Wednesday, August 29, 2012

Bíblian og Kristindómur um Kvinnuna og hjúnaband: Eitt aftursvar til Limberg Michelsen og aðrar gudloysingar




Í einari viðmerking á facebook bólkinum kyn-maður og kona, hevur gudloysingurin Limberg Michelsen ditta sær at lært kristin fólk, um tað sum hann metir verða Bíbliunnar røttu og sonnu lýsing av hjúnabandi og forholdið millum mann og konu. Tað var fyri nøkrum døgum síðani at eg var heittur á, um eg vildi skriva hesum Limberg eitt aftursvar og tað vildi eg gjarna. Maðurin skrivar:

“Vit tit yvirhøvur hvat Bíblian sigur um forhold??? Eg skilji ikki ordiliga hvussu tit lesa bíbliuna. Tit fáa åbinbart tað burturúr, sum tit vilja hava burturúr – ikki tað sum faktiskt stendur.”

Limberg siterar í sínum kritikki fyri tað mesta bara skriftstøð, men tað tykist sum um hann vil, at vit taka til okkum hesar doktrinir, lærir og frásøgnir úr Bíbliuni sum eina heild, uttan at skula gera mun á samanhengi, bakgrund, tíð og bókment.
Harfrá tykist, sum um hann ynskir, at vit síggja hesa heild sum negativa, fyri at hann hareftir kann trýsta á nútíðar kristin hendan veruleikan um døpru síðina av teirra religión, ja so døpur, at kristin flest ikki vilja viðurkenna hesar annars bíbilsku veruleikar (ella so ljóðar vanliga argumentið).

Eg má tó siga, at tá eg lesi slíkar viðmerkingar, sum hesar, so síggi eg ikki annað fákunnleika og tað tykist fyri mær at Limberg heldur enn at hava gjørt sær nakran útdýpaðan ómak, heldur hevur gjørt sær galt av at kopiðera tilfarið frá onkrari ateistiskari heimasíðu.
Men ok, eg vil so eisini geva Limberg fyrimunin, hóast alt hevur hann ikki skriva hetta sum eitt innlegg, men sum ein lista av spurningum, tó retoriskum spurningum bygdar á pástand.

Hetta eru annars evnir, eg leingi havi havt ætlanir at viðgjørt í einum innleggi. Eg havi tí valt at vevja hetta, við viðmerkingarnar hjá Limberg. Sumt verður tí relevant fyri Limbergsa polemik og sumt verður ikki. Við øðrum orðum ikki alt innleggið viðger spurningarnar hjá Limberg.
Í hesum innleggi, fari eg at viðgera forholdið millum mann og kvinnu og hjúnabandið út frá læru Bíbliunar, og tá eg sigi viðgera, so meini eg viðgera. Í næsta innleggi viðgera vit hvat Bíblian sigur um tildømis hjúnaskilna og neyðtøku (evnir sum Limberg eisini kemur inn á).

Kvinnan sum ein hjálp

Limberg byrjar her við at sitera 1 Mósibók 2: 18, har í Eva (sum fyrsta kvinna) var ætla og skapt Adami sum hjálp. 
Í fyrstu mósebók síggja vit fyrstuferð at Guð skapar kvinnuna til mannin. Ikki sum javnsett menniskju, men soleiðis at Eva kann verða hjálp (helper) hjá Adam.
1. Mósebók, kap. 2 18: "Gud HARRIN segði nú: 'Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina HJÁLP, sum hóskar honum.'"
20-24: "Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin HJÁLP at finna, slík, sum hóskaði honum... Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi... Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam... Tá segði Ádam: 'Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.'... Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold"
So longu frá byrjanini er ætlanin hjá Guði at kvinnan skal verða undir manninum.
Paulus skrivar eisini seinni um hettar sama:
Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus, kap. 5
22-24: "Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar - sum Harranum!... Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns... Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar."
Tað eru nakrir kristnir bólkar sum enn taka orðini fyri fult og ikki hava útvatna kristindómin, sum tit dáma at kallað tað. Tak t.d. kristnu rørsluna Quiverfull í America, har kvinnan gevur seg fult og heilt undir mannin.


Við hesum vilja Limberg og aðrir ateistar verða við, at kvinnan í læru bíbliunnar verður rokna sum ein undirsáttur mansins, ein húshjálp ella tænari. Men hendan tulkingin er langt frá røtt, tí orðið sum nýtt verður 'ézer’ (hjálp), hevur í sær sjálvum einki við undirgivni, javnlíka ella ójavnlíka støðu at gera. Tildømis verður orði eisini nýtt aðrastaðni, í samband við Guds hjálp, ella Gud sum hjálpara (tíðskil neyvan eitt haldgott dømi uppá undirgivni) og aðrastaðni um hernaðarliga hjálp (Josva 1:14; 10: 4) og enntá um hjálparmenn (Ezekiel 12: 14). Granskarir í tí Hebraiska málinum, duga somuleiðis at síggja, at setningurin sipar til ‘hjálp’ sum ein líkastillaðan stuðul, heldur enn ávísan identitet ella undirsátta versus myndugleika (Gordon J. Wenham Word Biblical Commentary, s. 68).
So nei, í mótseting til pástandin hjá Limberg, var tað frá byrjanini av, ikki Guds ætlan av kvinnan skuldi verða undirgivni tænari mannins.

At Limberg fer so dyggiliga skeivur her, kemur eisini týðiliga til sjóndar seinni í sama kapitul, har teksturin sigur:

Tí fer maðurin frá faðir og móðir og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold (1 Mós. 2: 25).

Hmm, skulu vit í hesum føri fylgja skeivu tulkingini hjá Limberg, so kundi okkurt týtt uppá, at teksturin lýsir mannin sum fer frá faðir og móðir, fyri at ganga konu síni til handa (halda seg til konu sína). Men slíkt til síðis, so vil teksturin bara verða við, at kona og maður eru eitt hold og konan er mansins líkastillaður stuðul í lívið og verkið.

Kvinnan undirgivin manninum

Síðani loypir Limberg beint yvir í Efesusbrævið (hetta er so typiskt kopiðera frá einari ateistiskari heimasíðu), har hann siterar kapitul 5: sum eina staðfesting fyri sínari tulking av 1 Mósibók 2:

Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar—sum Harranum (Efesus 5: 22)


Tann fyrsti trupuleikin sum Limberg slær seg ímóti, kann bólkast undir tekstkritik. Tí orði sum vit vanliga lesa í ymiskum týðingum ‘undirgivnar’, er í veruleikanum ikki at finna í elstu frumtekstunum.



Elstu kristnur granskarirnir so sum Klement úr Alexandria nevna ikki sagnorði ‘undirgivin’ tá skriftbrotið verður sitera. Tekstkritikkarin Jerome úr 4 øld kundi heldur ikki vísa á eitt einasta griskt MSS handrit, sum innihelt hetta orði. Enntá vælumtókti tekstkritikkarin Karl Lachmann, sum í 19 øld inkluderaði orði í sínum egna eklektiska griska teksti, megnaði ikki at sannføra eftirfylgjandi serfrøðingar (Driver, Plummer, Briggs, The International Critical Commentary, s. 164-65). Heldur ikki er orði at finna í eklektiska tekstinum hjá Kurt Aland, sum er núverandi standard griski teksturin, har av serkønir tekstkritikkarir, so sum Barbara Aland, Matthew Black og Bruce Metzger hava lagt sína orku í eisini.

Við øðrum orðum, lesur upprunaligi teksturin í vers 22:

aí gunaikes tois idíois andrasin os to kurio (s. 667)

Sum verður yvirsett til føroyskt:

‘konur verði fyri tykkara egnum monnum eins og fyri Harranum’

Limberg kundi tó sipa til vers 24, har orði … ‘undirgivnið’ hóast alt verður nýtt:

‘Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum verða monnum sínum undirgivnar’.

Á uppruna griskum málið ljóðar hetta:

‘alla os he ekklesia hupotassetai to Kristos os kai ai gunaikes tois andrasin en anti’

Sum verður yvirsett:

‘men/tí/eins og sum samkoman undirgevir seg Kristus so eisini konan manninum í øllum’

Her kundi ein hildið, at skriftbrotið er pástandinum hjá Limberg til fyrimun. Tó í hesum førið, har orði ‘undirgivni’ verður nýtt, verður tað kortini ikki nýtt við tí styrki, sum vit hava í fleiri týðingum. Óansæð so liggur tað neyvan meiri í nýtsluni av hesum orðinum í vers 24, enn tað ger í vers 21, har vit lesa:

‘Verið hvørt øðrum undirgivin í ótta Kristusar’

Í hesum førið verður sipa til bæði menn og kvinnur, ikki bara í hjúnabandshøpið, men eisini í samkomuhøpið, tað vil siga í samfelag teirra kristnu. Um áheitanin er, at vit øll eru undirgivin hvørjum øðrum, í hvørjum liggur so hendan kúganin? Tað sum liggur í hesum, er tað sum Paulus beskrivar aðrastaðnis:

‘…semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan, einki gera gera av stríðshuga ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv, og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til’ (Filippibrævið 2: 2-4).

Ein onnur samanbering liggur í bíbilsku læruni um samkomuleiðslu. Har í samkomulimurin skal virða ein slíkan og seta leiðandi persónin høgt (1 Tessalonikabræv 5: 12-13). Tó so liggur í hesum, ikki tann hugburður, at talan er um at stýra yvir einum ella um kúgan, tí skrivar Pætur tildømis: ‘…ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins’ (1 Pætursbræv 5: 3).

Tað sum her týðiliga kemur til sjóndar, er tann kristna-bíbilska myndin av konseptunum undirgivni og leiðslu (samkomuleiðari ella høvdið í einum hjúnabandið), sum ikki samsvarar við tað sum Limberg leggur í hesi, ivaleyst tí at hann ikki viðger hesi í kristnum-bíbilskum samanhengið. Ein feilur sum førir til eisigesis og skeiva tulking, eftirsum ein førkar seg frá bakgrund og samanhengi í tekstið og evnið.

Men hvussu so við vers 23 har vit lesa:

Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunar, Hann, sum er Frelsari likams sins’.

Enn einafer er ikki talan um kúgan og ójavnstøðu í kristna hjúnabandinum, sum Paulus eisini kemur inn á seinni í hesum sama kapitul. Men áðrenn, læt meg so vísa á tvey onnur skriftbrot, sum viðgera hesa samanberingina sum Paulus ger nýtslu av, har maðurin er myndaður sum høvur konu sínar. Er hetta beskrivilsi av undirsátta mótvegis myndugleika? Tá ein lesur fulla samanhengin, er hetta ikki tann kenslan sum liggur eftir:

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum! Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur maðurin yvir sínum egna likami, men konan (1 Korint 7: 3-4).

Tó – í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna. Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni – og alt er tað av Gudi (1 Korint 11: 11-12)

Paulusar læra um mann og konu sum eitt hold, har í maðurin er myndaður sum høvdið, er tí ikki vísandi til eitt forhold, har maðurin er á hægri støði enn konan, havandi myndugleikan at kúga konu sína. Tvørtur ímóti, og tað sum er harmiligt við tulkingini hjá Limberg, ella rættari, tí hátti hann setur hesir evnir upp, er at hann í síni tilvísan til Efesus 5 slett ikki inkluderar fulla samanhenginum, tíðskil í veruleikanum, ein rættuliga óerlig uppseting.

Um Limberg hevði vita um, ella tíma at lisið og inkludera eftirfylgjandi versini í Efesusbrævinum 5, so hevði myndin sæð væl øðrvísi út, tí har skrivar Paulus:

Tit menn elski konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana…Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan. Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, føðir tað og hevur umsorgan fyri tí—eins og Kristus ger við samkomuna…Tí skal maðurin fara frá faðir og móðir og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold” (Efesus 5: 25-29).

Við øðrum orðum, so skapa versini 25-29 javnavág; tað vil siga undirgivni verður javnaður við tann hugburður sum maðurin skal hava til konu sína, nemliga at elska hana og áhaldandi geva sítt lív fyri hana. Hetta loyvir ikki forholdinum at gerast til eina skipan stýrda av kúgan.
Paulus lýsir eitt slíkt forhold frá mansins síðu, við samanberingini, av tí umsorgan maðurin hevur fyri sínum egna likami:

Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann í elskar konu sína, elskar seg sjálvan. Aldri hevur jú nakar hata sítt egna hold; nei hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí—eins og Kristus ger við samkomuna (Efesusbrævið 5: 28-29).

Harnæst liggur tað í veruleikanum, nógv meiri undirgivni og uppoffran í hugburðinum áhaldandi at skula geva lív sítt fyri ein persón, heldur enn bara at verða undirgivin.

Hetta er eisini í samsvar við tað sum Paulus aðrastaðni skrivar um forholdið millum mann og konu, tildømis í Kolossibrævinum, har orði ‘undirgivni’ eisini verður nýtt og har eftirfylgjandi setningur skapir, sama neyðuga javnvágin sum útihýsir kúgan og soleiðis varveitir virðið hjá báðum pørtum (3: 18-19):

Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum! Tit menn! Elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær!

Skulu vit taka hetta í samanhengi, so er teksturin ikki ætlaður sum ein meginregla viðvíkjandi valdið, virði ella støði millum kynini, har tann eini verður trýstur niður, sum eisini týðiliga kemur til sjóndar aðrastaðni í brøvum Paulusar:

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum! Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur maðurin yvir sínum egna likami, men konan (1 Korint 7: 3-4).

Tó – í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna. Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni – og alt er tað av Gudi (1 Korint 11: 11-12)

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristusi (Galatiabrævið 3: 28)

Í fullum samanhengið av tí sum Paulus útpenslar, er ‘undirgivni’ tí ikki at líkna við kúgan ella valdsmisnýtslu, men er heldur dømi uppá ymiska sinnalagið, nátturuna og ábyrgdina, konu og mann ímillum. Við øðrum orðum fer konan jaliga at undirgeva seg mann sín, tað verður hennara fokus í hennara hjúnabandið, alt meðan maðurin ikki fer at fokusera á undirgivni konu síns, men hvussu hann sjálvur kann liva eitt uppoffrandi lív fyri konu sína.

Er hetta omanfyri ein útvatnan av tekstinum, sum Limberg pástendur, ella eru tað bara Limberg eins væl og nakrir kristnir fundamentalistar í USA, sum ikki duga at fordýpa seg í einum tekstið?

Maðurin sum høvdið

Konan við at virða mann sín sum ein rættan mann og leiðara, kann sjálvandi tykjast eitt sindur ella rættuliga ómoderna í nútíðarhøpið. Men neyvan verða tað fleiritalið av kvinnum, sum vildu verið samdar við uppøstum og hartrópandi feministiskum reyðsokkum, um at maðurin, sum ein rættur maður og sum tann djarvið leiðarin og djarvi verjin, endiliga er ein so vánaligur kombinentur í einari væleydnaðari familju.
Í núverandi tíð og støðu, eru tað kanska mangar kvinnur, sum øtast við tann vimpaliga trendin sum er farin at eyðkenna vesturlendskan mannfólka hugburð. Hesir sum hava boygt seg fyri hesari vanlagnuni, og nú uttan rygg og tenn noyðast við at renna runt um egnan hala, ja og so hava vit psykopatarnar eisini, sjálvandi.
Summi halda tildømis, at brotna familjan og vánaligur barnauppvøkstur deilsvís liggur í, at samfelagið ikki hevur lagt stórvegis í týdningin av báðum kynum, at eitt nú kvinnur hava vilja broytt til ein kalkyn líknandi hugburð. Er hetta kanska orsøkin til, sum eitt nú Rita Gross, feministiski høvundurin umrøður, at framtíðar javnvágurin sum eina kann bjarga okkara skirvisliga samfelagið, liggur í einum slag av kynsfríðum samfelagið, har menn nú noyðast at skifta um til leiklutin av kvennkyn, og hugsa sum kvinnur og mammur?: “Either women and men are both free of the prison of gender roles or neither is free, the liberation of one is bound to the liberation of the other” (Rita Gross, What Went Wrong? Feminism and Freedom from the Prison Gender Roles, Cross Currents, Vol.53, No 1). Hvussu mangir menn har úti, hava ynski um at gerast minni mannfólkaligir og heldur taka uppá seg hugburðin sum sermerkir eina kvinnu? Ikki tí at naka er galið við hugburðinum hjá eini kvinn. Dreymurin hjá Ritu Gross verður neyvan uppfyltur, uttan so at samfelagi systematisk fer undir at heilavaska okkara mannligu borgarar, ein tilgongd sum tíðanverri longu er virkandi!
Fyri kristin, er hesin ørvitiskapurin grátuligur og vísir bara hvussu langt úti okkara samfelag veruliga er! Tí er tað neyvan uttan orsøk, halda vit kristnu, at Gudurin hevur givi okkum tí neyðugu og nátturliga skipanina og tær vegleiðingarnar sum eru í samband við týdningin av kynunum og tann avgerandi leiklut, hesir hvør sær, spæla í familju og samfelagið. Rita Gross er bara eitt dømi uppá tann eldin við spæla við og tær avleiðingar samfelagið má dragast við, tá vit loyva hesum humanistum at pilka við hesa nátturligu skipanina. Hetta sum William Pollack, úr Harvard Medical School, eisini heldur verða orsøkina, aftanfyri tað kreppuna sum nógvir dreingir í núverandi vesturlendska samfelagnum í hesum døgum verða noyddir út í: ‘a false masculinity is being forced on our boys, one that disconnects them from themselves’ (Don Closson, The Feminization of American Schools). Pollack sipar her til støðuna í USA, men tilgongdin tykist verða á nógv meiri globalum støði:


Niðurstøðan ljóðar tíðskil, at Bíbilska meginreglan eggjar monnum at verða menn, rættir menn og kvinnum at verða rættar kvinnur. Um hesi bæði fylgja teimum bíbilsku meginreglunum omanfyri, verður í einum slíkum hjúnabandið hvørki kúgan ella ójavnstøða, óansæð um maðurin er høvdið!


Kvinnur og undirgivni í samkomuni

Men um eg var Limberg, so hevði eg ivaleyst heldur brokka meg yvir, leiklutin hjá kvinnum í samkomuhøpi; tildømis tað bræv sum Paulus skrivar til Timoteus, har hann eisini sipar til fyriskipanir innan gudstænastu, millum annað kvinnuna og hennara luttøku á møtum (og nú førka vit okkum annars frá skrivingini Limberg eina løtu).

Her ljóðar teksturin soleiðis:

Kvinnan skal still lata seg læra, vil øllum lýdni; men eg gevi ikki kvinnu loyvi til at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nei hon skal halda seg stilla (1 Timoteus 2: 11-12).


Her kundu Limberg og aðrir ateistar, ivaleyst sipa til tí øtiligu viðger Bíblian her gevur kvinnuni, tó so at ateisturin samstundis ásannar (vóni eg), at teksturin sipar til fyriskipanir á møtum, ikki til kvinnuna sum heild, heima ella í hjúnabandinum.

Fyrst skal sigast, at bara hugsanin, um at kvinnan í fyrsta árhundra kundi koma á møti og væntast at skula mótaka frálæru, fyri at kunna og skula læra, var alt annað enn vanligur hugburður. Jødar roknaðu vanliga ikki kvinnuna at hava virði at kunna móttaka frálæru. Jødiskir rabbinarir sýttu tildømis fyri at undirvísa kvinnum og millum Grikkar var støðan ikki nógv betri, William Barclay skrivar:

“The respectable Greek woman led a very confined life. She lived in her own quarters into which no one but her husband came. She did not even appear at meals. She never at any time appeared on the street alone; she never went to any public assembly (Barclay, The Letters to Timothy, Titus and Philemon, s. 67)”

Her hevði Jesus, grundleggjarin av hesum nýggja rákið, sjálvur víst seg sum fyrimynd í at bróta við hendan vemmiliga hugburðurin, við at leggja navn og rykti á blokkin. Sjálvt um Jesus ikki hevði kvinnur í sínum kjarnuliði av prædikandi lærisveinum, so vóru tað fleiri kvinnur sum fylgdu Jesusi, nakað sum eisini skilti Jesus frá vanligum rabbinarum. Tildømis hevði Jesus bara alt gott og positivt at siga um ungu Mariu, sum sat við føtur hansara og skræddi í seg allan lærdómin (Lukas 10: 38-42). Ein vanligur rabbinari vildi ivaleyst heit á slíka kvinnu, um at skamma seg og sett seg aftast í rúminum, ella at skrubba av heim. Somuleiðis vóru tað kvinnur (ikki menn), sum fyrst vóru vitni til uppreisn Jesusar og sum hareftir bóru tíðindini til mannfólki, eitt fyribrigdi og ein hending, sum eingin høvundur í sínum egna villa hugflogið hevði vilja ímynda sær og enn minni vilja fest niður á skrift, vitandi at hetta í tátíðar mentan vildi borið ómetaliga stóra skom og vanæru yvir Kristindómin, tess trúgv og eftirfylgjarar. Tó ikki uttan so, at høvundurin var vitandi og sannførdur um hendan veruleikan, og at veruleikin var meiri galdandi og avgerandi enn mentan og hugburður.
Men aftur til fyrra Timoteus, kapitul tvey. Um so orðalag Paulusar, at kvinnan still átti at lata seg læra við øllum lýdni, av røttum átti at verði rokna sum diskriminerandi, so vildi hin síðan av veruleikanum, eisini av røttum verið rokna sum diskriminerandi, nemliga at hetta í veruleikanum ikki eina galt kvinnum, men somuleiðis var forvænta av monnum, eins væl og allari samkomuni sum heild. Tað var forvænta at ein og hvør kristin og eftirfylgjari Jesusar skuldi sita og móttaka frálæru og akta eftir henna, sum eisini høvundurin av Hebrearabrævinum skrivar:

Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið sum teir siga tykkum (Hebrearabrævið 13: 17).

Í samband við menn skrivar Paulus:

Men tala tú tað, sum sømir hini heilnæmu læru: At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, siðprúðir, høviskir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum…Áminn somuleiðis hinar ungu menn at hava sámiligan atburð…(Titusbrævið 2: 1-6)

Enntá Timoteus, lærisveinurin hjá Paulusi, sum var settur at innseta og upplæra samkomuleiðarar, mátti sjálvur læra hendan kristna lærdómum og taka við honum í lýdnið:

Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú er vorðin sannførdur um! Tú veist jú, hvør hevur lært teg tað (2 Timoteus 3: 14).

Eg kundi sjálvandi eisini sipa til kirkjusøguna, har í Polykarp stillur situr við føtur Jóhannesar ápostul og inntekur lærdóm, alt meðan hann lærir hendan lærdóm uttanat og har síðani eftirfylgjari Polykarps, Irenaeus, somuleiðis situr við føtur Polykarps og endurtekur somu tilgongdina.

Vers 11 kann tí ikki roknast sum tann heilt stóri trupuleikin. Kvinnan í tátíðar mentan og umstøðum, hevði eftir virkan Jesusar og í elsta kristna samfelagnum, í hvussu er, tikið eitt ovurhonds stig frameftir og kundi saman við tess monnum, rokna seg verda at móttaka somu frálæru og at taka við hesi læru. Tað er kanska við hesum fyri eyga, at Rómverski heimspekingurin Celsus speirók teimum kristnu fyri at taka væl ímóti børnum, trælum og kvinnum.

Vers 12 er tó ein væl størri biti at skula svølgja, tí her framleggur Paulus heilar 3 negativar meðinreglur fyri kvinnuna undir gudstænastu/samkomufundið:

'men eg gevi ikki kvinnu loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum, nei hon skal halda seg stilla'.

Kvinnan, mátti tí ikki læra, leiða ella viðmerkja.

Bíbliu granskarir, hava varnast at orði epitrepó, ‘loyvi’, sum Paulus nýtir, kundi týtt uppá, at her í Efesus haðar brævið var sent, vóru tað kvinnur sum gjarna vildu bróta frá undanfarnu grisku-jødisku kúganini (MacArthur, 1 Timothy, s. 86). Hesar høvdu í kristnum høpið, umsíðir møguleikan. Tó við at vinna seg ov skjótt fram og við at loypa frammav, skaptu hesar í tátíðar mentan eina reaksjón sum gav negativan baksláttur (MacArthur, s. 83). Út frá hesum vildu summi hildi, at teksturin serstakliga relaterar til hesa tíð og júst ávísar umstøður í býnum Efesus ella Líttla Asia.
Hetta er sjálvsagt ein møguleiki, tað tykist verða eitt møguligt kristiligt kvinnurák ella trendur í býnum, sum brævið til Timoteus eisini vísir á. Eitt rák sum brýtur við undanfarnu mentanina. Men rákið er ikki framkomi í vísdómið og loypir framav; hesar kvinnur í tátíðar mentan, sum møguliga høvdu uppliva diskriminatión og kúgan, megna ikki hetta frælsi og skaða bæði teirra rykti og persónliga framgongd (Fyrra Timoteus 2: 15; 5: 9-15). Tað er lítil ivi um at hetta hendi sum avleiðing av tí frælsi kvinnur uppnáddu í Kristindóminum, men tað kann tó kjakast um hetta er einasta orsøkin til at Paulus skrivar sum hann skrivar. Um vit leggja møguligar orsøkir til síðis og leggja dent á sjálvan tekstin, so eigur orðalagið kortini ikki at takast ov beinrakið, og eigur at lesast í ljósinum av tí sum Paulus skrivar aðrastaðni. Tildømis í brævinum til samkomuna í Róm, har Paulus umtalar kvinnur, sum tykjast at verða virknar í samkomutænastuni, tildømis Føbi (16: 1-2) og Maria (16: 6). Í Filippibrævinum 4: 2-3 sipar hann somuleiðis til tvær kvinnur Evodiu og Syntýki, sum tykjast hava havt stóra ávirkan í samkomuhøpið, men er ósmandur um eitt hvørt. Hetta samsvarar enntá við fyriskipanir í samband við leiðslu og samkomuvirkan í Fyrra Timoteus, sum inkludera kvinnur í samkomutænastu (3: 10-11). Tað kann tí ikki mótsigast, at skulu vit taka við tekstinum sum hann stendur, uttan at lesa umstøður inn í hann, so sýtir Paulus her fyri, at kvinnan tekur lut í leiðsluni av samkomu møtum, í hvussu er í Efesus, ella teimum umstøðum sum Paulus er vavdur inn í. Men so má hin síðan samstundis verða havd í huga, at onnur skriftbrot, hesi sum eg omanfyri havi sipa til, merkja, at orð Paulusar ikki skulu takast sum dømi uppá, at kvinnan í samkomu-møtihøpið var eitt ikki-líkastilla, undirkúga undirmenniskja.

Hvussu so við eftirfylgjandi orðum Paulusar har kvinnan ikki far loyvi til at undirvísa ella viðmerkja.
Her kemur okkum sjálvandi í huga, myndina av hesi kúgaðu og tigandi kvinnuni, sum still situr við høvdinum tildekkaðum, inntil møtið er at enda komi.
Men handan myndin, óansæð um hon á sinni hevur verið verulig og tað ivaleyst í mongum samkomum, er slett ikki basera uppá rættan bíbilskan grundvøll. 

Í einum ómetaliga mentunnarligum samanhengi, sum vit finna í Fyrsta brævinum hjá Paulus til samkomuna í Korint, kapitul 11, verður nógv gjørt burturúr hesum fyriskipanum á møtum. Tað er millum annað í hesum samanhengi vit lesa, at kvinnan skal hava á høvdinum og vanliga er tað hesin kapitul í sipaður verður til, í samband við kvinnuna og hennara tøgn á møtum.
Tó um vit taka hesi vers sum tey standa skriva, so er tað kortini, um vit eisini yvirføra hetta til okkara umstøður og samtíð, ikki tað stóra at øsa seg yvir. Í hesum skriftbrotinum lesa vit millum annað:

Tann maður, ið biður ella profeterar og hevur á høvdinum, vanærir høvd sítt. Og tann kvinna, ið biður ella profeterar við ongum á høvdinum, vanærir høvd sítt; tí tað er eitt og tað sama, sum hon var rakað (11: 4-5).

Aftur hesuferð, eru tað nógvar umstøður og nógvir tátíðar mentunarligir veruleikar sum liggja aftanfyri tekstin, men eins og omanfyri, so lata vit í hesum førið hetta liggja, og leggja dent á sjálvan tekstin.

Vísir hesin teksturin omanfyri í sær sjálvum, nakra serstaka vanvirðing og diskriminerng fyri kvinnum, har í teksturin ikki líkastillar mann og kvinnu? Eg hugsi her um trý punktir:

1.     Er tað vanæra hjá kvinnu (á samkomufundið) ikki at hava á høvdinum? Tí í so fall uppstendur ein onnur síða til negativa hugburðin mótvegis tekstinum, nemliga at tað somuleiðis er vanæra hjá monnum (á samkomufundið) at hava á høvdinum! Eins og tað eru kvinnur sum halda kravið verða eina vanæru, so eru tað kvinnur í ávísum mentanum, sum halda tað verða eina æru og kenna seg tryggar við at dekka hárið. Somuleiðis eru tað nógvir menn (ídag, ivaleyst eins og tá) í jaliga gleðast um ikki at skula hava nakað á høvdinum eins og tað eisini eru teir (ídag eins og tá) sum taka tað illa upp, at hesir mugu taka húgvuna av høvdinum tá teir koma á møtið. Kanska serstakliga, tí at tað er grunda á mentunarliga trend, eisini í hesum døgum, at menn og dreingir skapa sær ein identitet við tí sum hesir bera á høvdinum! Hetta sum sjónbandið niðanfyri er eitt dømi uppá:


2.     Harnæst ljóðar spurningurin: “nær skal kvinnan hava á høvdinum”? Hvar og nær fevnir hesin regul um? Frá morni til myrkur, úti á gøtuni, alt møtið? Skulu vit fylgja tekstinum, vildi slík tulking verið dømi uppá ‘eisegesis’, tað er at lesa inn í tekstin. Teksturin sigur, at kvinnan á samkomufundið skal hava á høvdinum tá hon biður og profeterar, tað vil siga, tá hon alment stendur uppi á samkomufundið og sigur okkurt, í hesum førið annaðhvørt biður, ella profeterar og profetatala var ikki ein tigandi innantannað praktisering. Meiri sigur teksturin í veruleikanum ikki! Á sama hátt var tað ikki rokna sømuligt um ein maður praktiseraði úttalandi tænastur á samkomufundi við húgvu á høvdinum.

3.     Tilseinast mugu vit spyrja: staðfestur teksturin at kvinnan absolut, ongan lut má taka í gudstænastu ella møtið? Eins og Fyrsta Timoteus 2, leggur teksturin ikki upp til, at kvinnan eigur at læra frá sær ella leiða. Tó so gevur teksturin grønt ljós fyri at kvinnan á samkomufundi kundi biðja og profetera (um hon tá hevði á høvdinum). Eitt nú profetagáva verður av Paulusi beskriva sum ein yvirnátturliga gáva í bæði menn og kvinnur kundu taka lut í. Í Ápostlasøguni lesa vit um Filip Evangelist sum hevði fýra døtur við slíkum andaligum eginleikum. Tað eru møguliga hesin Filip og eina dóttur hansara sum við endan á fyrsta árhundra lærdi vælkenda kirkjufedran Papias, sum eisini var lærdur av Jóhannesi tí Elsta sum kendi Jesus sjálvan.
Somuleiðis frálæra. Teksturin sigur ongastaðni at kvinna slett ikki má læra. Tildømis í brævinum til Titus, kapitul 2, eru tað kvinnur sum læra kvinnur, og menn (í hesum førið Titus) sum lærir menn. Ivaleyst er hetta ein síða til hesi brøvini og evnið sum fá hava givi sær far um, nemliga at frálæra á tí eina samkomufundinum, vanliga sunnumorgum, fevndi um ein so evarska líttlan part av samkomulívinum. At tann frálæra sum fram fór í gjøgnum vikuna, fór fram í bólkum, kvinnur til kvinnur og menn til menn (Titus 2).

Tað far meg somuleiðis at hugsa um mótsatta veruleikan, at sjálvt um Paulus, sýtir fyri at kvinnan skal ráða yvir monnum og at læra menn, so verður lítið gjørt burturúr tí myndugleika og frálæru sum eru monnum til fyrimun mótvegis kvinnuni! Kann hetta somuleiðis síggjast í ljósinum av at hesin myndugleikið millum kynini nærum ikki var og Paulus leggur áherðslu á onkrar umstøður í býnum Efesus? Í hvussu er tykist Paulus her at fokusera á kvinnuna og kemur í veruleikanum slett ikki inn á støði mannsins! Ein kann møguliga hugsa sær, at hansara sipan til ‘ikki ráða yvir’ relaterar ikki til vald av nøkrum slag, hvørki mann yvir kvinnu ella kvinnu yvir mann, men bara undirgivnið; sum hann skrivar aðrastaðni: ‘Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar’ (Efesusbrævið 5: 21). Er tað tí røtt tulking, at kvinnur eiga at vísa undirgivni í høpinum av samkomufundi, ivaleyst! Er tað røtt tulking at menn í samkomuhøpi eiga at síggja seg sum kúgandi myndugleikið kvinnurnar? Neyvan! Ikki í hesum høpinum og ikki í Paulusar læru sum heild heldur. Í omanfyrinevndu tekstbrotunum har Paulus sipar til virknar kvinnur og kvinnur sum starvaðust við Paulusi, tykist hatta ikki verða Paulusar hugburður.    

Hjúnabandið: væl foreldrana

Harnæst fer Limberg við Bíbliuni at lýsa fyri okkum, hvat bíbilskt ektaskap byggir á. Hann skrivar:

Onnur brot í vísa á hvat eitt "bíbliskt ektaskap" er: Foreldrini avgerða hvør giftist

Tað fyrsta hann tykist at kritisera er, at foreldrini avgerða hvør í giftist við hvørjum, serstakliga út úr teirra egnu ætt, sipandi til 1 Mósibók 24: 2-4, sum sigur:

"Tá segði Ábraham við tænara sín, hann, ið var tann elsti í húsi hansara og stóð fyri øllum, ið hann átti: 'Legg hond tína undir lend mína, so skal eg lata teg svørja um HARRAN, Gud yvir himli og jørð, at tú skalt ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána’anita, sum eg búgvi ímillum! Nei, tú skalt fara til mítt egna land og til ætt mína og taka Ísaki, syni mínum, konu haðani!'"

Eitt veit ikki heilt um Limberg meinar nakað negativt, við at sitera versi? Vil Limberg verða við, at Bíblian fortelur okkum um ein sið ella eina avgerð sum Abraham fylgdi eftir, so er hetta røtt hermeneutik. Men um Limberg við hesum vil vísa á, at Bíblian her fastleggur og áleggur øllum foreldrum sum trúgva Yahwe (jødum og kristnum) ein ávísan sið So fer hann grundiga skeivur.     
At foreldur skipaðu fyri hvør í skuldi giftist við hvørjum, var heldur ikki so óvanligt í Evropa fyri bara 2 øldum síðani. Hetta hevur verið galdandi í nærum øllum mentanum upp gjøgnum øldirnar. Hetta er tí slett ikki at rokna sum ein bíbilsk meginregla, ella ein religiøs meginregla, men ein mentunnarlig meginregla, sum ikki fyrrenn í nýggjari tíð er vorðin avolda í Vesturheiminum. Tó so vóru skipa ektaskap ikki eitt absolut imperativ eftir Mósilógini. Søgugranskarir kunnu eisini staðfesta, at tað vóru hjúnabond millum ísraelar í bíbilskari tíð, sum somuleiðis bygdu á persónligan kennskap (Rolant De Vaux, Ancient Israel: It’s life and institutions, s. 30), tað sum romantiski Hásongurin í Bíbliuni eisini er dømi uppá.
Limberg hevur heldur ikki givi sær far um, at teksturin sjálvur er narrativur, sum tí ikki lýsir eina lóg ella fyriskipan frá Gudi, men heldur lýsir tað sum tann einstakið persónur ger. Teksturin hevur tí sum so einki, vit ektaskap og umstøður sum heild at gera. Bíbliukritikkarir gera henda feilin í heilum. Tildømis at bíbilska religiónin eigur at verða rokna sum vandamikil, tí eitt nú at Lot, hevði sex við sínum døtrum. Tó uttan at upplýsa lesaran um, at hetta er eitt narrativ (ein hending), ein gerð sum ikki var áløgd ella ávirka av Gudinum og sum enntá breyt við Mósilógina. Og víðari, at gerðin ikki var framd av Lot sjálvum, men av døtrum Lots, meðan Lot var drukkin. Ella hvussu við Abraham sum hevur sex við trælkvinnu, fyri at geva ófruktbøru konu síni avkom? Í hesum føri er aftur talan um frásøgnir sum einki hava við Guds ávirkan at gera. Eisini kundu vit nevnt kongin Sálomon og hansara 700 konur og 300 hjákonum. Men enn einaferð er talan frásøgnir, sum ikki vóru ávirkaðar av Gudinum og sum enntá brutu við tær lógir Gud hevði ætla kongum Ísraels (5 Mósibók 17: 17).
Og til seinast, um Limberg vil verða við, at slík familjuskipa hjúnabond eru verri fyri, enn tey ektaskap har ein sjálvur velur sín maka, so er at hava í huga, at møguliga helvtin av okkara vesturlendsku hjúnabondum enda í rennusteininum, alt ímeðan mong skipaði ektaskap, har í mong av hesum, eisini bevíst eru í somu ætt, halda áfram lukkuliga, til deyðin tey skilur.

Tó, mugu vit spyrja, um er hetta eitt imperativ eftir bíbilskum samanhengi? Svarið er avgjørt nei! Tá ið ein lesur tildømis tekstir um patriarkatíðina og síðani Mosaisku lógartíðina og har eftir Nýggja Testamenti, so má ein skilja millum hendingar, mentan, praksis og Guds opinbering og vegleiðslu, eftirsum hesar umboða heilt øðrvísi tíðir og heldur ikki í øllum føri umboða tann standardin sum Gud setti sínum fólki og tænarum. Tað sum kritikarir so sum Limberg og enntá fleiri kristin feila í, er at sipa til skriftbrot frá hesum ymisku øldunum og framleggja hesi sum eina heild. Men slík viðger av tekstinum, ger ikki annað, enn at forvrongla tann søguliga veruleikan og hvussu teksturin skal skiljast.

Og Limberg ger júst hendan feilin, tá hann síðani fer at tríva í Mósilógina, har í einkja, uttan børn, eftir Lógini var áløgd, av ávísum orsøkum, at gifta seg við svigarbróðuri sínum:

"Táið brøður búgva saman, og ein teirra doyr og ongan son eigur, má einkjan eftir hann, ið farin er, ikki giftast við fremmandum manni uttan fyri ættina; nei, bróðir mann hennara skal fara inn til hennara og taka hana til konu og soleiðis giftast við henni í bróður síns stað." (5 Mósibók 25: 5)

Slík ektaskap vóru kend undir heitinum ‘levirate ektaskap’. Men enn einaferð geri eg meg ikki klókan uppá endamálið hjá Limberg, tá hann tekur hetta upp. Er ætlan hansara við hesum dømi, at mynda hjúnabandið í Bíbliuni negativt, sum um hetta er eitt imperativt til allar øldir og til øll trúgvandi? Tí hetta umboðar ikki hjúnaband í Bíbliuni sum heild, til allar tíðir.
Hetta er tó frægari enn fyrra dømi, tí í hesum førið er talan jú um lóg heldur enn narrativ. Men víðari slepst tó ikki, tí hendan lógin var óansæð, bara galdandi fyri ísraelar í eini ávísari tíð, undir ávísum umstøðum. Heldur ikki, var hendan lógin ein negativur faktorur í Mósilógini ella samfelagnum, men var alneyðug í ljósinum av teimum socialu viðurskiftunum í landinum, eitt nú fyri at varveita ognir og jørð í teimum tátíðar vanligu familjuskipanunum og ættunum, sum síðani varveitti ymisku ættunum frá vanlagnuni av fátækradómi (Rolant De Vaux, Ancient Israel: It’s Life and Institutions, s. 37-38).
Tað er tí fulkommulig tíðarvilla og amatørkent, at skula døma umstøður og tilsvarandi mentunarligar hættir undir ljósinum av Evropa í 20-21 øld, sum Limberg og nógvir ateistar tykist at gera!
Eg havi heldur ikki varhugan av, at Limberg hevur lisið fulla samanhengin. Um hann gjørdi sær tann ómak at lesa víðari, var hann greiður yvir, at lógin um hon so hevði verði negativ og vanærandi fyri kvinnum av nátturu, slett ikki var bindandi, tað vil siga, um hesin svigarbróðurin sýtti fyri, mátti lógin víkja. Hendan noktanin, tvørturímóti tí forstandi sum Limberg, hevur inn í tekst og umstøður, vildi annars verði rokna sum ein skomm og vanlagna fyri einkjuna og enntá strítt ímóti tí ynski sum hendan kvinnan sjálv vildi havt, eftirsum hetta á allan hátt vildi lætt um lív og umstøður hennara.

(Tað kemur meiri enn)

Haldi í hesum førið, at Limberg treingir til at leggja sína motiv baseraðu skriving til síðis og heldur enn at tveita út við polemikki, leggja seg eftir at verða erligur yvirfyri teksti, samanhengi og bakgrund.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.