Friday, November 30, 2012

Boykotta Ísrael???

Veit ikki hvussu trúverdugt hetta sjónbandið er, men okkurt passar ivaleyst og so er tað mega stuttligt:


Tuesday, November 27, 2012

Gudloysi, kvinnan og sjálvsvirði?


Troytt/ur av at hoyra gudloysingar og religiónskritikkarir útpensla kristna samfelagið, sum eina serstaka samfelags zonu fyri diskriminering, sexuellar skandalir, kynsligan ágang og møguligari neyðtøku?

Ein rættur hugburður vildi ivaleyst havt við sær, at slík bøllmennir sum síggja kvinnuna sum eitt vrøvlhøvd og sextól, ivaleyst eru at finna og trívast allastaðni.

Dømi niðanfyri er mær vitandi ein ateist, Rebecca Watson, sum tordi at stíga fram og siga frá sínari egnu ringu uppliving millum ateistar og harvið staðfesta, at omanfyri nevnda mytan, er minst líka og kanska meiri verulig í tí gudleysa samfelagnum.


Ein slíkur skal sjálvandi ansa sær! Tað at Rebacca yvirhøvur dittaði sær, at verða opin og sjálvkritisk í ateistiskum høpið, hevði við sær at sjálvur høvuðspresturin Richard Dawkins, má seta kvinnuna og hennara so kallaða grenj uppá pláss.

Ella soleiðis upplivdi Rebecca Watson tað í hvussu er (hvør eri so eg ella onkur annar at tala ímóti):
When I first got involved with the skeptics, I thought I had found my people—a community that enjoyed educating the public about science and critical thinking. The sense of belonging I felt was akin, I imagine, to what other people feel at church. (I wouldn’t exactly know—like most skeptics, I’m an atheist.) I felt we were doing important work: making a better, more rational world and protecting people from being taken advantage of. At conventions, skeptic speakers and the audience were mostly male, but I figured that was something we could balance out with a bit of hard work and good PR.
Then women started telling me stories about sexism at skeptic events, experiences that made them uncomfortable enough to never return. At first, I wasn’t able to fully understand their feelings as I had never had a problem existing in male-dominated spaces. But after a few years of blogging, podcasting, and speaking at skeptics’ conferences, I began to get emails from strangers who detailed their sexual fantasies about me. I was occasionally grabbed and groped without consent at events. And then I made the grave

Tuesday, November 20, 2012

Hví er Kristindómurin einasta rætta religiónin?



Aftursvar til innleggi 'Mín Gud er best' hjá Hergeir Staksberg á Tórsportal.


Eg eri samdur við Hergeir, í at tað ivaleyst eru nógvir føroyingar í eina eru kristnir (í hvussu er traditións kristnir), tí hesir búgva í einum traditións kristnum landið.

Tað sum eg ynski at viðgera í hesum innlegginum, er spurningurin sum Hergeir setir:

Hvussu vita vit, at kristindómurin er tann einasta rætta religiónin framum 1000 tals aðrar religiónir?
Svarið er merkiliga einfalt. Vit taka kristindómin framum alt annað, tí vit eru fødd og uppvaksin í Føroyum. Ja, tað er faktiskt so simpult. Og tá geografisk tilvild er tann avgerandi faktorurin fyri, hvussu tú hevur funnið tann rætta gudin framum 1000 tals aðrar, so er argumentið onki frægari enn blind nationalisma, sum sigur: “Mítt land er betri enn títt, tí eg eri føddur og uppvaksin her!”


Eg kann í hvussu er, eftir besta førimuni, royna at svara uppá spurningin og í hesum innlegginum, hyggja eftir tí eina av mongum argumentum, har eg vil royna at vísa á, hví eg persónliga velji Kristindómin frammum aðrar religiónir.

Her koma vit inn á tað sum vit kalla ‘Comparative religion’ har vit noyðast at samanbera religiónirnar og viðgera hvat hesar siga um seg sjálvar og hvussu hesar viðgera hvørja aðra.

Hinduisma

Vit kunnu byrja við religiónunum eystanfyri, so sum Hinduismu og sikhismu.

Hinduisma og Sikhisma góðtaka hvørja aðra, eins væl og tær góðtaka Kristindóm, Jødadóm og Islam. Allar hesar religiónir verða av hinduistum roknaðar sum ymiskir vegir til Gud, ella stig á leiðini til tann ultimata veruleikan. 
Eg havi sum yngri sjálvur nýtt góðar og drúgvar løtur yviri í India, saman við hinduistiskum lærarum, bæði kjakast og lært, mest lurta. Eg gerist ikki heilt klókur uppá tað, men hesir sjálvir siga seg góðtaka hvørja einastu detalju í mínari halgubólk, Bíbliuni.
Sama tá eg havi verið í holt við limum innan Hare Krishna og eftirfylgjarum av Sikhara religiónini. Ikki er óvanligt at hinduar hava eina skurðmynd av Jesusi ella Mariu Moy saman við avguda samlingini.

Tó so liggur trupuleikin í hesum, nemliga at hesar religiónir, sum Hinduisman metir at leiða okkum til Gud (Jødadómur, Kristindómur og Islam), ikki eru eins positivar yvirfyri teimum báðum fyrstu.

Hetta upphevjar tí sjálvsagt virði í heilagu bókunum í teimum Abrahamsku religiónunum og av somu grund, vildu mong hildi fast við, at trúvirði fellur í teimum báðum fyrru.

Islam

Um vit harnæst í hesum sama høpi hyggja at Islam, so kann sigast at Koranin hjá muslimunum góðtekur heilagu bøkurnar hjá teimum kristnu og jødunum. Her kunnu vit tildømis sipa til 'Injeel' sum er forna kristna, sýriska orði fyri Evangeliið (eisini nýtt í Koranini). Evangeliið, ella Injeel var singulera heitið fyri teimum fýra Evangeliunum í Bíbliuni, líka úr øðrum árhundra, til tíðina eftir byrjan Islams.

Harnæst góðtekur Koranin Sálmarnar í Bíbliuni (í hvussu er teir, sum hoyra Dávidi kongi til) og tær 5 Mósibøkurnar.

Muslimar eiga tí eftir læruni í Koranini, at góðtaka hesar bøkur í Bíbliuni og í tess skapi sum tær vóru lisnar í og fylgdar eftir av kristnum og jødum í 6-7 árhundra. Við øðrum orðum, muslimurin má og skal góðtaka somu Evangeliini og somu Lóg Mósesar sum vit hava um hendur ídag.

Hin vegin, er trupuleikin eins og áður, at hvørki jødadómur ella kristindómur eru positiv yvirfyri Islam. Hetta tykjast høvundarnir ella høvundurin av Koranini ikki at hava givi sær fær um, tá hann festi orðini á papír (ella rættari djóraskin).

Jødadómur og Kristindómur

Eftir standa tí Jødadómur og Kristindómur, eftirsum tær undanfarnu tríggjar religiónirnar hava mótprógva seg sjálvar. Tildømis kann ein muslim ikki rokna seg sum muslim, um hann trýr læruni í Evangeliinum, men á hina síðuna, kann hesin heldur ikki verða muslim, um hann ikki góðtekur skrivaðu evangeliini sum orð Guds.

Hvat er so ein Muslim?

Síðani skal sigast, at Jødadómur og Kristindómur heldur ikki eru so positivar yvirfyri hvør øðrum. Tó so vil tað ikki siga at tilgongdin er tann sama sum í undanfarnu førum. Kristin eru tildømis ikki biðin um at halda seg til Jødadómin, men óansæð trýr ein kristin á religión Ísraels (tað sum kom undan seinna Jødadóminum) sum part av Guds opinbering til menniskju. Sum kristin eru vit tí bundin av høvuðskeldu Jødadómsins. 
Harnæst er Kristindómurin av nátturu, ein "jødisk religión", ella rættari sagt, ein bólkur sprungin út úr Ísraelsku religiónini. Tað vil siga, tó at kristin, eru ikki bundin at halda seg til skrivaðu Mósilógina (vit góðtaka hana søguliga), so síggja vit okkum sum partur av Guds signing til Ísrael og sum eina framgongd og upphevjan í hesum sama høpið.

Jødadómin, við tess Midrash, Talmudini og øðrum tekstum, eru kristin heldur ikki bundin at góðtaka. Jesus sjálvur vrakaði jødisku traditiónnirnar, um hesar mótsettu seg opinbering Guds til tjóðina Ísrael í Gamla Testamentinum.
Testamentini bæði (Gamla og Nýggja), hanga tí væl saman, og koma ikki í tað stríð, sum tú annars hevur millum religiónirnar.

Hetta er ein av grundunum til, at eg persónliga haldi Kristindómin og Bíbliuna standa sterkast religiónanna millum.

Monday, November 19, 2012

Nýggja Testamentið: Keldan við flest handritum

Veit ikki hvussu mong hava skil fyri tekstkritikki, men, innan tekstkritikki eru Evangeliini og Brøvini (við øðrum orðum Nýggja Testamentið), ivaleyst best varveittu keldurnar úr fornari tíð. Hetta kunnu vit millum annað staðfesta, við at samanbera handritini og síðani spora hesum aftur til kristna ur-tíð. Men eitt annað er talið av handritum samanborið við handrit av øðrum keldum; sum sæst á myndini niðanfyri:


Wednesday, November 14, 2012

Fríða okkum frá Dawkins


Sjálvandi, Dawkins vil verða við, at ateistar eins og aðrir minniluta bólkar, eru offur fyri mannamuni og at ateistar, tíðskil, fyri at standa hesum kúgandi religiøsu kreftunum ímóti, mugu stíga fram og koma út úr skápinum.

Tó so tykist motivi hjá Dawkins og hansara eftirfylgjarum, ikki vera grunda á tørvinum av frælsi og útfríðan, men heldur tørvinum eftir at kúga! Tildømis, tørvinum at fríða børn teirra kristnu undan religiøsu ávírkan foreldranna, opinbart fyri at draga hesi undir møguligu framtíðar ateistisku indoktrinering statsins.

Løgið sum hesir eru veruleikafjarðir og týdningur av orðum og hugtøkum soleiðis verður endavendur.

http://www.guardian.co.uk/commentisfree/2007/oct/01/deliverusfromdawkins

Kristin hjúnabond, har bara eitt út av 500 skiljast


Eru hjúnabond hjá kristnum tryggari enn hjá ikki-kristnum? Tað skuldi ein trúð, men so er ikki! Hagtøl, serstakliga í USA vísa, at hjúnabond har bæði játta seg kristin kunnu sorlast eins væl og tey hjúnabond har gudstrúgv og religión ongan leiklut spæla.

Ein kundi tí sjálvsagt víst á, at trúgv á Gud og Kristindómur, ongan stórvegis týdning hevur fyri trúðskap og tolsemi millum pør í einum lívlongum forholdið.

Sigast skal at vanlukka kann raka kristnu hjúnabondini eins og øll onnur. Annar makin kann tildømis venda trúgv ella trúskapinum bakið. Kortini so er hendan niðurstøða tó heldur forvrongla og ein gevur sær ikki gætur um nágreiniligu, grundleggjandi detaljurnar. So sum, at Kristindómur ikki neyðturvilliga er av eiti, ella byggir á trúgv fedranna, ella samkomu heitið. Við øðrum orðum, setningurin 'hjúnabond hjá kristnum' má definerast! Tildømis, er talan í ávísum førum, um navnkristin (við øðrum orðum, kristin av eiti, ella traditións kristin)? Ella kristin sum ikki lesa ella praktisera teirra trúgv og tess meðinreglur?
Kristindómur sum sæst í læru Jesusar og Paulusar, er ein lærisveina religión, har í lívstílur og lív eru grunda á læru Jesusar og Skriftirnar. Hetta er slett ikki galdandi í mongum hjúnabondum, har bæði siga seg vera kristin, og spurningurin er tíðskil, um vit í hesum føri, uttan víðari kunnu sipa til hjúnabond í kristnum høpið, uttan nágreiniligari frágreiðing.

Um Bíblian praktist sæð er partur av einum hjúnabandið, er skriftbrotið niðanfyri galdandi og eitt lívsmál, eisini gjøgnum torførar umstøður:

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum! Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur ikki maðurin yvir sínum egna likami men konan (1 Korint 7: 3-4)

Ein áhugaverd kanning vísir, at bara eitt út av fimmhundra hjúnabondum, har Bíblian veruliga er partur av familjulívinum sindrast:
Divorce rate hovers at 50%.
No difference in divorce rate between Christians and NonChristians.
Let me show you what that looks like.
STAND for graphic illustration’
Left = Christians who get a divorce
Right=Christians who made it.
By the way, surveys show that in homes where the Bible is read, only one out of every 500
marriages end in divorce.
http://www.preachitteachit.org/uploads/tx_wecsermons/1798s_Divorce_and_remarriage.doc_copy_1.pdf

Villeiðingin um Dawkins

Hetta er typiskt satiru skemt, men passar bara so ótrúliga væl og er ein snøgg samanbering við lága støði sum Dawkins og hansara tilhengarir fleska lítið vitandi gudloysingar upp við.


Thursday, November 1, 2012

Peter Maiden vitjar í Føroyum

Hetta hevur sum so einki við trúarverju at gera, uttan at trúarverjan møguliga kemur at hava ein bás í onkrum tiltøkum.


Altjóða OM leiðarin Peter Maiden verður í Føroyum komandi dagarnar. Ein og hvør sum hevur áhuga í heims trúboðan, og hvat fer fram innan trúboðan og kristna heimsamfelagnum ídag, átti at komi. Her verður ómetaliga nógv á skránnið og ómetaliga nógv upplýsing.