Saturday, April 14, 2012

Hví eitt kristiligt samfelag er tryggari at liva í


Hví haldi eg at eitt kristiligt samfelag verða tryggari av vaksa upp í enn í einum gudleysum? Hetta niðanfyri sigur kanska eitt sindur, tí hetta var útsøgnin hjá einum gudloysingi á kjak.org ídag:
"Fyri at svara yvirskriftini heilt stutt, nei. Kristin fólk eru ov avmarkað í sínum humori. Man má ikki banna, man má ikki happa, man má ikki niðurgera onnur fólk...tá er einki stuttligt eftir."
Tað er vorðin ein heimur sum hesir hava at bjóða uppá.

Og er Kristindómurin óndur og avmarkaður tí ein ikki hevur loyvi at happa?

Ivaleyst vilja hesir gudloysingar nú pástanda, at talan var um sjónvarpsendingar, media og ikki barnaskúlar, fyri at taka eitt dømi. Men um nú miðlarnir taka sær rættin at happa, hvat fær so okkum at halda, at hetta ikki verður ein áhaldandi tilgongd sum kemur at gjøgnumsúrga heila samfelagið?

Í hesum høpinum, er so ikki týðiligt at talan er um ein hugburð?

Niðanfyristandandi niðrandi orðini, funnin á einum øðrum veggi á kjak.org eru enn eitt snøkt dømi:
"Blíva trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan sum óvitandi tápur? Ella er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi sjálv ikki duga at síggja hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey útstilla seg sjálv sum óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og eina vitan sum strekkir seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi at peika á býttleikan hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa lúka grovastu tápuligheitirnar út?"
Vísir hetta ikki bara beisku og oyðandi nátturuna í hesum nýggja rákinum, sum vit ídag kalla fyri ný-ateismuna? Hvat hevur slíkur hugburður at bjóða okkara samfelagið?

Og hví hevur ateisma slíkan tørv á at ærumeiða, happa, niðurgera og halda mótstøðufólki fyri spott og gjøldur? Tí við tíðini innsær ein, at hetta í veruleikanum er tað sum teir duga best til:


Richard Dawkins sigur hetta so ómetaliga væl:



Eg hugsi bara um orðini hjá Pætur ápostlinum í Fyrra Pætursbrævið 2: 17:
"Æri øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin"

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.