Saturday, January 28, 2012

Gud og paradoksi av líðing (fyrilestur í Nebo)


Hetta er eitt evnið vit mugu viðgera nógv meiri í framtíðini.

Leinkjan niðanfyri er ein fyrilestur eg hevði í samkomuni Nebo á toftum um evnið Gud og paradoksi av líðing. Fyrilesturin er kanska serliga ætlaður einum kristnum lurtaraskarða og viðgerð serstakliga líðing í lívinum hjá einum kristnum.

Ávaring, eg havi kroyst eina rúgvu av tilfarið niður í 40 minuttir av framløgu.



Vit liva í eini óndari verð:


Slíkar myndir (og eg havi sæð slíkt við mínum egnum eygum) sker seg djúpt í sinnið...satt at siga ger hetta meg svakan.

Men líðing er ikki Guddómiliga fremmant: 


Gud og paradoksi av líðing

Helt altíð at jødiski rabbinarin Aaron Jastrow í grípandi sjónvarpsrøðini 'War and Remembrance', var rættuliga óvísur í sínum avgerðum; avgerðir sum seinni vóru atvoldin til at hann seinni endaði jørðisku tilveru sína í skorteininum í fangatippinum Auschwitz.

Óansæð so kendi maðurin til líðing (so tað forslær). Jastrow hevði ivaleyst úthugsa øll argumentir fyri og ímóti pardoxinum um hví ein alvaldandi Gud loyvir líðing. Leinkjan niðanfyri vísir seinastu talanu hjá Jastrow í synagoguni í Theresienstadt, møguliga dagin fyri at hann og tey seinastu vóru deporteraði til helviti í Auschwitz. Hesa 6 minuttir longu taluna áttu øll kristin og gudloysingar somuleiðis, at hoyrt og tikið til sín, tí hetta er tað svarið sum Bíblian gevur um hendan aldargamla spurningin.

Út frá Bíbilsku søguni um Job, greiðir Jastrow frá loyndarmálinum um líðing. Jastrow lýsir evnið akkurát soleiðis sum eg havi uppfata tað. Og forkláringin er ikki so einkul, polemisk og yvirfladisk sum ateistar oftani gera tað til, og hví skuldi tað?

Tuesday, January 24, 2012

Ateisma og faðirmyndin: Er orsøkin til ateismu sálarlig?


Leinkjan niðanfyri vísir á áhugaverdu hypotesuna hjá Paul Vitz , sum byggjandi á ein hóp av nútímans og søguligum tilfarið vísir á, at ateisma í nógvum førum ikki hevur sín uppruna í vit og skil ella rationalismu, men heldur í sálarligum (psykiskum) orsøkum og uppstendur oftani orsaka av einari torførari familjubakgrund, serstakliga tørvinum av eini tryggari faðirmynd. 
Paul Vitz, sum sjálvar var ateist frá aldrinum 18-38 av persónligum orsøkum, vísir á, at tað er nærum vorðin trendur millum slóðbrótandi ateistar, at hesir hata sín pápa og nógvir enntá faðirmyndina sum heild.

Vitz sum tó leggur áherðslu á, at hendan hypotesan í 1989 var ógrunda, heldur at ateisma í mongum førum er persónligi bardagin við faðirmyndina, atvoldin av eini vánaligari faðirmynd, sum av sálarligum orsøkum síðani førir til hatur av faðirmyndini sum heild, í hesum førinum Gud, sum í Bíbliuni er lýstur sum ein faðir og sjálvandi maskulinur.


Bókin hjá Paul C. Vitz, ‘Faith of the Fatherless: The Psycology of Atheism’, kann keypast á amazon:


Ein onnur góð bók sum hyggur at evninum, er bókin hjá Robert A. Morey: 'The New Atheism and the Erosion of Freedom':

http://www.amazon.com/New-Atheism-Erosion-Freedom/dp/0875523625

Sum kristin eiga vit at vísa ómetaligt forstáðilsi hesum viðvíkjandi. Men eisini so veit eg um tey mongu, sum í Gudi funnu ein góðan faðir og eina góða fyrimynd.

Wednesday, January 18, 2012

Sekulerur hykleriskur hugburður

Hevur gudleyst og sekulert hyklarí umsíðir nátt sítt mál? Nýðliga hava hesir brokka seg um at ASA (Advertising Standards Authority) hevur vraka eina klagu frá 'the National Secular Society' um at ASA virkar mótvegis fríðari expressionismu. Talan er um reklamir og aðrar myndir sum alment beinleiðis niðurgera, spotta og provokera kristin og aðrar religiónir.

Hetta byrjar at blíva rættuliga stuttligt, tí sum ikki einaferð vísa hesir ateistar sín hykleriska holdning. Hesir halda tað verða rætt og jaligt at fyritøkur og felagskapir alment eiga at sleppa at tekja sær við tí mest ósigiliga atburðinum. Harnæst halda hesir at samfelagsbólkurin sum er fyri skotum, bara eigur bukka og boyggja seg, tí hetta er ein formur fyri expressionismu.

Samstundis gallopera hesir gudloysingar áhaldandi í rættin og bløðini, har teir grenja, klaga og brokka seg um at teirra rættindir eru brotin, ikki tí at teirra filosofiski holdningur ella teirra persónligheitir verða álopnar ella niðurgjørdar, men tí hesir ikki klára at síggja uppá ein kross, ella tey 'tíggju boðini' í einum almennum rúmi.

Óansæð hvussu ateistar vilja verja hendan holdningin, við tí muni sum eisini má gerast millum reklamur og tey religiøsu útrykk sum hanga á almennum støðum, so vísir hetta kortini ein ótolerantan hugburð sum tykist halda at øll (inkludera kristin og religiøs) eiga at vælkoma kritik og speireking alt meðan hesi sjálvi ikki eiga rætt sín til almenna expressionismu uppiborna. Týðiligt er tað, at hetta í veruleikanum einki hevur við rættindi og frælsi at gera, men heldur tykist verða eitt propagandastríð.

Veit ikki hvussu ateistar høvdu reagera um tað var ateisma og Darwin sum soleiðis alment vóru skýrd, niðurgjørd, verði tað seg í reklamum, skeltum ella sjónvarpi. Halda vit veruliga Dawkins og aðrir høvdu dansa og tekjunum ella siti og frøtt seg um expressionismu, ella høvdu hesir kanska tiki beinini uppá nakkan og runnið beina leið í rættin, ella lobbia nakrar politiskar-samfelagsligar kreftir?


Tuesday, January 17, 2012

Aftursvar til Sjúrður Højgaard

Hetta er eitt stutt aftursvar til Sjúrður Højgaard, í samband við Bíbliuversiónir og týðingar. Størsti parturin av aftursvarinum og teksturin sum eg royni at afturvísa, kann lesast á Tórsportalinum (tað hevði loyst seg at lisi leinkjuna áðrenn ein helt fram at lesa hetta innleggi):


Mítt aftursvar:

Sjúrður, eg kann ikki verða minni samdur. Spurningurin í hesum førið er ikki hvør Bíblia er tann ringasta, men heldur hvør er at rokna sum betri. Um tú við prestunum inkluderar gudfrøðingar, so havi eg sjálvur eina MA í gudfrøði og liggi ikki inni við beskrivaða hatrinum mótvegis King James. 
Eg veit tað eru mong sum frøðast um tína yvirseting av KJV til føroyskt, tað gerið eg eisini. Tað sum eg havi ilt av, er tín ógvusliga upplyftan av KJV, alt í meðan tú samstundis niðurgerð aðrar versiónir og týðingar. Flestu sum hava tekstkritiska vitan, vita at tað var eitt megnarverk í 4-5 øld at skriva tann byzantiniska tekstin, men tað er líkaleiðis fakta at tað vóru serstakliga tey kristnu í Alexandria, sum líka frá fyrstu tíð høvdu skrivligu førleikarnar at takast við tekstkritik, at avskriva og rætta.

Tú skrivar:

"Tað er ikki bara prestabíblian hjá Dahl sum er gjøgnumsúrgað av alexandrianismu, platonismu, katolisismu og gnostisismu; nei, tað er tann hjá Victor eisini. Til dømis standa orðini “vaksa til frelsu” (1. Pæt. 2:2) eisini í Victors bíbliu, og tey eru løgd afturat av Origen og kampaní í Alexandriu. Tey finnast ikki í Luthers bíbliu, eiheldur gomlu donsku bíbliunum, eldri enn ca. 1880."

Høgni svarar:

Fyri tað fyrsta var gnostiska orðalagi, í nógvum førum tátíðar vísindaliga orðalagi, sum tildømis nýtslan av orðinum 'Logos', og fevnir yvir aðrar víddir enn bara gnostisismu (men nú veit eg heldur ikki hvat tú meinar við, tá tú sigur gnostisisma).
Orðið 'frelsa' hevur ein margfaldaðan týdning og nýtist ikki at sipa til frelsu frá eitt nú fortapilsi. Í høpinum av tekstinum tú vísir á, kann 'frelsa' líkaleiðis sipa til heilaggering, tað vil siga andaligan sigur í jarðarlívinum.


Hvussu veist tú annars, at tað var Origen sum legði hetta afrat tekstinum, serstakliga tá hann var í Alexandria? Nógvir halda, at hesin teksturin kom við Origen úr Alexandria til Kæsarea, men hví skal hetta takast sum eitt tekstavrik hjá Origen?

Sjálvandi kann 'frelsa' í 1 Pæt.2.2 ikki finnast í Lutersa yvirseting, eftir sum hon byggir á fyrstu útgávuna av Erasmus.

Tú má heldur ikki halda, at KJV er so nógv frammanfyri tær týðingarnar sum byggja á elstu handritini, vit vita tildømis at Jean Crispin gjørdi smáar broytingar í versiónina hjá Erasmus í 1570.
Heldur ikki er KJV fríða frá katólskari ávirkan, tað vil siga Vulgate. Erasmus hevði jú bara Vulgate í samband við 6 tey seinastu versini í Opinberingini. Eisini Ápostlasøgan 9:6 var eisini tikið frá Vulgate. Somuleiðis er Comma Johanneum (1 Jóh.5:7) eisini tikið frá Vulgate--ein fótnota frá einum fimta árhundra bíbliuhandriti, tiki frá einum fjórða árhundra latínska verkið við navninum Liber Apologeticus, sum í fimtu øld ivaleyst av óvart var yvirført frá fótnotu til tekstin sjálvan. Slíkt hendi til tíðir tá avskrivaðir vóru móðir ella ikki ansnir serstakliga í Vesturlendska tekstinum. Men hetta hevjar ikki KJV yvir aðrar Bíbliuversiónir.

Kort sagt, mong siga tú ert eitt málgeni, tað er eingin ivi um tað, eg haldi tað verða gott at tú ert útkomin við einari føroyskari KJV, eg havi einki ímóti KJV, og eg gleði meg at fáa eitt eintak. Men eg haldi kortini, í samband við 'King James Only' mótvegis øðrum versiónum at tú gert fjøll burtur úr sandkornum.

Saturday, January 7, 2012

Michael Behe versus N.J. Matzke: Hví eg enn haldi mína undirtøku av Michael Behe verða rætta

Áhaldandi í kjakinum millum menningarlæruna og tilhengarir av ID rørðsluni verður kjakast um upprunan av bakteriu flagelluni (bacteria flagellum). 
Framstandi ID forsprákarin Michael Behe er ivaleyst tann sum serstakliga befinnur seg í andglettinum. Áhaldandi verður pástaði, at Behe framleggur ein pástand sum als ikki vísir seg berandi í tí vísindaliga høpinum. Hesi pástanda ikki bara, at Behe er afturvístur, men harvið eisini at vísindafólk hava framlagt eitt betri alternativ.
Eg eri ikki vísindamaður og havi tí ikki førleikan at verja Behe, men haldi meg kortini kunna lugta tørvandi samanhengin í hesi viðgerðini av Behe.

Behe pástendur at upprunin av flagelluni byggir uppá nakað sum er alt ov komplisera fyri nátturliga menning, óansæð hvussu ótilvildarlig tilgongdin var. Ein kann sjálvandi dedusera út frá slíkum pástandi, at orsøkin var skapandi hondin, kraftin ella viljin hjá einum skapara gudi, men í veruleikanum sigur hetta ikki meira enn at orsøkin var intelligensur; onkur vildi kanska verið við at ein yvirklók rúmdarvera var orsøkin aftanfyri.

Í hesum innlegginum er tað ikki í mínum áhuga at verja Behe ella ID, men at vísa á greinina hjá N.J. Matzke (2003). 


Matzke leggur upp til at bakteriuflagellan er av evolutiónsuppruna, men kortini lýsir hann alternativi mótvegis Behe sum bæði tunt og líti undirbygt; eg haldi hetta verða djarvt og erligt av manninum. 
Ein dagføring av greinini sum var framløgd í 2006, er eisini at lesa á síðuni og vísir, at alternativi verður pástaði at standa eitt sindur sterkari trý ár seinni (tað vil siga í 2006).

So óvísindaligur sum eg eri, so síggi eg kortini ikki hví royndin at undirkasta bakteriuflagelluna menningarlæruna stendur so nógv sterkari enn pástandurin hjá Behe.

Hví?