Sunday, September 25, 2011

Alheimsins byggjuklossar

Er Gud eitt ‘neyðsýn’ fyri tilveru og alheimin? Kosmologisku argumentini og teir ymisku teistisku pástandirnir sum fylgja harav, kunnu ivaleyst kókast niður í tað einfaldu niðurstøðu, at alheimurin er fylgjan av einari serstakari orsøk, og at orsøkin óansæð spontana skapan av núverandi alheimsskipan, ella nýtslu av eindømis hendingum, verið tað seg ymisk alheimsstøði, ella kosmologiska menning, grundar í, at Gudurin er upprunaliga orsøkin. 
Tað er eingin loyna at ateistar og religións kritikkarir, hava leika hart í við teirra mótargumentum og atfinningum, í teirri roynd, at vísa hesa áskoðan og tess argumentum aftur. Hetta innleggið, er viðgerðin av bara einum slíkum mótargumentið.

Rættuliga fundamentalt í hesum kjakinum um Gud og uppruna alheimsins, eru sokallaðu byggiklossar tilverðunar; har vit førka okkum inn í ‘quantum mekaniska’ heimin og tess orku og partiklar!
Um byggiklossarnir (partiklarnir) verður spurgt: ‘er orsøkin ‘probabilistisk’’, tað er: uppstanda hesir spontant og tilvildarliga av ongum og úr ongum, ella er orsøkin meiri ‘avgjørd’ (determined); tað vil siga í hesum samanhenginum: eru hesir bundnir at útvortis orsøkum?

Her verður serstakliga hugsa um ávísar ábendingar av empiriskari nátturu, har eygleiðarir hava havt í huga, tvey sløg av ‘quantum mekaniskum’ hendingum. Hesar kunnu bólkast sum tær ‘manipuleraðu hendingar’ sum verða handfarnar í royndarstovum, við øtiliga stórum og framkomnum tólum og tær ‘fríðu hendingarnar’ sum sigast at kunna uppstanda nær ‘svørtum holum’.

Serstakliga verður havt í huga ‘partikla’ atferðin á quantum støði. Her verður víst á Heisenbergsa ‘uncertainty principle’ sum sigur, at partiklar á quantumstøði uppføra seg sum spøkilsir av nátturu (Davies, God and the New Physics, p. 103), ella sum Etienne Klein sigur tað, í samband við Einstin, at hesir partiklar uppføra seg sum ‘bylgjur’ (Etienne Klein, Conversations with the Sphinx: Paradoxes in Physics (London: Souvenir Press, 1996), pp. 66-8, 109-23; sí eisini Davies, God and the New Physics, pp. 105-11). Vísindafólk og heimspekingar hava havt tað torført, at skilja hesar partiklar í tíð (John Barrow, Theories of Everything: The Quest for the Ultimate Explanation, s. 63-4) og ómøguligt tykist tað, at kunna viga teirra rørðslur, samstundis sum vit viga teirra støðu (Davies, God and the New Physics, p. 103).

Tað er grunda á hesa atferð, at quantum heimurin vanliga verður roknaður sum ‘probabilistiskur’, heldur enn ‘avgjørdur’ (determined) (Davies, 35), sum eisini hevur ført til økta spekulatión, tað at eygleiðingarnar vísa á núverandi ‘ex nihilo’, at hesir partiklar hava førleikan at uppstanda tilvildarliga, út úr ongan, gjøgnum ‘tómrúmsskiftið’ (vaccum fluctuation) (Quentin Smith, The Uncaused Beginning of the Universe, 1988). Hetta verður av summum, eitt nú Quentin Smith rokna sum grundgeving fyri, at alheimurin í sínum upprunaliga standi, møguliga uppstóð gjøgnum eitt ‘tómrúmsskiftið’, sum eitt ex nihilo, úr ongum og uttan útvortis ávirkan, so sum einum skapara Gudi.

Tað eru tó álvarsamir trupuleikar við einum hesum pástandinum hjá Quentin Smith, eftirsum avgjørda niðurstøðan, ikki byggir á nátturligar umstøður, men vísindaligar royndir, har í tað verður manipulera við partiklum; í hesum førinum við at stoyta protonir og elektronir saman í stórum ‘partikla aksellatorum’ við eini ferð sum nær ljóshastigheitini. Eygleiðingar vísa á at eftirfylgjandi samanbresturin, tá hesir partiklar stoytta saman, førir til spontanan uppstandan av nýggjum tilfarið (Davies, God and the New Physics, p. 26). Einki undur í, at fysikarir ímynda sær, at tann sokallaða ‘initial condition’ árla í universinum, kann verða endurskapa, undur slíkum ‘akselerasjóns umstøðum’.

Paul Davies er partvís samdur í, at slík viðraking, kann hava við sær, at ávíst kann tykjast at uppstanda úr ongum (Davies, s.31), men samstundis leggur hann mikla áherðslu á sínar atfinningar. Tildømis vísir Davies á, at slíkir partiklar slett ikki eru óbundnir av nakrari orsøk og undanfarandi dimensiónum, eftirsum hesir uppstanda av partiklum sum longu eru eksisterandi og alt í einum vacuum heldur enn einari umstøðu av ‘null orku’ (zero energy); við øðrum orðum ‘ongum’.

Heldur enn at fløkja okkum føst í tílíka spekulatión, áttu vit heldur at spurgt (og Davies er samdur), hvaðani orkan upprunaliga uppstóð (31-32). Her pástanda Adams og Laughlin at partiklarnar hava sína uppruna í læntari orku og slett ikki minnað um eitt ex nihilo (Adams & Luaghlin, The Five Ages of the Universe, pp. 6-8). Somuleiðis verður víst á, at talan ikki er um eina fríða, nátturliga, random ‘quantum mekaniska hending’ men manipulering útførda í royndarstovum (Tony M. Liss and Paul L. Tipton, The Discovery of the Top Quark in David H. Levy (ed.) The Scientific American, Book of the Cosmos, p. 331- 37, sí eisini Paul Davies, s.31). Tað er eisini grunda á royndarstovurnar, at Davies afturvísir pástandinum, eftirsum hesar eygleiddu hendingar á quantum støði, uppstanda í isoleraðum royndarstovuskipanum og tí ikki kunnu relatera til univers okkara sum heild (Davies, s.32). Eftirfylgjandi hava vísindafólk eisini víst á ein annan trupuleika, tað at hesir partiklar ganga til grundar, líka spontant sum teir uppstanda (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 7), sum eisini Lee Strobel vísir á, í sínum prátið við William Lane Craig, at slíkir handfarnir partiklar møguliga slett ikki hoyra veruleikanum til (Lee Strobel, The Case for a Creator,  p. 123).

Tíðskil er tað ikki heilt staðfest at hesar royndir vísa á nakað sum helst. Men um so var, hvønn týdning hevur hetta fyri ex nihilo? Eg haldi vit kunnu verða rættuliga samd við Hawking og Quentin Smith at royndastovu handfaringarnar av ávísum partiklum, møguliga geva okkum eitthvørt innlit inní tildømis ‘initial condition’ og Planck tíðina (Quentin Smith, Quantum Cosmology’s Implication of Atheism, Infidel.org, 1997), um slíkar gitingar nú umboðaðu veruleikan. Men tað sagt, so grundgeva slíkar royndir ikki fyri núverandi ex nihilo á quantum mekaniskum støðið, ei heldur einum ‘null orku støðið’ ella einum kosmologiskum ‘singularity’.

Og við hesum fellur pástandurin.

Vísindafólk, sum tildømis Stephen Hawkins hava annars pástaði at ‘tómrúmsskifti’ ferð fram nátturliga uttan fyri royndarstovunum, nær ‘svørtum holum’ (Hawking, A Brief History of Time, s.111-114, og The Universe in a Nutshell, s.116-129), tað nærmasta vit í teoriðini koma hypotesuni um eitt ‘singularity state’; har í, tað verður argumentara at tyngdarkraft ella elektromagnetisma kann ávirka positivu orkuna í einum massa (A Brief History of Time, s.93-4,128 og Universe in a Nutshell, s.110-115, sí eisini Adam & Laughlin, s.128-135).
Hetta leggur síðani upp til, at alheimur okkara í sínum ‘primeval bang’ upprunaliga kundi verða ein ‘null orka’ sprotið av einari negativari orku ella tyngdarkraft.
Men hesin pástandur er somuleiðis høpisleysur. Skal ein grunda á hesa áskoðan, grundgeva fyri at partiklar sum uppstanda í proximity av einum svørtum holið er líknandi við ‘ex nihilo’, hvussu skal tað so skiljast, at eins og við handfaringini av partiklum á royndarstovunum, so er talan eisini um quantum hendingar, sum hava sín uppruna í tíð og rúmd og sum eisini lána frá undanfarnari, eksisterandi orku (Davies, s.32)? Tíðskil verður tað skilt sum um at bæði partiklar og tess orka er bundin at tíð og vacuum (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 7) og høvdu verði bundin, óansæð um hetta vacuum vildi verið ‘null støðis orka’ (zero state energy) (Heinz R. Pagels, Perfect Symmetry, pp. 338-9), ein kosmologiskur tilstandar, sum eftir Stephen Hawking at døma, ikki er møguligur (The Universe in a Nutshell, pp. 44-5).

Niðurstøðan má tí verða, at ongin eygleiðing og eingi prógv er fyri nátturu-tilvildarligari ella manipuleraðari ‘ex nihilo’ á núverandi quantum mekaniskum støðið. Við øðrum orðum, er eingin grundgeving fyri pástandinum, at alheimurin er uppstaðin av sær sjálvum, úr ex nihilo (úr ongum) uttan útvortis ávirkan. 

Wednesday, September 21, 2011

Good One (2)

Her eru so fimm tekningar aftrat, sum halda darwinismu fyri gjøldur, og so tann seinasta sum absolut einki hevur við Darwin ella religión at gera. Helt bara hon var so góð, at hon mátti við. 







Monday, September 19, 2011

Darwinisma á skúlagátt í Sovjet: Ein Rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen (3)


Í hesum styttra aftursvarinum fari eg at viðgera kelduna sum Eivind Ortind Simonsen gjørdi nýtslu av, í roynd síni at prógva pástandinum, at darwinisma einki hevði at siga í Sovjet líka til 1964 og at darwinisma ikki var innan skúlagátt í Sovjet fyrrenn 1964. Eg fari at vísa á, at sjálv keldan sum Eivind ger nýtslu av, ikki bara er akademisk ónyttulig, men enntá afturvísur pástandi Eivinds. Harnæst fari eg at vísa á aðrar Wikipedia greinar, søguligar keldur og akademiskan lesna sum vísa á, at darwinisma var ómetaliga virkin í Sovjet og tess skúlum um hetta sama mundi av landsins søgu.

Darwin ella Darwinisma: Darwinisma í Sovjet: Ein rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen (2).


Hetta er mítt triðja aftursvarandi innlegg til royndina hjá ateistinum og liminum í ‘Gudloysi’, Eivind Ortind Simonsen, at afturvísa viðgerðini hjá mær og øðrum, um sambandið millum Sovjet og darwinismu. Í hesum innlegginum viðgerið eg pástandin hjá Eivind, at Darwin millum elstu kommunistarnar og í Sovjet, ikki var annað enn iconi, sum breyt vísindina frá skapanarsøguni. Við øðrum orðum, pástandin, at Marx, Engels og teirra eftirfylgjarir hildu hátt um Darwin men ikki um ástøðið. 

Hetta førir sjávsagt til aðrar pástandir hjá Eivind, sum tildømis: at darwnisma einki hevði at siga í Sovjet og heldur ikki var á skúlagátt. Men hatta goyma vit til ein komandi triðja part í røðini 'Ein rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen'. 

Innleggi hesuferð verður heldur langdrigi, eftirsum eg framleggi hópin av keldum, í grundgeva mótvegis skeivu pástandunum hjá Eivind.
Vænti tí ikki, at ein og hvør lesari, fer at hætta sær at grava seg ígjøgnum nógva lesnaðin; men tilfarið verður so á netinum hjá einum og hvørjum at lesa.
Haldið ikki, at eg takið munnin ov fullan, um eg sigi, at eg havi grundgivið (við keldum) fyri, at darwinisma var bæði framkomin og ávirkin í Sovjet og millum marxistarnar, frá Marx, Engels og líka til 1940ini.

Wednesday, September 14, 2011

Good One

Haldi at teistar hava verði hopleysir tá tað kemur til teknirøðir, men tað finnast so nakrar góðar.

H

Antony Flew: Ein ávarðing til ungar ateistar



Antony Flew var ein at mætastu og gløggastu gudloysingum í 20 øld. Tað kom tí sum ein skelkur tá tað frættist, at maðurin í 2003 hevði broytt hugsan. Flew var ikki vorðin kristin, men Flew hevði lagt gudloysi aftur um bak og var blivin ein 'trúgvandi'.

Í bókini 'There is A God', skrivar Flew um sína umvending og orsøkina til sína umvending:

"Moving on now from the parable, it's time for me to lay my cards on the table, to set out my own views and the reasons that support them. I now believe that the universe was brought into existence by an infinite Intelligence. I believe that this universe's intricate laws manifest what scientists have called the Mind of God. I believe that life and reproduction originate in a divine Source. Why do I believe this, given that I expounded and defended atheism for more than a half century? The short answer is this: this is the world picture, as I see it, that has emerged from modern science..." (s.88-89).

Og víðari:

"I must stress that my discovery of the Divine has proceeded on a purely natural level, without any reference to supernatural phenomena...It has no connection with any of the revealed religions...in short, my discovery of the Divine has been a pilgrimage of reason and not of faith" (s.93).

Flew: Ein ávaring til ungar ateistar

Flew sum var aktivur ateistur í mong ár og sum skrivaði fleiri áhugaverdar bøkur, av tí tunga og djúpa slagnum. Er ivaleyst ein ávarðing til ungar ateistar ídag; hann skrivar:



"I have said in some of my later atheist writings that I reached the conclusion about the nonexistence of God much too quickly, much too easily, and for what later seemed to me the wrong reasons...One of those early reasons for my conversion to atheism was the problem of evil" (s.12-13).

Við øðrum orðum, tann ungi sum ídag er farin at ivast um Guds eksistens, tí populerir forsprákarir so sum Sam Harris og Richard Dawkins, sum ikki koma upp um knøðini á Antony Flew, draga hesi út í eina niðurstøðu, sum teir í veruleikanum ikki hava skil fyri.

Ateistar á Heksajakt

Umvending Flew's til trúnnað á ein skapara Gud, var ein dyggur smeitur fyri nógvar gudloysingar. Ateisturin Richard Carrier hevði ivaleyst nógvar svøvnleysar nætur og legði saman við øðrum upp til eina herferð ímóti Flew. Her hevur ateistiski mótgangurin verið harður; eitt nú, pástanda nýateistar, at teistar onkursvegna tvingaðu Flew at skrivað bókina, og annars hoyra vit uppaftur tað heldur vanliga ramsuna, at maðurin má verða blivin sjúkur ella bara gamal.

Roy Abraham Varghese skrivar um hesa viðferðina av Flew:

"Curiously, the response to the AP story from Flew's fellow atheists verged on hysteria. One atheist Web site tasked a correspondent with giving monthly updates on Flew's falling away from the true faith. Inane insults and juvenile caricatures were common in freethinking blogosphere. The same people who complained about the Inquisition and witches being burned at the stake were no enjoying a little heresy hunting of their own. The advocates of tolerance were not themselves very tolerant. And, apparently, religious zealots don't have a monopoly on dogmatism, incivility, fanaticism and paranoia".

Gott sagt.

Sum sagt, síðani hendingina, hava ateistar gjørt mikið burturúr at demoninisera og svína Antony Flew til. Harmiligt at hetta er ein heldur vanlig tilgongd, tað er: tá teir annars ikki megna at týna mannin akadmiskt; so er bara eitt at taka til, niðurgerð og látursgerð. Hetta hava vit verða vitni til so mangan fyrr, eisini her á landið.

Stuttligt haldi eg, tí Antony Flew var ein av teimum klassisku forsprákarunum fyri gudloysi, sum allir ateistar annars heiðraðu upp um skýggini. Eg siti her við bókini 'God and Philosophy', sum Flew skrivaði meðan hann enn var ateistar; ótrúliga djúpur og vælargumentaraður lesnaður og tað eru fleiri aðrar eisini. Hugsar ein sum støðið, so er himmalvíður munur á hesum og bókini 'Why I am not a Christian' av Russell. Ivaleyst er tað tí at summið halda Flew verða mannin, sum samansetti tí sokallaðu ateistisku dogmaðina, og at Prometheus, ateistiski bókaútgevarin skrivaði um bókina 'God and Philosophy':

"Prometheus Books is delighted to present what by now has become a classic in the philosophy of religion" (s.4).

Sunday, September 11, 2011

Darwinisma og Sovjet: Ein rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen (1)

Á heimasíðuni hjá Gudloysi, skrivar ateisturin Eivind Ortind Simonsen (sum er limur í Gudloysi), í samband við darwinismu og gamla Sovjet:

'Um talan er um íspinn, so burdi tú lættliga kunna víst á okkurt dømi, har darwinisma er nýtt innan skúlagátt í Sovjetsamveldinum áðrenn 1964. Eg vænti tó, at tað einasta tú kanst vísa á, er vanliga kristna propagand’in um, at alt ringt í 20. øld stavar onkursvegna frá Darwin. Eitt slíkt útgangspunkt hevur onki hald í veruleikanum, og tað er hetta útgangspunkt, sum fær kristnar apologetar at framseta tær lygnir teir framseta.'

Hendan skeiva søgutulkanin má nú hava nátt sítt háðmark.

Tað er ein løtt uppgáva at skula vísa á, at darwinisma var innan skúlagátt í Sovjet áðrenn 1964 og henda niðurstøða, byggir á kommunistiskar tekstir í Sovjet samtíðini, ikki kristiligt propaganda, sum Eivind heldur fyri.

Í 1948 kom hetta niðanfyrinevnda skrivið út, sum heiðraði russisk vísindafólk. Listin nevnir vísindafólk sum vóru virkin áðrenn og samstundis sum kolveltingin var uppá sítt hægsta. Her kann bara sigast at listin  týðiliga mótsigur pástandinum hjá Eivind. Eivind sigur, at darwinisma onga ávirkan hevði á Sovjet og ikki var á skúlagátt í Sovjet fyrrenn 1964. Men listin inniheldur Darwinistar (í hvussu er tann eina), sum útforskaðu útfrá darwinistiskum ástøði í Sovjet longu í 1910-14:

"In the natural sciences, Russia could boast such men as K. A. Timiryazev, then engaged in his immortal research into vegetable photosynthesis; the famous selectionist and geneticist I. V. Michurin, and the Darwinian zoologists M. A. Menzbir and A. N. Severtsov. In the field of geology and mineralogy, the Russian natural sciences were represented by the famous crystallographer E. F. Fyodorov; by the "father of Russian geology," A. P. Karpinsky, and by the founders of geochemistry, A. E. Fersman and V. I. Vernadsky".

Tað sum er av størri týdningi, er niðurstøðan í hesum sama skrivinum frá1948, sum ger greitt at Sovjet ynskir at varveita og nýta hesa vitan og gransking sum kapitalistarnir høvdu latið eftir seg:

"We must take the entire culture that, capitalism left behind and build Socialism with it. We must take all its science and technique, all its knowledge and art. Otherwise we shall not be able to build communist society. And this science, technique, and art are in the hands and in the heads of the experts."
http://www.marxists.org/archive/vavilov/1948/30-years/x01.htm

Áðrenn Eivind dittar sær at pástanda at eg havi drigi hetta út úr samanhengi og at hetta Sovjetskrivið onganstaðni sigur at Darwinisma var ísett sum ein grundleggjandi, vísindalig áskoðan, so skjóti eg upp at hann fyrst lesur hetta næsta skrivi úr 1939, basera uppá eina vísindaliga ráðstevnu, har í 53 Sovjet granskarir tóku lut og kjakast var millum Sovjet darwinistar og tilhengarir av Lysenkoismu.

Skrivið vísir týðiliga mótsøgnina ímillum tað sum Eivind áhaldandi kunngerð og tað sum hesar søguligu keldur veruliga staðfesta, bæði at darwinisma var innanfyri kommunistiskari skúlagátt og at darwinisma, var ein grundleggjandi grundvøllur í kommunistiskari gransking og filosofi longu í 1939. Harvið kunnu vit bara draga tað niðurstøðu, at Eivind ferð grundiga skeivur:

The Soviet scientist must not pass by these major events. We are now raising the teachings of Darwinism to grand heights. In this connection the great progress in world science through experiments in genetics must not be underestimated.


The third question concerns the nature of the rebuilding of the characters of species by adaptation. Obviously, there are three possibilities here; either the character is adaptive or non-adaptive or harmful. If we should say that the variation is always adaptive, that would be pure Lamarckism; it would be the conception of original teleology. And I personally believe that Darwin's terms, "definite" and "indefinite variability" are very important in this connection. Darwin pointed out that there is a whole series of variations, mutational variations, if you will, which he himself described, and which with respect to the adaptation of the organism may be either useful or indifferent or harmful. Darwin pointed out that a large number of variations which arise in organisms are heritable, but indefinite in the sense of adaptation, and that only selection will give them adaptive lines.

In this connection I should like to mention the statement of the question which I find in the works of Comrades Lysenko, Prezent and others. I consider that in these works there is insufficient clarity. I have nowhere read a clear and distinct formulation of the question; there were none. Moreover, when the question of Lamarckism came up in this connection, Comrades Lysenko and Prezent dissociated themselves from it so ineffectively that much confusion remained.

The struggle with all the reactionary distortions of Darwinism and with its denial by a series of geneticists is not over. We do not, and cannot brush aside such contributions of genetics as are found in the conception of evolutionary divergence, of the cytological basis of this divergence, of the role of mutations and polyploids in evolution and a number of other matters. These are genuine achievements of genetics which contemporary Darwinism must include in its system.
The editorial board in the letter which was sent us called the geneticists to solidarity. This solidarity can be attained only on the basis of Darwinism, elucidated and made deeper from the position of dialectical materialism.
http://www.marxists.org/subject/science/essays/speeches.htm

Hetta greiðir frá, hví tað í hesum í vísindaligum tiltakinum í 1939, har í Lysenko, sjálvur luttók, verður fastsligi at talan er ikki um vrakan av darwinismu, men heldur at útvikla hana.

Men hvussu er hetta møguligt, um darwinisma undan hesum, ongantíð hevði verði partur at vísindaligu sjónarmiðunum og lærugreinunum í Sovjet:

The Soviet scientist must not pass by these major events. We are now raising the teachings of Darwinism to grand heights. In this connection the great progress in world science through experiments in genetics must not be underestimated.

Óansæð um Lysenko breytt við darwinismuna, so sæst týðiliga, at darwinisma er innan fyri skúlagátt í Sovjet og at darwinisman, hevði ómetaligan týdning óansæð hvør tilgongdin long var og seinni fóru at blíva.

Tað uppfatan vit fáa frá Lysenko sjálvum, er at darwinisman er ein vísindaligur vongur í Sovjet á hansara tíð:

 "Our Soviet Darwinian agro-biological science must work out the scientific bases for the improvement of seed. This is indispensable in order that the elite strains of various cultures produced each year by the selection stations may be better compared to the seeds which they are destined to replace.

A second example: The Mendelians have continually blamed us (and still do),"

http://www.marxists.org/subject/science/essays/speeches.htm

Tað var í veruleikanum ikki fyrrenn í 1948, at Lysenkoisma náddi til valdið:


Omanfyrinevnda kjakið fór fram í 1939, men tað er í 1948 at fyrsta skrivið eg siteraði kom út, harí darwinistar verðar heiðraðir og har Sovjet kunngerð tess avgerð, um at varveita og gera nýtslu av allari undanfarnari vísind.

Her eru so nógvar aðrar keldur ein kundi sitera, men hetta má verða nóg mikið hesuferð, til at staðfesta, at Eivind enn einaferð fer skeivur í sínum pástandum. Eg sigi ongastaðni at Darwin og darwinisma var einasta grundleggjandi vísindaliga sjónarmiði í Sovjet. Eg ásannið somuleiðis, at ikki allir kommunistar vóru so positivir yvirfyri darwinismu. Men har við at pástanda, sum Eivind gerð, at darwinisma onga ávirkan hevði í Sovjet og at darwinisma ikki var komin inn um skúlagátt fyrrenn 1964, er ein álvarsligur søguligur feilur.

Eg haldi eg torið at siga at eg havi svara Eivind: 1) Eg havi víst á keldur sum gera pástand hansara til einkis; 2) Eg havi víst á keldur sum eru samtíðarkeldur, søguligar, kommunistiskar, og ikki byggja og kristindóm's propaganda.

Friday, September 9, 2011

John Ankerberg um Menningarlæruna

Ómetaliga góð grein í samband við ID og Skapanarvísind (Creationism) mótvegis menningarlæruni, á Ankerberg heimasíðuni:



 http://www.ankerberg.com/Articles/science/creation-questions/SC-creation-questions-life-origin.htm

Les meir:

Karl Marx um religión í Týsklandi og 'the premise of criticism'


Eg fari ikki at koma inn á allar keldurnar hesuferð, men áhugavert at síggja, at tann dominerandi áskoðanin í Europa og Týskland í aðru helvt av 19 øld og fyrru helvt av 20 øld, er slett ikki tann kristna, men tann ateistiska og deistiska. Hetta setur stóran spurning til nógvar av teimum ákærunum, sum ateistar í áravís hava slongt út í skrivum og úttalisum, eitt nú, at orsøkin til ræðuleikarar undir Seinna Heimsbardaga, vóru úrslit av einari kristnari áskoðan.

Tvørturímóti:

Á hesum sinnið vil eg bara sitera Karl Marx í hansara: 'Excerpts from Toward the Critique of Hegel's Philosophy of Right'

'For Germany the criticism of religion is in the main complete, and criticism of religion is the premise of all criticism' (Lewis S. Feuer (ed.) Marx & Engels: Basic Writings on Politics & Philosophy, s.262).

Ein og hvør gudfrøðingur man verða vitanda um tað teologiska rákið, sum herjaði í týskum skúlum og eisini í øðrum býum í Evropa. Rákið sum arbeiddi fram ímóti at skúgva Gud og tað ónátturliga frá gudfrøðissøguliari og søgukristnari gransking.

Eg eri vísur í, at tað var ikki Charles Finney ella Spurgeon, Hitler hevði lisið, tá hann skrivar í Mein Kampf:

'I had but one pleasure: my books...At time I read enormously and thouroughly. All the free time my work left me, was employed in my studies... In this period, there took shape within me a world picture and a philosophy which became the granite foundation of all my acts.' (Mein Kampf, s.21)

Karl Marx og aðrir sum vóru eygleiðarir av hesum tilburið í Evropa í seinnu helvt av 19 øld, kundu vitna, at bíbliukritikkurin og kritikkurin av religión høvdu nærum nátt sítt mál. Hetta er ikki tann myndin vit so mangan fáa, av einum sera religiøsum Týsklandi, beint uppundir stýrið Nazismunnar og Seinna heimsbardaga.

Og víðari, at vit her síggja ein av teimum sterkastu grundleggjandi holdningunum í kommunistiskari hugsan, at:

'criticism of religion is the premise of all criticism'.

Tá ateistar ídag gera sær galt av, at skilja millum ateismu og kommunismu, so er her hetta langt frá samanberandi teimum uppruna tekstum sum løgdu lunnarnar undir Kommunismuna, Sovjet, Stalin og aðrar.

Ateisma er ikki neyðturvilliga Kommunisma, men Kommunisma er ateisma.

Mær vitandi, er lítið skriva um hesa síðuna av sakini, og lítið av tí áhugaverda tilfarið verður framlagt av mótstríðandi síðunum.

Tuesday, September 6, 2011

Hjá hvørjum liggur óttin?

Tað undraði meg eitt sindur, tá limir í Gudloysi á seinasta podcasti, løgdu upp til at kristin bera ótta fyri fríðum kritikki og harvið tí atgongd sum alnótin hevur inn í okkara heim og sinn. Myndin ein fekk var, at ateistar elska hetta frælsi at kritisera og sjálvir slett ikki hava tørv á sensur ella tørvinum um at ávarða ímóti mótspælandi ávirkanini, meðan kristin alt meiri vísa á tørv teirra at gera seg inná ella tala at talufrælsi.


Eg skal slett ikki avnoknta at religiøs og trúgvandi bera ótta fyri tí ávirkan sum gudloysingar og alnótin kann hava á teirra samfelag og kirkju/samkomulimir.

Men tað sum er villeiðandi við podcastinum er, at hetta er slett ikki ein reaktion, sum er høvuðsgaldandi fyri teistar. Stuttligt at ateistar og religions kritikkarir, uppføra seg akkurát líka, tá teir kenna á sær at kunning sum er afturvísandi materialistiku heimsmyndina far fríðar teymar.

Tað undrar meg tí slett ikki, at ein ateistur sum fleiri ferðir hevur skriva á bloggum, á heimasíðuni hjá Gudloysi, og mær vitandi er ein limur, skrivar viðvíkjandi Darwin Night í Oasuni: 

‘Eg vil heita á fólk ikki at koma til hetta tiltak um endamáli er at læra um menningarlæruna. Sikkurt gott undirhald hóast alt.’


At ateistar og eitt nú darwinistar bera ótta fyri tí ávirkan, sum tildømis ID rørðslan virkar, er eisini ferð eftir ferð komin til sjóndar, eitt nú í hesum førðinum (á leinkjuni niðanfyri), tá tað eydnaðist darwinistum ólóliga at avlýsa eina framførðslu har ID áskoðanum kundi fáa fyrimunn:


Eg veit ikki hvussu ofta mær er blivi fortalt av føroyskum ateistum og darwinistum, hetta seinasta árið, at demokrati ikki finst innan gransking (tá talan er um menninglæruna og religiónsgransking) og enntá at mín gransking í Ur-kristindómi og tí Søguliga Jesus, simpulthen einki pláss hevur, ella eigur at fáa innan akademiskari gransking.
Hetta er rættuliga ræðandi, tí hetta vísur, at hesi sum rópa hart upp, sjálvi ganga hart inn fyri sensur og fráveljing av tí áskoðan sum tey ikki semjast í. Hetta sigur í hvussu er eitt sindur. Tí hesin sensurur og akademiska útihýsan, er galdandi bara fyri tey, hvørs áskoðan ikki passar annaðhvørt inní gudloysishugsan ella eina reint materialistiska-nátturlistiska heimsmynd.

Mong, sum hava tosa sína meining móti, eitt nú darwinismu, hava eisini verið offur fyri hesum, sum eirindaleyst verja hesa materialistisku heimsmyndina.

Eitt snøkt dømi eru bara 17 út av 300 dømum viðgjørd í bókini hjá Dr. Jerry Bergman, ‘Slaughter of the Dissidents: Volume I’.



Bókin er nærum 400 síðir og fylgir gongdini, har í hesi vísindafólkini verða systematiskt demonisera, útilukka og síðani svartlista. Lesnaðurin er bæði ræðandi og uppvekjandi og vísir hvussu ateistiskir felagskapir saman við teimum sekuleru kreftunum, inkludera, rættarsakir, media og trýst av ymiskum slag, gjørdu av við akademisku møguleikarnar hjá hesum fólkum.

Eg má finna kelduna, men bara í USA eru vit íløtuni vitandi, um umleið 10.000 dømir, har í vísindafólk og lærarir í evna og lívfrøði, sum annaðhvørt eru teistar ella bara ivandi um darwinismu, hava verið fyri ymiskum ágangi. Talið sigst tóat verða nærri teimum 100.000. 

I submit therefore, at hesin pástandur, at kristin bera ótta fyri kunning um menningarlærunu mótvegis Bíbliuni ella bíbliukritikki, alt meðan hesir somu bara kunnu frøðast um frælsisvirkið innan gransking, uttan nakran monopol er reina íspunni tvætl.

Eg vil annars rósa Jákup Lutzen fyri at vísa ein heilt annan tóna og enntá eggja tí einstaka at møta uppí Oasuni hesa vikuna. Tó at eg harmist um hansara avgjørda uppáforhánd fordømandi niðurstøðu til tiltakið:

Monday, September 5, 2011

Darwin Night í Oasuni


Hóskvøldið 08.09.11 verður eitt spennandi og øðrvísi tiltak í Oasuni.
Vit hava valt at hava Darwin Night.
 Hetta evnið er valt, tí tað eru nógv sum seta spurningar við menningarlæruna og tað er einki merkiligt við tí.
 Lovsangur verður eisini á skránni.
 Tað verður Heðin Lamhauge sum kemur at greiða frá hesum evninum. Tað verður ein dialogur millum Heðin og tey sum vera til staðar, sum merkir at lurtandi fáa høvi at seta spurningar til Heðin og soleiðis fáa ein dialog.
 

Nøkur evnir sum Heðin kemur inná eru:
 Hyggja nærri at menningarlæruni, ið metir at menniskjans uppkoma er tilvildarlig og uttan hægri mál.
 Hvat segði Darwin um sína egnu teori?
Parkerar menningarlæran Gud sum orsøk til alt lív?

Er vísindi og trúgvin á Gud mótsetningar?
 

Hetta eru bara nøkur av evnunum sum Heðin kemur at greiða frá um.

Vit gleða okkum til hetta kvøldið. Sum Heðin sjálvur sigur: "Vælkomin til eitt spennandi kvøld."

https://www.facebook.com/event.php?eid=252742338090550


Stalinsa Darwinisma og Ateisma

Á blogginum hjá Bergur Nónklett, skrivar Bergur, tilvísindandi til heimasíðuna ‘Answers in Genesis’, um sambandið millum darwinismu og Stalin, at tað var ávirkan av darwinismu sum lá aftanfyri tað heimsmyndina sum hugtók Stalin og tað uppfatan sum var grundleggjandi fyri hansara etisku uppfatan.


Hesum royndir ateisturin Eivind Ortind Simonsen, limur í felagnum Gudloysi, at vísa aftur; hann skrivar.

Ikki fyrrenn aftaná 1964 sluppu Darwin og Mendel innum skúlagátt í Sovjetsamveldinum, so tá tú sigur, at Stalin fekk sína inspiratión frá darwinismuni, so er hetta lygn. Tað kann heilt einfalt ikki lata seg gera, tí darwinisman hevði als onki at siga í Sovjetsamveldinum…Stalin var beinleiðis ímóti darwinismu! Hann forfylgdi vísindafólki, sum arbeiddu við darwinismu! Hetta er søguligi veruleikin og óansæð hvat tú skrivar, so broytist søguligi veruleikin ikki av tínum orðum. Sum eg vísti tær á, so var tað ikki darwinisman, men heldur Lysenkoisman, sum Stalin helt seg til.


Sum ikki einaferð mugu vit lesarir verða vitnir til at Eivind, tveitir høpisleysar, ógrundaðar og enntá skeivar pástandir út í luftina. Fyrst vil eg siga at Eivind átti at havt sett væl meiri inní evnið, áðrenn hann dittaði sær at kalla Bergur fyri lygnara. Harnæst vil eg siga at hendan niðurstøðan sum hann dregur, undrar meg slett ikki, eftirsum Eivind ikki leggur stórvegis í granskarar og heldur byggir útgangsstøði og niðurstøðu á tað, sum hann kallar ‘hugflog’ og sum eg og aðrir eru farnir at kalla ‘hugflogisma’.

Um vit líka leggja hugflog og pástandir afturum okkum eina løtu og hyggja at teimum tøku keldunum, so er tað rætt, at tað ikki var full semja millum kommunistarnar og Darwin. Men harfrá at siga, at Darwin onga ávirkan hevði á Stalin og Sovjet og at Sovjet ateistarnir hataðu Darwin, er at kalla íspinn. Søguliga er tað eitt fakta at Darwin hevði ómetaliga ávirkan á Kommunismuna og Stalin.

Eg vil fyrst sitera brævaskiftið millum Karl Marx og Ferdinand Laselle í 1861, har í Marx skrivar:

Darwin’s work is most important and suits my purpose in that it provides a basis in natural science for the historical class struggle. One does, of course, have to put up with the clumsy English style of argument. Despite all shortcomings, it is here that, for the first time, ‘teleology’ in natural science is not only dealt a mortal blow but its rational meaning is empirically explained.”


Eitt sindur meiri um Karl Marxa beundran til Darwinismuna kann lesast á hesi leinkjuni:


Her í frá, er tað týðiligt og logiskt, at Stalin var bæði upplýstur um og drigin til darwinismuna.
Søgugranskaran Isaac Deutscher, sum er serfrøðingur í evninum, skrivar í sínari 600 síðu langari biografi um Stalin:

Soviet biographers and memoirists claim that already at Gori their Hero had read Darwin and become an atheist. One may doubt whether he could have read Darwin at so early an age. But he may have acquired a vague notion of the new theory from popular summaries, and his mind have turned against religion. The fact of his precocious mental development is established, for in 1895, only a year after he had left the Gori School, he was already publishing verses in a leading Georgian school” (Isaac Deuutscher, Political Leaders of the Twentieth Century: Stalin, 27).

Ífylgju Deutscher, gjørdist Stalin ateist, eftir, at hava antin lisið Darwin, ella verði ávírkaður av darwinismu. Hetta er ikki spekulatión, men var rokna sum søguligt fakta millum søgugranskarar í Sovjet. Eisini kundi hetta staðfestast út frá greinum sum Stalin skrivaði í Georgian skúlablaðnum, longu í 1895. Lesur ein víðari í lívssøgu Stalins, hjá Deutscher, er tað eyðæð at hesi trý: Kommunisma, ateisma og darwinisma eru rættuliga samanhengandi. 
Niðurstøðan av hesum er tó, at ateisma og darwinisma eru ikki neyðuga kommunisma, men at kommunisma er ateisma og partvís darwinisma. Haldi tó ikki, ein kann siga, at Darwin helt stórvegis um Kommunismuna, ella at Darwin hevði tikið undir við teimum ræðuleikum sum kommunistarnir framdu, grunda á teirra heimsmynd. Men á hina síðuna hildu kommunistarnir nógv um Darwin.

Samahengurin av hesum trimum, fultkommuliga afturvísur pástandinum hjá Eivind. Men eg fari ikki at enda her og lata lesaran eftir við einum summirati frá einum søgugranskara; lat okkum heldur fara aftur til tær primeru keldurnar.


Eivind hevur pástaði at darwinisma ikki fekk nakað fótafesti á skúlagátt í Sovjet fyrrenn í 60unum og at Stalin og hansara viðhaldsfólk bæði hataðu og søktu at teimum sum vóru darwintilhengarir. Eivind fer, so langt sum at pástanda, at lærda fólki í Sovjet, eitt nú vísindafólk, vóru offur fyri hesum politiska-ateistiska hugburðinum. Men er hesin pástandur samanberandi við teimum primeru keldunum?


Eg havi longu víst á Isaac Deutscher, at Stalin var vitandi og upplýstur um darwinismu í heilt ungum árum og at tað var hendan áskoðanin sum førdi hann út í ateismu og kommunismu. Men hvat sigur Stalin sjálvur?


Her vísi eg á eitt skriv hjá Stalin í samband við kommunismu og materialistisku heimsmyndina:


Í skrivinum umtalar Stalin sjálvur sína hugsan viðvíkjandi materialism, menning og darwinismu, harí Stalin eisini siterar Engels í samband við Darwin. Tað einasta sum skilir Stalin frá upprunaligari Darwinismu, vísir seg at verða menning í lopum heldur enn tann spakuliga tilgongdin frá einum støði til næsta (hetta var eisini galdandi fyri Kommunismuna sum heild). Ivaleyst var hetta nátturulistiska myndin sum passaði best til kolveltandi hugsunnarhátt Kommunismunar, harí materialistisku nátturan var rokna, at verða rætta mynstri av einari samfelagstilgongd og skipan (meiri um hetta seinni). Stalin skrivar:


…a development in which the qualitative changes occur not gradually, but rapidly and abruptly, taking the form of a leap from one state to another; they occur not accidentally but as the natural result of an accumulation of imperceptible and gradual quantitative changes…a transition from an old qualitative state to a new qualitative state, as a development from the simple to the complex, from the lower to the higher: "Nature," says Engels, "is the test of dialectics. and it must be said for modern natural science that it has furnished extremely rich and daily increasing materials for this test, and has thus proved that in the last analysis nature's process is dialectical and not metaphysical, that it does not move in an eternally uniform and constantly repeated circle. but passes through a real history. Here prime mention should be made of Darwin, who dealt a severe blow to the metaphysical conception of nature by proving that the organic world of today, plants and animals, and consequently man too, is all a product of a process of development that has been in progress for millions of years"’ (Ibid., p. 23.).


Ikki bara er Darwin roknaður at verða primera keldan, men líkheitin millum upprunaliga Darwinismu og kommunistisku tulkingina er týðilig:


Contrary to metaphysics, dialectics holds that internal contradictions are inherent in all things and phenomena of nature, for they all have their negative and positive sides, a past and a future, something dying away and something developing; and that the struggle between these opposites, the struggle between the old and the new, between that which is dying away and that which is being born, between that which is disappearing and that which is developing, constitutes the internal content of the process of development, the internal content of the transformation of quantitative changes into qualitative changes.


Vit mugu bíta merki í, at tilgongdin verður roknað at verða absolut materialistisk, tað vil siga uttan upphevjandi ávirkan, sum tildømis Gud ella mystik; við øðrum orðum: ateisma ella gudloysi (tey sum stríðast við at skilja kommunismu frá ateismu gera seg tí skyldug í villeiðing, eftirsum kommunisma byggir uppá eina heimsmynd uttan Gud, bæði filosofiskt og vísindaliga):

...a "universal spirit," "consciousness," Marx's philosophical materialism holds that the world is by its very nature material, that the multifold phenomena of the world constitute different forms of matter in motion, that interconnection and interdependence of phenomena as established by the dialectical method, are a law of the development of moving matter, and that the world develops in accordance with the laws of movement of matter and stands in no need of a "universal spirit."


Víðari siterar Stalin Marx og Engels:


"The materialistic outlook on nature," says Engels, "means no more than simply conceiving nature just as it exists, without any foreign admixture." (Marx and Engels, Vol. XIV, p. 651.)


Á sama hátt sum ateistar ídag, so høvdu kommunistarnir ávísar trupuleikar við ‘consciousness’, tað er persónurin, hansara vit, tilvitan og kenslir. Stalin og hansara undanfarnu ándsbrøður hildu at sjálvt ‘evni’ ella materialisman hevði størri týdningin enn persónurin; hóast alt avspeglaði persónurin bara materialið í nátturuni:

the Marxist philosophical materialism holds that matter, nature, being, is an objective reality existing outside and independent of our consciousness; that matter is primary, since it is the source of sensations, ideas, consciousness, and that consciousness is secondary, derivative, since it is a reflection of matter, a reflection of being;


"The material, sensuously perceptible world to which we ourselves belong is the only reality.... Our consciousness and thinking, however supra-sensuous they may seem, are the product of a material, bodily organ, the brain. Matter is not a product of mind, but mind itself is merely the highest product of matter." (Ibid., p. 332.)


Further, if nature, being, the material world, is primary, and consciousness, thought, is secondary, derivative; if the material world represents objective reality existing independently of the consciousness of men, while consciousness is a reflection of this objective reality, it follows that the material life of society, its being, is also primary, and its spiritual life secondary, derivative, and that the material life of society is an objective reality existing independently of the will of men, while the spiritual life of society is a reflection of this objective reality, a reflection of being.'


Um ateisma og materialisma er ein veruleiku, gevur hetta jú meining. So má tann andaliga síðan av menniskjan jú verða ein avspegling av materialismu. Men eg kann ikki lata verða at hugsa, um tað ikki var hendan hugsanin um menniskja sum bara materiali og tess persónligheit, vitan og kenslur sum ‘secondary’, sum gav kommunistunum grønt ljós til hópdráp, píning og kúgan. At hugsa sær, at niðurundirkomna og útpínda menniskjaðj sum í fangatippinum bukkaði undir og gavst at anda, lýsir ikki meiri enn eitt maskinarí hvørs reaktion (frykt, pína og vónloysi) ikki sýna annað enn ein avspegil av eini kemiskari reaktion.




Vit eru vælvitandi um, at henda dapra ateistiska hugsjónin, lýsir ein alheim sum er meinningsleysur og menniskja og lív sum bara tilvildarligar kemiskar reaktiónir í øllum hurligvasanum. Avleiðingin av at Stalin og aðrir, sum skiltu tilveruna út frá hesi heimsmyndini, mátti leiða til slíkar ræðuleikar er tí ikki so torskilt.
Víðari kunnu vit vísa á kommunistiska holdningin til vitan og vísind. Hetta lýsir avgjørt sama holdningin sum síggjast kann í modernistisku framferðini, at nátturan og tilveran kann granskast og skiljast. Kommunisman var tí ikki ein anti-vitan ella anti-vísindaligur holdningur, sum Eivind tykjist at billa okkum inn. Stalin skrivar:


'…Marxist philosophical materialism holds that the world and its laws are fully knowable, that our knowledge of the laws of nature, tested by experiment and practice, is authentic knowledge having the validity of objective truth, and that there are no things in the world which are unknowable, but only things which are as yet not known, but which will be disclosed and made known by the efforts of science and practice.'


Ein týðandi partur av hesari vísindini, sum eisini út frá sínum útgangsstøði gav vísindaligu innspræningina til kommunismuna var Darwin.


Marx og Engels beundraðu útgangstøði darwinismunar, sjálvt um hesir vóru væl vitandi um at ástøði fór at mennast og møguliga broytast; tíðskil kunnu vit ikki skilja hesar frá darwinistikari ávirkan. Stalin var sjálvur vorðin ateist og kommunist grunda av Darwin (um vit skulu trúgva Sovjet søgugranskarum) og í eini taluð fyri ungum vísindafólkið, heiðrar hann enntá Darwin sum ein av heimsins størstu vísindamonnum:


To the progress of science, of that science which will not permit its old and recognized leaders smugly to invest themselves in the robe of high priests and monopolists of science; which understands the meaning, significance and omnipotence of an alliance between the old scientists and the young scientists; which voluntarily and willingly throws open every door of science to the young forces of our country, and affords them the opportunity of scaling the peaks of science, and which recognizes that the future belongs to the young scientists. (Applause.)
the science which has the courage and determination to smash the old traditions, standards and views when they become antiquated and begin to act as a fetter on progress, and which is able to create new traditions, new standards and new views. (Applause.)
In the course of its development science has known not a few courageous men who were able to break down the old and create the new, despite all obstacles, despite everything. Such scientists as Galileo, Darwin - and many others - are widely known.’


Tað sum eg vil enda við, er at vísa á, at Kommunisma roknaði meiningsleysu og eirindaleysu nátturuna at skulu mynda og vegleiða lív og samfelag:

‘it is easy to understand how immensely important is the extension of the principles of philosophical materialism to the study of social life, of the history of society, and how immensely important is the application of these principles to the history of society and to the practical activities of the party of the proletariat.
If the connection between the phenomena of nature and their interdependence are laws of the development of nature, it follows, too, that the connection and interdependence of the phenomena of social life are laws of the development of society, and not something accidental.
Hence, the bond between science and practical activity, between theory and practice, their unity, should be the guiding star of the party of the proletariat.’


Eftirsum kommunisma í síni upprunaligu áskoðan lýsir nátturuna uttan Gud, ella guddómliga ávirkan, kunnu vit siga, at eirindaleysa framgongdin hjá Stalin og øðrum, í vildu byggja samfelag uppá teirra mynd av eini reint materialistikari verð, er eitt samfelag í byggir uppá ateismu. At Stalin ikki var heilt hundra prosent samdur við Darwin í øllum detaljum, er ikki tann avgerandi spurningurin; at Stalin var ávirkaður av Darwin er avgjørt ein veruleiki. Men tað sum hevur týdning hesum viðvíkjandi og har eg vildi verið samdur við Bergur og ‘Answers in Genesis’, er at tað var hendan ávirkanin, sum lá aftanfyri ræðuleikar Stalins og Kommunismunnar.