Monday, August 12, 2013

Hví eg sum kristin ikki luttók á Faroe Pride


Fyri stuttum løgdu limir í LGBT eina grein út um Matthew Workman, ein mormonara, sum luttók í einari ‘gay pride' skrúðgongu, og sum í løtuni eggjar øðrum mormonum og eisini kristnum til at luttaka og eisini at broyta hugburð mótvegis samkyndum.



Umsetta greinin við heitinum: ‘Hví eg luttók í Pride skrúðgonguni, og hví tú eisini áttið at komið við’ tyktist vera ein innbjóðing til føroysk kristin um eisini at luttaka og ein frágreiðing um, hví kristin sambært bíbilskum sjónarmiði kunnu luttaka.

Hetta skrivið hjá mær er ein viðmerking til nakað av innihaldinum í greinini. 

Men áðrenn eg viðmerki, vil eg fyrst siga: Takk fyri innbjóðingina.

Eg eri partvíst samdur við viðkomandi (Matthew Workman), sum hevur skrivað greinina. Tey kristnu eru ongastaðni (í Bíbliuni) eggjað til at kúga, døma ella hata samkynd, eins og vit ikki er eggja til at kúga, døma og hata menniskju sum heild. Somuleiðis eri eg samdur í, at tey, sum eru við til at kúga síni medmenniskju, eitt nú samkynd, koma í høpinum av ‘Ríkið Guds’ (sum kemur) einaferð at standa til svars fyri hægru maktini. 
Soleiðis skal kristindómur ið hvussu er skiljast. Tí verður í hesum sambandi ikki sipað til Móselógina - ein lóg, sum varð givin øðrum fólki í øðrum andaligum tíðarhúshaldi, í aðrari tíð og undir øðrum umstøðum - men læru Kristindómsins og Nýggja Testamentis, sum er til okkum kristnu ídag, allastaðnis.

Tó (og her kemur tað partvísa inn) merkir hetta ikki, at kristin eiga at taka undir við samkyndum lívsstílið, geva skarvin yvir fyri at vera politiskt røtt ella luttaka í LGBT skrúðgongum.

Hví?

Jú, sum tey flestu ivaleyst hava fatað, so hava Jesu eftirfylgjarar bæði persónin Jesus Kristus og Ný Testamentligu skriftirnar sum útgangsstøði; lív okkara er tengt at læru og fyrimynd Jesusar og læru ápostlanna, og henda fyrimyndin og hesar skriftir fevna ikki um gudfrøði eina, men eisini um lívsstil, moral og etikk.



Sum eg longu havi víst á so lærir fyrimynd Jesusar okkum, at vit ikki eiga at vera fordømandi. Í sínari tíð hugdi Jesus ikki hyggja niður á syndarar (og tá eg nýtið orðið syndari í hesi grein, er tað ikki specifikt eitt skot eftir samkyndum) og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálv, hvussu vit skuldu kunnað annað. Bíbliunnar læra lýsir, at hvørt menniskja av nátturu er syndigt og harvið óskikkað at hyggja niður á onnur, meðan hesin Jesus eftir læru Bíbliunnar ikki verður roknaður sum syndari. 
Og tó síggja vit ikki Jesus døma, gremja seg ella ikki umgangast syndarum. Tvørtur ímóti síggja vit Jesus javnan sita saman við teimum sum tey tátíðar religiøsu úr fyrstu øld hugdu niður og ikki bara valdi hann at umgangast tey, men enntá eta og drekka í teirra samfelagi, eitt eyðkent jødiskt tekin í fyrstu øld um, at tað hesi vóru góðtikin og ikki hugd niður á við fordøming.

Tískil koma her dømi um, at Jesu eftirfylgjarar eiga hava sama hugburð, og ávaringin um, at tey, sum døma, skulu sjálvi verða dømd:

"Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd!” (Matteus 7: 1)

Jesus dittaði sær enntá at orða seg soleiðis:

Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!” (Matteus 21: 31)
Orð Jesusar tala fyri seg, tað tykist ofta lættari hjá hesum óheiløgu og óreligiøsu at ganga inn í Ríki Guds enn hjá religiøsa fanatikaranum (og enn einaferð 'óheiløg' og 'óreligiøs', eru í hesum høpið ikki ein specifik peikan eftir samkyndum).

Tískil tekur Jesus eisini mangan meiri dýran til og slær nógvar ferðir meiri niður á hesar religiøsu fanatikarir enn á tann opinlýsa syndaran.

Tá ið tað er sagt, er tað harnæst av týdningi ikki at missa fulla samanhangið, tí her er tað, at tey mongu velja at vera nøgd við avmarkaðan bíbliukunnleika, samstundis sum tey nokta at hyggja nærri at fullu læru og hugburði Jesusar. 

Latið okkum fyrst taka fyrimyndina Jesus – hesin, sum javnan át og drakk við syndarunum, og sum vísti okkum á ein ófordømandi hugburð. At Jesus var góður við syndaran, kemst ikki uttanum, men hetta merkti kortini ikki, at Jesus jaliga góðtók lívsførslu syndarans. Til dømis tosar Jesus harðliga ímóti hori, lystum eygnanna (t.d. at hyggja at øðrum við girndarhuga, nakinmyndir o.s.fr.), dráp, vreiði, hatur, hjúnabandsbrot o.s.fr.

Listin yvir ymiskar syndir, sum Jesus einaferð setti upp, sum Markus hevur endurtikið í sínum Evangeliið, ivaleyst frá Pæturi ápostli, ljóðar: “Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska” (Markus 7: 21-22).

Hetta  yvirlitið rakar hvønn einstakan av okkum og øll sløg av fólki og hesi, sum Jesus var góður við, men hvørs lívsførslu hann samstundis talaði ímóti.

Við øðrum orðum: skøkjan og tollarin, sum hava lættari við at koma inn í Ríki Guds enn religiøsi fanatikarin, trína ikki inn í hesa sælu, tí tey hykla minni, men tí tey mangan hava lættari við at umvenda seg, og umvending er kravið.

Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!
Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísivegi, og tit trúðu honum ikki; men tollarar og skøkjur trúðu honum; og tóat tit sóu hetta, angraðu tit tað kortini ikki aftaná, so tit trúðu honum’ (Matteus 21: 31-32).

Hesi sum trúðu Jóhannes umvendu seg og vóru doypt.

Tað eigur tí ikki at koma dátt á okkum, at Jesus eisini lýsir hesi, sum hann hevur verið góður við, sum hann ikki hevur dømt og sum hann hevur etið og drukkið saman við, eisini við neiligum orðum, eins og hann ger við hyklandi religiøsa fanatikaran:

“Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki koma…Tá skulu tit fara at siga: ‘Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og tú lærdi á gøtum okkara’! Men Hann skal svara: ‘Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá mær, øll tit sum gjørdu órætt…’! (Lukas 13)

Greinin, sum eg her svari aftur, rakar harvið langt við síðuna av, tá hon leggur upp til, at tú dyrkar Gud, um tú luttekur í skrúðgongum sum Faroe Pride, og tað enntá fyri tína trúgv (ivaleyst sipað til kristna trúgv). Hetta gevur onga meining í kristnum høpi, har lystur samkynda eins og ymisk onnur tráan skilir seg frá tí lívsstíli, sum verður álagdur okkum.

Jú, tú dyrkar Gud, um tú elskar samkynd, eins og tú eisini elskar øll tíni  medmenniskju. Tú dyrkar Gud, um tú ikki hyggur niður á samkynd ella fordømir og háðar tey, eins og tú somuleiðis dyrkar Gud, um tú ikki dømir og háðar onnur medmenniskju.

Men tú dyrkar heldur ikki Gud, um tú tekur undir við samkyndum lívsstíli, eins og tú heldur ikki dyrkar Gud, um tú tekur undir við øðrum, sum Nýggja Testamenti forbjóðar.

Brot úr Bíbliuni, so sum: ‘dømið ikki’ ella ‘elska næsta tín sum teg sjálvan’ ella ‘alt sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu eisini tit gera teimum’ merkja ikki, at tann kristni neyðturviliga skal taka undir við øllum, sum næstin ger. Havast skal í huga, at setningurin: “elska næsta tín sum teg sjálvan”, stendur saman við “elska Harran Gud tín av øll hjarta tínum”; har Jóhannes ápostulin í brævi sínum skrivar, at: “Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara”.
Boð Guds fevna um hópin av góðum gerðum, positivan hugburð, sterk hjúnabond o.a, men eisini um ávísan atburð, lívstíl og hugburð og gerðir og lívsførðslu sum ein skal taka avstand frá.

Tað er tí høpisleyst at nýta sum grundgeving fyri, at kristin skulu fara á Faroe Pride, at onkur mormonari er vorðin meiri opinsinnaður, ella at nøkur kristin hava ment seg úr fornøldini. Tað er høpisleyst, av tí at hesi fara ímóti tí læru, sum Bók teirra kristnu ásetur og hesi umboða tí slett ikki tað trúgv og tey virðir, sum kristindómurin upprunaliga stendur fyri.

Talan er her um slík, sum sundurpetta kristindómin fyri at hann skal hóska seg einum og hvørjum tíðaranda. 

Um kristindómurin skal skerjast fyri at toknast hvørjum Peri og Pól, Adam og Steve og hvørjum Vishnu og Ahmed, bæði í eystri og vestri, hvat hevur Kristindómurin so eftir at bjóða?

Eg ynski tykkum samkyndu alla eydnu við lívinum og ætli mær ikki at taka lut í nakrari kúgan; tvørturímóti er tað mín kristna skylda at virða samkynd sum vanlig fólk og medmenniskju og eisini at standa saman við teimum, um tey verða atsøkt, verði tað seg í Føroyum, Russlandi ella Uganda.

Men tá ið tað er sagt, so fari eg neyvan at taka undir við samkyndum lívsstíli og so slett ongantíð við søkini hjá LGBT og ætli mær tí ikki at luttaka í tykkara skrúðgongu.

Annars skrivaði eg hetta skrivið av tí einu orsøk: ikki fyri at niðurgera samkynd ella onnur, men eina tí at LGBT viðhaldsfólk í hesum førið, í teirra reklamu fyri Faroe Pride blandaðu Bíbliuna og kristnu trúnna uppí.


Vinarliga

Høgni Johannesen