 1,2 børn og í Spania 1,1 børn. 

Talið fyri Føroyar liggur enn á 2,45, men er fallandi. Um tann núverandi støðan ikki broytist, standa vit yvir fyri einari demografiskari vanlukku í Føroyum. Talið av børnum og pensionistum í mun til arbeiðsfør fólk verður í framtíðini so avskepla at samfelagið fer at standa frammanfyri stórum sosialum avbjóðingum. Óhugsandi er at samfelagið fer at kunna upprætthalda tær samfelagstænastur sum tað í dag bjóðar, einans tí at tað fer at verða eitt undirskot av arbeiðsfólki.

Tann ræðandi veruleika, ið goymir seg aftanfyri hesu tøl er at um man mótroknar tali av fosturtøkum mótvegis miðaltalinum avdúkar tað at hesi somu lond, ið standa yvirfyri stórum demografiskum avbjóðingum, øll høvdu ligi yvir 2,11 í miðal og tískil verði før fyri at upprætthalda tað sama samfelagið, ið tey kenna til í dag. Niðanfyri eru nøkur útvald tøl:


Land         miðaltal av føddum børnum   fosturdráp     fødd árlig     um fosturdráp ikki var gjørt  

USA                            2,04                            1mio           4 mio                        2,55
                   
Danmark                     1,74                            15000        60 000                       2,18

Føroyar                       2,45                             50              640                           2,47

Sum føroyingar hvílur ein stór ábyrgd á okkum øllum, ikki bara at verja hesi óseku ið verða tikin í móðurlívinum, men eisini yvirfyri tí lækkandi føðitíttleikatalinum og harvið demografisku avbjóðingunum, ið vit koma at standa fyri um núverandi gongd ikki verður stegða. Okkara besta boð tykist at verða at skipa so í bandi at allir sosialir og fíggjarligir trupuleikar, ið liggja aftanfyri høga fosturdráps talið verða loystir, so at einki barn skal missa rættin til lív, einans tí vit sum samfelag ikki høvdu ráð at bjarga tí. 

Tí er hetta eisini ein áheitan á landsins kosni at taka stig til at loysa einum vanlukku, ið bíðar at henda. Nokk er tosa uttanum, verandi lóggávu tænir ongum endamálið og setir bæði foreldur, læknar og ikki minst barnið undir ómenniskaligar støður.  

Lati okkum bjóða øllum børnum vælkomin til hendan heim.

Orðatøkini 31:8 
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!

Harri lær okkum at standa sterk fyri tínum virðum, og hjálpa teimum veiku har samfelagið ikki hoyrir neyðarróp teirra!

Dánjal Mouritsson Joensen

Tuesday, May 10, 2011

Gudloysingar taka eitt størst lop

Hvat sigur Koranin um teir kristnu og jødisku tekstirnar?

Onkur hevur spurgt um Bíbliuna í samband við Koranina (bókina í Islam), og eg skal tí líka siga eitt sindur um hetta í einum trúarverju høpið.

(hesin bloggur er eisini ætlaður til kjak millum religiónir, og um muslimar lesa henda bloggin er kritikkur og kjak ómetaliga vælkomi).

(henda greinin viðger ivaleyst spurningar sum stinga seg upp, serstakliga millum kristin og muslimar, men sjálvandi kunnu ateistar og onnur vísa sín áhuga í hesum eisini)

Tann vanliga hugsanin hjá Muslimum er at Bíblian vit nú hava um hendur er antin broytt ella burturblivin. Við øðrum orðum einafer dalaði evangeliið niður frá himli til Jesus í eini opinbering, eins og Lógin var opinbera til Móses. Báðar bøkur vóru skrivaðar niður og kristin og jødar lósu og fylgdu hesum bókum. Seinni í tíðini hava so jødar og kristin broytt hesar bøkur.

Trupuleikin uppstendur, tí hvørki Lógin ella evangeliið samsvarar við Koranina. Og so uppstendur spurningurin: hví sigur so Koranin, at hesar bøkur eru Orð Guds um tær ikki samsvara við seinastu bókina, Koranina?

Muslimar ídag hava tí bara eitt svar, jødar og kristin mugu hava broytt og falskað teirra bøkur.

Nú tíðanverri so heldur hetta ikki í einum søguligum høpi. Tað er einki prógv upp á ein kristin uppruna bók var broytt. Alt bendir uppá at kristnir leiðarir virkaðu sum 'samar' tað vil siga teir vóru partur av einum lærisveina bólki sum lærdu seg traditiónina uttanat og soleiðis vardu hana munnliga inntil traditiónin var niðurskriva og aftaná hildu á sum 'samar' traditióni saman við tí skrivaði, sum Papias er eitt dømi uppá og Irenaeus eisini.

Tað sum muslimar ivaleyst leggja dent á, er redaktión, men hetta lýsir bara ikki tað slagi at broyting sum skal til fyri at verja islamska sýnspunktið.

Evangeliið er heldur ikki ein opinbering, evangeliið er ein eygnavitnis frásøgn sum eisini inniheldur læru Jesusar. Ongantíð hava kristin trúð uppá evangeliið sum ein opinbering.

Nú brúki eg eisini orði 'evangeliið', tí Koranin brúkar orði í singular, Injeel (evangeliið). Orði Injeel kemur frá teimum syrisku kristnu, og tey nýttu vanliga orðið í singular um tey 4 evangeliini. Hetta var eisini vanligt millum tey kristnu sum talað griskt, har í evangeliini eisini vóru kalla evangeliið í singular, líka upp til 7 árhundra.


Men hvat sigur sjálv Koranin um evangeliini, eftirsum tað er Koranina ein muslimur má leita sær eftir svarið. 

Um tú ert í iva um nakað av tí vit have opinbera tær, so spyr tey sum lesa Bókina áðrenn teg (Sura 10: 94)

Hetta versi í Koranin sum er skriva til muslimar í 7 árhundra, biður muslimin spyrja tey sum lesa bókina áðrenn hann, um hann hevur nakran spurning.

Versi sipar til nøkur sum lesa eina bók áðrenn Koranin kom. Hvørja bók talar høvundurin um her?

Hevur tú ikki hugsa um tey sum hava fingi ein part av Bókini. Tey eru bjóða til Bókina hjá Allah…(Sura 3: 23).

Við øðrum orðum, tað vóru heilagar opinberingar til áðrenn Koranin kom. Hesar opinberingar verða roknaðar sum partur av Guds bók, og her verða tey sum lesa hesar opinberingar í tíð Muhammads bjóða til seinasta partin av hesi opinberingini, sum er Koranin.

Hvørjar eru so hesar bøkur ella opinberingar sum komu undan Koranini?:

Tað er hann sum sendi niður, sannleikan, bókina sum staðfestir tað sum kom áðrenn, og hann sendi niður Mósilógina og Evangeliið (3:3).

So hesar bøkur eru Mósilógin (Mósibøkurnar) Evangeliið (tey fýra, sum tey kristnu lósu í 6 og 7 øld)

Víðari sigur Koranin:

...Mósilógin og evangeliið sum er við teimum (Sura 7: 156-157)

Tað vil siga hesar bøkur vóru til tá Koranin var opinbera, tær vóru ikki burturblivnar ella broyttar.

Hetta seinna kemur týðiliga til sjóndar í Sura 5: 68-71 har vit lesa:

…Tit hava einki at byggja uppá intil tit gera eftir Mósilógini og Evangeliinum og tað sum Gud hevur opinbera tykkum (Sura 5: 68-71)

Um muslimar ídag hava rætt í sínum pástandi at evangeliið ikki kann lítast á, hví leggur so Allah teimum kristnu og jødunum dent á at fylgja sínum bókum.

Og víðari, um muslimurin ynskir at seta seg upp ímóti teimum undanfarnu opinberingunum, stríðir hesin so ikki ímóti síni egnu halgu bók:

Verð ansin tá tú (muslimurin) kjakast við Fólk Bókana (jødin og tey kristnu)…sig: Vit trúgva á tað sum er opinbera okkum (Koranin) og tað sum er opinbera tykkum (Mósibøkurnar og Evangeliið), Gud okkara og Gud tykkara er ein (Sura 29: 46)

Tíðskil má muslimurin eftir Koranini at døma, noyðast við at proklamera trúðvirði í hesum undanfarnu bókum, hann hevur ikki loyvi til at sáa iva um tær.

Og víðari:

Tit sum trúgva! Trúgvi á Allah hansara boðberara og skriftina sum hann sendi til boðberarin, og skriftina sum hann sendi teimum í komu undan honum. Ein og hvør sum avnoktar Allah, hansara einglar, hansara bøkur og hansara boðberara, og dómadagin eru farin langt av leið (Sura 4: 136).

Muslimurin sum velur at fara ímóti bók síni (Koranini) og seta spurning við opinberingarnar sum jødar og kristin lósu í 7 árhundra er tíðskil eftir Koranini at døma, fortaptur. 

Við øðrum orðum, ein muslim sum setur seg upp ímóti evangeliinum og Mósilógini er ikki ein muslim, men á hina síðuna ein muslim sum fylgir bók síni og harvið velur at seta lít sítt á Bíbliuna eisini, kann ikki verða muslim heldur. 

Hvat er so ein muslimur?