Tuesday, February 19, 2013

Møtir og framløgur hesa vikuna

Í løtuni taki eg lut í nógvum møtum og tiltøkum og tí fyrireiking sum krevst og havi ikki havt stórvegis stundir til skriving. 

Eg komi at luttaka á 4 opnum møtum hesa vikuna. Ein og hvør er vælkomin, men eg hevði sett prís uppá tykkara forbønir.

Verði í Nazaret í Kaldbak klokkan 20:00, í morgin (týsdag, 19 februar) og í Siloa Fuglafirði 19:30 mikudagin (20 februar) klokkan 19:30; evnið 'tann árvakni'.

Sunnudagin 24, verði eg aftur í Siloa í Fuglafirði á familjumøtinum klokkan 11:00 og í Nazaret, í Kaldbak klokkan 18:00; evnið: 'Liva og virka í kraft Andans'

Í samband við trúarverju, so inniheldur evnið: 'Tann árvakni' fleiri punktir og snýr seg deilsvís um ikki-kristna ávirkan sum sníkir seg inn í kristnar kredsar. 

Friday, February 8, 2013

Hví er Gud ikki til? Tað veit Penn Jillette, ella onkur annar...!


Orsaka vemmiliga orðalagi í sjónbandinum.

Ein skuldi hildi, at einum noyddist at leita leingi fyri at finna nakað á so lágum støði, men nei...

Hmm...

Er tað bara eg, ella ljóðar hetta í sjónbandinum ikki sum: 'eg havi rætt og tað hevur tú ikki, tí at babba sigur tað (ella lærarin sigur tað, ella Bíblian sigur tað, ella talarin segði tað)'.

Eg havi altíð sagt tað, gudleysa grundgevingin fyri at Gud ikki er, er ikki ein grundgeving uppá nakað sum helst, uttan á sjálvan pástandin hjá nøkrum fáum sera illum ateistum! Í hesum førið, millum annað Richard Dawkins, sum samanber Gud við eina flúgvandi tekannu (mær vitandi frá einum úttalisi hjá Russell).


Føroya Trúaverjuskúlið 2013


Fleiri spyrja hvussu tilgongdin hevur verið á Føroya Trúarverjuskúla, nú skeiði er komi í helvt.

Tað harmiliga er kanska, at vit ikki eru so nógv sum tá vit byrjaðu, tá vóru vit umleið 200; men at talið fór at minka høvdu vit eisini vænta. Summi eru flutt, onkur er farin heim til Harran, nøkur innisíggja ivaleyst at hetta ikki er teirra tekoppur og onnur hava ikki havt tíð. Talið av luttakarum sum koma nokso regluliga, liggur tó um 80 í løtuni, so vit klaga ikki. Vit hava heldur ikki sum ætla var, megna at byrja átakið í Norðoyggjum.
Átakið hevur eisini verið ein roynd. Í 2011 var skeið av líknandi slag hildi í eina fulla viku. Men núverandi trúarverjuskúli skuldi væntandi vísa, um slík venjing hóskaði seg betri spjadd út yvir eitt ár, enn í samlaðum forumi, í eina viku.
Vitandi at eitt vikuskeið gevur næmingum møguleika fokusera, var tað sjálvsagt ivasamt um vit kundu megna, at halda slíkt fokus yvir eitt ár, við einum undirvísingarkvøldið um mánaðin. Higartil kann sigast at tað hava bæði verið fyrimunir og ikki.

Higartil hava vit viðgjørt evnir sum

  • Søguliga álitið í Nýggja Testamentinum
  • Tekst-kritikkur og NT kanónin
  • Nátturulisman
  • Postmodernisma
  • Guds eksistensur
  • Gud og trupuleikin av tí ónda
  • Bókin hjá Sølvará: 'Tey fyrstu Jólini'

Eftir eru so:

  • Vísindin, skapan ella menningarlæran
  • Kristindómur versus ateisma
  • Tann Søguligi Jesus
  • Søguliga álitið í Gamla Testamentið
  • Kjakið um fosturtøku
  • Islam

Tað eru enn fleiri sum spyrja, um møguleiki er at melda seg til tað sum eftir er og tað eru tey sjálvandi vælkomin til.

Tuesday, February 5, 2013

Ateisturin Tim Minchin



Eg fari ikki at bólka allar ateistar undir hetta rákið (langt frá), men talan er um slagið av einum vaksandi rákið, og fyri at siga tað milt, eitt ómetaliga ósømuligt og hatafult rák, sum eisini videoløgini niðanfyri er snøgt dømi uppá.
Hetta er so Tim Minchin, ein kendur australskur sangari, skemtari og fjeppari av Richard Dawkins.

Minchin er komin við absurdum úttalisum sum tildømis:

"If you apply doubt to anything...the whole religion thing is obviously a fantasy."
"Science adjusts its views based on what's observed. Faith is the denial of observation, so that belief can be preserved."

Veit ikki um Minchin torir at nýta somu yvirskepsis um ateistisku heimsmyndina (eina tilveru uttan Gud)? Kundi tað hugsast at enntá ateisma hevði opinbera seg at verði ein ynskihugsan, dømi uppá villasta menniskja hugfloð? Eg meini so við, støði er ikki hægri enn at hesir samanbera hugtakið um Gudin við spagettu ódjór, flúgvandi tekannir og eitt slag av einum supermanni, sum eigur at reika runt í luftini.
Og hvat meinar maðurin við, at trúgv er ein avnoktan av tí sum vit eygleiða?
Sum sagt er tað eingin loyna, at Minchin fjeppast í Dawkins og hetta ljóðar enntá sum Dawkins:


Men aftur til Minchin. Bæði videoløgini hjá Minchin, umboða ivaleyst tað sum vit kristnu og nógvir aðrir teistar vildu rokna sum ósømuligt, har í Minchin í tí fyrra tykist skammast við mannfólkahugburðin til kvinnuna (tað er samtykt), men fyri síðani at venda álvara til eina joke. Sangurin inniheldur kortini sonn fakta um heimsins neyð og elendigheit, sum vit ivaleyst øll hugsa um, men sum nærum eingin ger nakað við. Kann tó kortini ikki lata verða at hugsa, hvussu Rebecca Watson (í einum gudleysum høpið) vildi tikið sumt av hesum upp:

http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/11/gudloysi-kvinnan-og-sjalvsviri.html

Seinna videolagið er grov háðan av pávanum; tað skal Minchin sjálvandi hava loyvi til.
Pávadømið hevur sjálvandi gjørt hópin av feilum (í dag somuleiðis). Tó so, at ein eisini má bíta í seg, at pávadømið gjøgnum øldirnar, hevur avrikað hópin at øllum tí góða ein kann hugsa sær. Skal eg samanbera ateistiska rákið við pávadømið í seinasta árhundra, so stendur kanska Katólska kirkjan, óansæð tess mongu feilir, heldur týðiligari fram sum tann sociali vitin og vinur menniskjans.